Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. november 1988Nr. 138
Kunngerð um avmarkingar í upplýsingarskylduni sambært skattalógini viðvíkjandi rentum, innistandandi, lánum v.m. fyri 1988
Við heimild í § 2, stk. 3 og 10 í løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1987 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og í §§ 120 b, stk. 4, 120 h, stk. 3 og 120 j, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Upplýsingarskyldan um rentur, sum eru tilskrivaðar ella góðskrivaðar í 1988 og somuleiðis fyri innistandandi á konti í 1988, samanber § 120 b í skattalógini, fellur burtur fyri 1988.
Stk. 2. Reglurnar um upplýsingarskyldu, samanber § 120 b í skattalógini, fáa gildi fyri rentur, sum verða tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1988 og fyri seinni ár. Fráboðan um innistandandi skal fyrstu ferð latast um innistandandi við árslok í 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður eftir reglunum í skattalógini.
§ 2. Innlatingarskyldan fyri upplýsingarskyldu sambært §§ 120 h og 120 j í skattalógini fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar í 1988, fellur burtur fyri álmanakkaárið 1988. Somuleiðis fellur innlatingarskyldan um skuld og áljóðandi virði, samanber 1. pkt. í 1988, burtur fyri álmanakkaárið 1988.
Stk. 2. Reglurnar um innlatingarskyldu, samanber §§ 120 h og 120 j í skattalógini, fáa gildi fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar aftaná 31. desember 1988 og seinni ár. Fráboðan um skuld og áljóðandi skal fyrstu ferð latast inn pr. 31. desember 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður sambært reglunum í skattalógini.
§ 3. Upplýsingar sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j í skattalógini, samanber eisini § 1 og § 2 í hesi kunngerð skulu latast Líkningarráðnum innan 20. januar. Upplýsingarnar fyri 1989 skulu sostatt latast Líkningarráðnum fyrstu ferð innan 20. januar 1990.
§ 4. Brot á hesa kunngerð kann verða sektað eftir § 120 l í skattalógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.