3. november 2022Nr. 139
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini
(Oljuískoyti eftir løgtingslóg um familjuískoyti telur ikki sum inntøka o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015 og kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”
2. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “hjálparviðbót” sett: “, oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 3. november 2022
Sólvit E. Nolsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)