Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2005Nr. 138
Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. oktober 2006
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni og § 32, stk. 4 í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 11. november 2004, verður ásett:
§ 1. Upphæddirnar fyri 2006 eru:
Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
|
| Árliga |
| Grundupphædd til fólkapensjón – støk | 50.028,00 |
| Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør | 39.756,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk | 60.864,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør | 48.372,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – støk | 33.024,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – gift hvør | 25.560,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk | 60.492,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør | 54.636,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk | 19.644,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør | 17.064,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk | 18.540,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør | 14.892,00 |
| Hjálparviðbót | 30.372,00 |
| Røktarviðbót | 60.612,00 |
| Avlamisviðbót/avlamisveiting | 28.404,00 |
| Frádráttarfrí inntøkupphædd fyri fólkapensjónistar | 52.100,00 |
| Frádráttarfrí inntøkupphædd fyri fyritíðarpensjónistar | 78.200,00 |
Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
|
| Árliga |
| Upphædd til persónligan tørv til persónar yvir 60 ár | 10.248,00 |
| Upphædd til persónligan tørv til persónar undir 60 ár | 12.288,00 |
| Gjald fyri umlætting | 112,31 (um samdøgrið) |
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
|
| Árliga |
| Upphædd | 5.340,00 |
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. 1)
|
| Árliga |
| Barnagjald smb. § 5 | 10.944,00 |
| Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 | 631,72 (eingangsupphædd) |
| Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 | 1.080,95 (mánaðarliga) |
| Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2 | 10.944,00 |
| Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3 | 21.888,00 |
Løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni og lovbekendtgørelse om offentlig forsorg
| Gjald fyri umlætting | 112,31 (um samdøgrið) |
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar mánað 2006.
Almanna- og heilsumálaráðið 13. desember 2005
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. oktober 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá januar mánaða 2006.”