11. august 2025Nr. 138
Kunngerð um gjøld fyri at geva út og endurnýggja sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv
Við heimild í § 12, stk. 1, í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Fyri at geva út sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv krevur Sjóvinnustýrið avgreiðslugjald upp á 855 kr.
Stk. 2. Skjøl, nevnd í § 1, verða útflýggjað, tá avgreiðslugjaldið er goldið.
§ 2. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fær gildi.
Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 112 frá 7. september 2009 um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum úr gildi.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. august 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)