22. desember 2000Nr. 138
Kunngerð um innkrevjing av gjaldi fyri ólógligan steðg ella ólógliga parkering
Við heimild í § 58 e, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 7. mars 2000, verður ásett:
§ 1. Gjaldið fyri brot á tær í § 58 e, stk. 1, í ferðslulógini fyrisettu reglur um steðg og parkering, skal rindast Føroya Landfúta innan 10 dagar frá tí degi, tað er álagt. Verður roynt at krevja gjaldið frá eigaranum (nýtaranum) eftir § 58 e, stk. 4, í ferðslulógini, fær hann eina freist at rinda gjaldið upp á minst 10 dagar roknað frá tí degi, hann hevur fingið boð um gjaldskravið.
§ 2. Landfútin kann í serstøkum førum eftirgeva gjaldið ella leingja gjaldsfreistina.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 83 frá 6. november 1979 um gjald fyri ólógligan steðg og ólógliga parkering, við seinni broytingum.
Vinnumálastýrið, 22. december 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)