Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 12-10-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 138 frá 3. oktober 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. oktober 2018Nr. 138

Kunngerð um broyting í kunngerð um innflutning av rúsdrekka hjá ferðandi

(Øl og cider verða javnsett)

§ 1

Í kunngerð nr. 146 frá 15. desember 2005 um innflutning av rúsdrekka hjá ferðandi, sum broytt við kunngerð nr. 121 frá 14. september 2011, verður § 1 orðað soleiðis:

§ 1. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær til egna nýtslu:

1)   3 litrar av rúsdrekka frá 22 og til og við 60 rúm-prosentum av alkoholi,

2)   9 litrar av víni ella øðrum rúsdrekka við í mesta lagi 22 rúmprosentum av alkoholi, og

3)   10 litrar av øli ella cider.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 3. oktober 2018

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)