Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. oktober 1018Nr. 139
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018
(Nøgd sett av til vinnuligar fiskiroyndir)
§ 1
Í kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. februar 2018, kunngerð nr. 34 frá 20. apríl 2018 og kunngerð nr. 87 frá 28. juni 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 6, 1. pkt. verður “41.912 tons” broytt til: “33.530 tons”.
2. Í § 6 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 8.382 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 9 a. Hendan kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.”
3. Aftan á § 9 verður sett:
“Vinnuligar fiskiroyndir
§ 9 a. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata fiskifari undir føroyskum flaggi lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 6, stk. 2.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 22. oktober 2018, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 9. oktober 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)