Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. desember 1990Nr. 138
Kunngerð um kavaraútgerð, um tryggleika og um læknakanning hjá kavarum
Við heimild í §§ 3, 4, 8, 9 og 11 í løgtingslóg nr. 54 frá 20. apríl 1970 um kavaravinnu hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Eftirlit við kavaraútgerð og tryggleika hjá kavarum verður útint eftir krøvunum í kunngerðum frá ínaðarmálaráðnum nr. 29 frá 15. januar 1988 og nr. 30 frá 15. januar 1988 um kavaraútgerð og um tryggleika hjá kavarum.
Stk. 2. Tær heimildir, sum Søfartsstyrelsen hevur eftir hesi kunngerð, fær Arbeiðseftirlitið.
§ 2. Læknakanning eftir §§ 3 og 4 í løgtingslógini verður útint samsvarandi krøvunum í kunngerð frá ídnaðarmálaráðnum nr. 501 frá 25. november 1985 um læknakanning av vinnukavarum.
Stk. 2. Tær heimildir, sum Direktoratet for Statens Skibstilsyn (Søfartsstyrelsen) hevur eftir hesi kunngerð, fær Arbeiðseftirlitið.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 13 í lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin og fer samstundis úr gildi kunngerð nr. 30 frá 6. juli 1971 um kavaraútgerð og tryggleika hjá kavarum, sum broytt við kunngerð nr. 34 frá 31. mai 1979 og kunngerð nr. 8 frá 24. januar 1983.
Føroya Landsstýri, 3. desember 1990
Jógvan I. Olsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)