Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. oktober 2021Nr. 138
Kunngerð um óheftni hjá góðkendum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum
Við heimild í § 22, stk. 4 og § 51, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Almennar reglur
§ 1. Grannskoðari má ikki gera uppgávur, sum § 1, stk. 2 í løgtingslógini fevnir um, tá hóttanir eru, sum kunnu vekja ivan hjá einum vælkunnaðum triðjamanni um óheftni grannskoðarans.
Stk. 2. Um viðurskifti eru, sum hótta óheftni, sbr. § 22, stk. 3 í løgtingslógini, skal grannskoðarin fremja neyðug trygdartiltøk, til tess at minka um hesar hóttanir. Um óheftni grannskoðarans, hóast framdu trygdartiltøkini, framvegis er í vanda, skal grannskoðarin lata vera við at gera uppgávuna.
Hóttanir móti óheftni
§ 2. Hóttanir sambært § 1, stk. 1 eru altíð til staðar, sbr. § 22, stk. 2 í løgtingslógini, tá:
1) Granskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, eru ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava verið í einum leiðandi starvi í virkinum, sum uppgávan viðvíkur, og sum partur av starvinum hevði ávirkan á tað, sum uppgávan viðvíkur.
2) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, hava ein beinleiðis ella týðandi óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í tí virkinum, sum uppgávan viðvíkur.
3) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, hava ein týðandi beinleiðis fíggjarligan áhuga í einum virki, sum er knýtt at virkinum, sum uppgávan viðvíkur.
4) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, biðja um ella fáa peningagávur ella aðrar gávur, takkargávu ella líknandi fyrimunir frá tí virki, sum uppgávan viðvíkur, ella frá einum virki, sum er knýtt at viðkomandi virki, uttan so at virðið er uttan týdning.
5) Grannskoðanarvirkið, grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður gjørd, á annan hátt hava eitt handilsligt samband við tað virkið, sum uppgávan viðvíkur, ið inniber ein felags handilsligan ella fíggjarligan áhuga, uttan so at tað handilsliga sambandið verður framt innanfyri vanligt virksemi hjá báðum pørtum, við vanligum handilsligum treytum og ikki er somikið stórt, at tað hóttir óheftni. Uttan mun til slag av treytum er krossgrannskoðan tó ongantíð loyvd.
6) Grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávu, sbr. § 1, stk. 1 ella hava eftirlit við, at uppgávan verður gjørd, gjøgnum tøtt familjubond eru knýttir at persónum, sum:
a) hava ein týðandi beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í virkinum ella í týðandi mun luttaka í øðrum sløgum av viðurskiftum viðvíkjandi fíggjarligum instrumentum, sum verða garanterað ella á annan hátt stuðlað av tí virkinum, sum uppgávan viðvíkur,
b) hava eitt leiðandi starv hjá tí, sum ynskir at fáa uppgávuna gjørda, ella hjá tí, sum uppgávan viðvíkur,
c) hava beinleiðis ávirkan á fremjan av arbeiðinum, sum uppgávan viðvíkur,
d) fáa peningagávur ella aðrar gávur, takkargávu ella líknandi fyrimunir frá tí virki, sum uppgávan viðvíkur, ella frá einum virki, sum er knýtt at viðkomandi virki, uttan so at virðið er uttan týdning, ella
e) hava handilsligt samband við tað virkið, sum uppgávan viðvíkur, uttan so at sambandið er at meta sum vanligt virksemi, og ikki er ein týðandi hóttan móti óheftni grannskoðarans.
7) Virkið, sum uppgávan viðvíkur:
a) hevur beinleiðis ella týðandi óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í grannskoðanarvirkinum, sum grannskoðarin er knýttur at, ella
b) hevur rætt til at velja limir í nevndina hjá grannskoðanarvirkinum ella í nevndina hjá móðurfelagnum hjá grannskoðanarvirkinum.
Stk. 2. Hóttanir, sum eru nevndar í stk. 1, eru altíð somikið týðandi, at eingin trygdarfyriskipan kann minka um hóttanina til eitt støði, sum kann góðtakast, og grannskoðari skal altíð halda seg frá at gera uppgávuna, sbr. tó §§ 3 og 4.
Stk. 3. Tøtt familjubond, sum nevnd í stk. 1, nr. 6, eru við:
1) hjúnafelagar, sambúgvandi og børn undir uppihaldsskyldu,
2) aðrar familjulimir, sum innanfyri tað síðsta árið hava verið í sama húsarhaldi sum viðkomandi, og
3) løgfrøðiligir persónar, har ein persónur fevndur av nr. 1 ella 2 hevur leiðsluábyrgd, ella har ein av hesum persónum hevur beinleiðis ella óbeinleiðis eftirlit, ella løgfrøðiligi persónurin er settur á stovn til fyrimuns fyri ein av hesum persónum, ella fíggjarligu áhugamálini í tí stóra og heila eru samanfallandi við tey hjá einum av hesum persónunum.
Serstøk viðurskifti
§ 3. Er ein hóttan, sum umrødd í § 2, stk. 1, nr. 6, sum grannskoðarin ikki hevur ásannað og ikki átti at hava ásannað, er § 1, stk. 1 bert galdandi frá tí, at grannskoðarin verður varugur við hóttanina.
Stk. 2. Hevur hóttanin við grannskoðaran sjálvan at gera, skal grannskoðarin lata vera við at fremja uppgávuna.
Stk. 3. Hevur hóttanin við ein annan persón á grannskoðanarvirkinum at gera, sum er knýttur at uppgávuni ella hevur eftirlit við fremjan av uppgávuni, skal viðkomandi beinanvegin verða tikin úr grannskoðanartoyminum, ella um viðkomandi ikki er við í toyminum, verða útihýstur frá at verða við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Í slíkum føri skal grannskoðarin vísa serligt umhugsni, tá viðkomandi arbeiðsskjøl hjá viðkomandi verða gjøgnumgingin.
§ 4. Er ein hóttan, sum umrødd í § 2, stk. 1, nr. 2, skal tann fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Um hetta ikki verður gjørt, skal grannskoðarin halda seg frá at gera uppgávuna.
Stk. 2. Hevur hóttanin við ein annan persón í grannskoðanarvirkinum at gera, sum er knýttur at uppgávuni ella hevur eftirlit við fremjan av uppgávuni, skal fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Inntil tann fíggjarligi áhugin er avhendaður, skal viðkomandi persónur takast úr grannskoðanartoyminum, ella, um viðkomandi ikki er við í toyminum, ikki lata viðkomandi sleppa at vera við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Um hetta ikki verður gjørt, skal grannskoðarin lata vera við at gera uppgávuna.
Stk. 3. Hevur hóttanin við ein persón at gera, sum umrøtt í stk. 2, men uttan at grannskoðarin hevur ásannað ella átti at hava ásannað, at ein slík hóttan var til staðar, skal tann fíggjarligi áhugin verða avhendaður skjótast gjørligt og í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin hevur fingið at vita um viðurskiftini. Inntil tann fíggjarligi áhugin er avhendaður, skal viðkomandi persónur takast úr grannskoðanartoyminum ella, um viðkomandi ikki er við í toyminum, skal viðkomandi ikki sleppa at vera við til at taka avgerðir uppgávuni viðvíkjandi. Í slíkum føri skal grannskoðarin vísa serligt umhugsni, tá viðkomandi arbeiðsskjøl hjá viðkomandi verða gjøgnumgingin. Um treytirnar í 1. og 2. pkt. ikki verða yvirhildnar skal grannskoðari halda seg frá at gera uppgávuna.
Virkir av almennum áhuga
§ 5. Hóttanir, sum nevndar í § 1, stk. 1 eru harumframt altíð til staðar, tá ið uppgávan viðvíkur einum virki av almennum áhuga, og grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum:
1) út yvir tey krøvini, ið verða sett til góðan grannskoðanarsið, hava havt bókhald ella líknandi skrásetingar, sum eru grundarlag undir teimum viðurskiftum, sum uppgávan viðvíkur, ella hava verið við í arbeiðinum at gera tað skjalið, sum uppgávan viðvíkur, ella
2) innanfyri tey seinastu 2 árini hevur gjørt úttøkulistar til setan av starvsfólkum til týðandi leiðslustørv innan fíggjar- og fyrisitingarøki á virkinum ella á líknandi hátt luttikið í setanartilgongdini.
Stk. 2. Hóttanir sambært stk. 1 eru altíð somikið týðandi, at eingin trygdarfyriskipan kann minka um hóttanina til eitt støði, sum kann góðtakast, og grannskoðari skal altíð halda seg frá at gera uppgávuna.
Aðrar hóttanir mótvegis óheftni
§ 6. Hóttanir, sum nevndar í § 1, stk. 1, kunnu, umframt í teimum í §§ 2 og 5 nevndu førum, millum annað vera til staðar, um:
1) grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjan av uppgávuni, fremja ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava framt aðrar uppgávur av slíkum slagi fyri tað virkið, sum váttanin viðvíkur, at grannskoðarin við at veita váttanina í høvuðsheitum hevði úttalað seg um arbeiðið hjá sær sjálvum ella hinum persónunum á grannskoðanarvirkinum,
2) grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjan av uppgávuni, úteftir í sambandi við løgfrøðilig trætumál eru ella innanfyri tey seinastu 2 árini hava verið umboð fyri tað virkið ella viðskiftafólkið, sum uppgávan viðvíkur,
3) aðrir persónar enn teir í § 2, stk. 1, nr. 6, sbr. stk. 3, nevndu, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, sum gevur váttanina, hava ella innanfyri 2 tey seinastu árini hava havt eitt samband við tað virkið, um hvørs viðurskifti váttanin skal veitast, at grannskoðarin ikki kundi veitt váttanina, um grannskoðarin sjálvur hevði havt eitt samsvarandi samband, ella
4) grannskoðari ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjan av uppgávuni, gjøgnum onnur ættarbond enn tey í § 2, stk. 3 nevndu, eru knýtt at persónum, sum:
a) hava ein týðandi beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjarligan áhuga í virkinum ella í týðandi mun luttaka í øðrum sløgum av viðurskiftum viðvíkjandi fíggjarligum instrumentum, sum verða garanterað ella á annan hátt stuðlað av tí virkinum, sum uppgávan viðvíkur,
b) hava eitt leiðandi starv hjá tí, sum ynskir at fáa uppgávuna gjørda, ella hjá tí, sum uppgávan viðvíkur,
c) hava beinleiðis ávirkan á fremjan av arbeiðinum, sum uppgávan viðvíkur,
d) fáa peningagávur ella aðrar gávur, takkargávu ella líknandi fyrimunir frá tí virki, sum uppgávan viðvíkur, ella frá einum virki, sum er knýtt at viðkomandi virki, uttan so at virðið er uttan týdning, ella
e) hava handilsligt samband við tað virkið, sum uppgávan viðvíkur, uttan so at sambandið er at meta sum vanligt virksemi, og ikki er ein týðandi hóttan móti óheftni grannskoðarans.
Stk. 2. Fyriliggur ein hóttan, sum nevnd í stk. 1, skal grannskoðarin ella grannskoðanarvirkið seta trygdarfyriskipanir í verk, sum skulu minka um hóttanirnar. Er hóttanin av slíkum slagi í mun til íverksettu trygdarfyriskipanirnar, at óheftni grannskoðarans ella granskoðanarvirkisins er ella verður í vanda, skal grannskoðarin lata vera við at gera uppgávuna.
Netverk
§ 7. Persónar í netverkinum hjá grannskoðanarvirkinum, sum kunnu hava ávirkan á arbeiðið, eru somuleiðis fevndir av teimum í §§ 2-6 nevndu reglum.
Stk. 2. Netverk er at skilja sum ein størri bygnaður:
1) ið hevur til endamáls at skipa eitt samstarv, og sum ein grannskoðari ella eitt grannskoðanarvirki tekur lut í, og
2) sum greitt hevur til endamáls at býta yvirskot og útreiðslur ella at hava sama ognarrætt, umsjón ella leiðslu, sama góðskupolitikk og góðskumannagongdir, eina felags handilsætlan, nýta sama virkisnavn, ella eru felags um ein munandi part av tí yrkisliga tilfeinginum.
Revsing
§ 8. Brot á §§ 2-5 verða revsað við sekt. Brot á § 6, ið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, verður revsað við sekt.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 5 frá 17. februar 2010 um óheftni grannskoðarans og grannskoðanarvirkisins úr gildi.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. oktober 2021
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)