Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 02-10-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 139 frá 2. oktober 1992 um skyldu hjá læknum og tannlæknum at siga Arbeiðseftirlitinum frá vinnusjúkum

Við heimild í § 33, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:

 § 1. Læknar og tannlæknar, sum í yrki sínum staðfesta ella fáa illgruna um, at fólk hava fingið heilsubrek av arbeiði, skulu boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum.

 § 2. Skyldan at boða frá dettur burtur, um læknin ella tannlæknin hava tryggjað sær, at starvsfelagi hevur sagt frá tí sama.

 § 3. Fráboðanin verður send Arbeiðseftirlitinum beinanvegin, tá læknin ella tannlæknin staðfestir ella fær illgruna um, at heilsubrek kann verða elvt av arbeiði.

 § 4. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir § 40 í lógini.

 § 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.