Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. november 2022Nr. 138
Kunngerð um útrokning av kredittútreiðslum
Við heimild í § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Árligu kostnaðirnir í prosentum verða roknaðir eftir nútíðarvirðinum á øllum komandi ella verandi árligum skyldum, t.d. brúktum kredittmøguleikum, afturgjaldingum og kostnaðum, ið eru avtalaðar millum kredittveitaran og brúkaran.
Stk. 2. Árligu kostnaðirnir í prosentum verða roknaðir eftir tí støddfrøðiliga formlinum í skjali 1 til hesa kunngerð.
Stk. 3. Allir kostnaðir skulu verða roknaðir uppí, tá ið árligi kostnaðurin í prosentum fyri brúkarakredittin verður ásettur, tó ikki:
1) aðrir kostnaðir, sum brúkarin skal gjalda í sambandi við, at hann hevur mishildið skyldur, sum ásettar eru í kredittavtaluni, og
2) kostnaðir, sum verða lagdir afturat keypsprísinum, sum brúkarin skal rinda fyri vørur og tænastur, sama um goldið verður kontant ella keypt verður upp á borg.
Stk. 4. Allur kostnaðurin fyri kredittavtaluna skal fevna um kostnaðin av at umsita kontuna, sum verður brúkt til kreditt og gjald, umframt aðrar kostnaðir, sum standast av kredittinum. Hetta er tó ikki galdandi, um tað ikki er eitt krav at stovna kontu, og tá ið kostnaðirnir annars eru greitt tilskilaðir í kredittavtaluni ella í aðrari avtalu við brúkaran.
Stk. 5. Útrokningin av árliga kostnaðinum í prosentum er grundað á ta fyritreyt, at kredittavtalan hevur gildi avtalaða tíðarskeiðið, og at kredittveitarin og brúkarin halda sínar skyldur samsvarandi teimum treytum og tíðarfreistum, sum eru ásettar í kredittavtaluni.
Stk. 6. Fyri kredittavtalur, sum loyva skiftandi lánsrentu, og, har tað er viðkomandi, skiftandi kostnaðum, sum verða roknaðir upp í árligu kostnaðirnar í prosentum, men sum ikki kunnu verða gjørdir upp, tá ið árligi kostnaðurin í prosentum verður ásettur, verða árligu kostnaðirnir í prosentum roknaðir við tí fyritreyt, at lánsrenta og aðrir kostnaðir eru, sum upprunaliga ásett. Henda útrokning er galdandi, til kredittavtalan fer úr gildi.
Stk. 7. Í tann mun tað gerst neyðugt, kunnu ískoytisfyritreytir í skjali 1 í kunngerðini verða nýttar at rokna árligu kostnaðirnar í prosentum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 2. november 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Grundlíkning, sum vísir javnvirðið millum brúktar kredittmøguleikar øðrumegin og afturgjaldingar og kostnaðir hinumegin
1. Grundlíkningin
Í grundlíkningini, sum ásetir árligu kostnaðirnar í prosentum (ÁKP), verður - roknað fyri eitt ár - javnatekn sett ímillum alt nútíðarvirðið av teimum brúktu kredittmøguleikunum og alt nútíðarvirðið av afturgjaldingum og goldnum kostnaðum:
2. Týdningurin av bókstavum og teknum
1) X er ÁKP.
2) m er nummarið á seinast brúkta kredittmøguleikanum.
3) k er nummarið á brúktum kredittmøguleikum, har 1 ≤ k ≤ m .
4) Ck er støddin á brúkta kredittmøguleikanum k.
5) tk er tíðarbilið, roknað í árum ella brotpørtum av einum ári, millum tíðina fyri fyrst brúkta kredittmøguleikan og tíðirnar fyri hvønn av teimum fylgjandi brúktu kredittmøguleikunum, har t1 = 0.
6) m´ er nummarið á seinastu afturgjalding ella kostnaðargjalding.
7) l er nummarið á einari afturgjalding ella kostnaðargjalding.
8) Dl er støddin á afturgjaldingini ella kostnaðargjaldingini.
9) s1er tíðarbilið, roknað í árum ella brotpørtum av einum ári, millum tíðina fyri fyrst brúkta kredittmøguleikan og tíðirnar fyri hvørja av teimum fylgjandi brúktu afturgjaldingunum ella kostnaðargjaldingunum.
3. Viðmerkingar
1) Tær upphæddir, sum partarnir gjalda ymsar tíðir, eru neyðturviliga ikki líka stórar og verða neyðturviliga ikki goldnar við líka longum millumbilum.
2) Byrjanartíðin er tíðin, tá ið fyrsti kredittmøguleikin verður brúktur.
3) Tíðarbilið millum tíðirnar, sum verður nýtt í útrokningini, verður skrivað í árum ella brotpørtum av einum ári. Eitt ár verður sett at vera 365 dagar (leypár 366 dagar), 52 vikur ella 12 líka langar mánaðir. Hvør mánaður verður settur at vera 30,41666 dagar (= 365/12), sama um talan er um leypár.
4) Úrslitið av útrokningunum verður skrivað við minst einum desimali. Er tann næsti desimalurin fimm ella størri, verður undanfarni desimalurin hækkaður við einum.
5) Líkningin kann verða umskrivað, so bara ein summur verður brúktur, umframt hugtakið flytingar (Ak), sum kunnu vera positivar ella negativar, t.e. ávikavist goldið ella fingið í tíðarskeiðum 1 til k, skrivað í árum. Tað vil siga:
her er S flytisaldan, sum hon er í løtuni. Er málið at varðveita javnvirði millum flytingarnar, verður virðið null.
4. Ískoytisfortreytir at nýta, tá ið árligu kostnaðirnir í prosentum verða roknaðir
1) Loyvir ein kredittavtala einum brúkara frítt at brúka kredittmøguleikan, verður øll kredittupphæddin í síni heild mett at vera brúkt beinanvegin.
2) Loyvir ein kredittavtala einum brúkara yvirskipað frítt at brúka kredittmøguleikan, men sum eisini - millum teir ymsu møguleikarnar at brúka kredittmøguleikan - ásetir eina avmarking viðvíkjandi upphædd og tíðarskeiðum, verður kredittupphæddin mett at vera brúkt ta fyrstu í kredittavtaluni ásettu dagfestingina og í samsvari við hesar avmarkingar viðvíkjandi tí at brúka kredittmøguleikan.
3) Loyvir ein kredittavtala ymsum møguleikum at brúka kredittmøguleikan við ymsum kostnaðum ella debitorrentum, verður øll kredittupphæddin mett at vera brúkt við hægsta kostnaði og debitorrentu svarandi til tann nýtslumøguleikan, sum oftast verður brúktur í sambandi við viðkomandi kredittavtaluslag.
4) Er talan um ein kassakreditt, verður øll kredittupphæddin í síni heild mett at vera brúkt og fyri alla gildistíðina. Er gildistíðin fyri kassakredittin ikki kend, verða árligu kostnaðirnir í prosentum roknaðir eftir tí fyritreyt, at gildistíðin er tríggjar mánaðir.
5) Er talan um eina kredittavtalu, sum ikki er tíðaravmarkað, tó ikki ein kassakreditt, verður roknað við:
a) At kreditturin er tøkur í eitt ár, roknað frá dagfestingini fyri fyrstu nýtsluna av kredittmøguleikanum, og at endaliga gjaldið hjá brúkaranum fevnir um alla útistandandi skuld, kapital, rentur og aðrar møguligar kostnaðir.
b) Brúkarin skal gjalda kapitalin aftur í javnstórum mánaðargjøldum, fyrstu ferð ein mánað eftir dagfestingina fyri fyrstu nýtsluna av kredittmøguleikanum. Í teimum førum, tá ið kapitalurin í síni heild skal verða afturgoldin í einum í hvørjum gjaldskeiði, skal fylgjandi nýtsla brúkarans av kredittmøguleikanum, og afturgjaldingin av øllum kapitalinum, harafturímóti verða sett at fara fram í tíðarskeiði, sum er eitt ár. Rentur og aðrir kostnaðir verða ásettir í samsvari við hesa nýtslu av kredittmøguleikanum og kapitalurin afturgoldin sum ásett í kredittavtaluni.
6) Er talan um aðrar kredittavtalur enn kassakredittir og ikki tíðaravmarkaðar kredittir, sum fyritreytirnar í 4 og 5 fevna um:
a) Kann dagfesting ella upphædd fyri eina afturgjalding av kapitali, hjá einum brúkara, ikki verða staðfest, verður roknað við, at afturgjaldingin skal vera í samsvari við fyrstu dagfestingina í kredittavtaluni og lægstu upphædd, sum avtalan loyvir.
b) Ber ikki til at staðfesta dagfestingina, tá ið kredittavtalan er gjørd, verður tíðin fyri fyrstu nýtsluna av kredittmøguleikanum sett at vera tann dagfestingin, sum svarar til stytsta tíðarbilið millum nevndu dagfesting og dagin, tá ið brúkarin skal gjalda fyrsta gjaldið.
7) Ber ikki til, við støði í kredittavtaluni og fyritreytunum í nr. 4, 5 ella 6, at staðfesta dagfestingina og upphæddina, sum brúkarin skal gjalda, verður ásett, at gjaldingin verður samsvarandi teimum dagfestingum og upphæddum, sum kreditor krevur, og eru hesi ikki kend, skulu:
a) rentur verða goldnar saman við gjøldunum fyri kapitali,
b) aðrir kostnaðir enn rentur verða goldnir sum ein eingangsupphædd, tá ið kredittavtalan verður gjørd,
c) aðrir kostnaðir enn rentur verða goldnir sum fleiri gjøld við regluligum millumbilum fyrstu ferð dagin, tá ið fyrsta afturgjaldingin av kapitali verður goldin, og eru hesar upphæddir ikki kendar, skulu tær verða mettar at vera javnstórar, og
d) endaliga gjaldið skal fevna um alla útistandandi skuld, kapital, rentur og aðrar møguligar kostnaðir.
8) Er enn eingin avtala gjørd um mestu upphædd fyri kredittin, verður hon sett at vera 11.200 kr.
9) Verða bodnar fram ymsar debitorrentur og kostnaðir, eitt avmarkað tíðarskeið og fyri eina avmarkaða upphædd, verða debitorrentan og kostnaðirnir settir at vera hægst møgulig alla gildistíðina fyri kredittavtaluna.
10) Í sambandi við kredittavtalur, har ein føst debitorrenta er ásett fyrsta tíðarskeiðið, og nýggj debitorrenta verður ásett, tá ið hetta skeiðið er runnið, og har rentan síðan verður lagað eftir einum indikatori, sum avtala er gjørd um, verða árligu kostnaðirnir í prosentum grundaðir á ta fyritreyt, at frá tí at skeiðið við fastari debitorrentu er runnið, er debitorrentan tann sama sum debitorrentan, sum ta tíðina kann verða roknað eftir teimum árligu kostnaðunum í prosentum grundað á fyrrnevnda indikator hesa tíðina.