Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mars 2020Nr. 14
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Týskt sum upptøkukrav verður strikað á búskaparbreytini og fyrireikingarbreytini)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, kunngerð nr. 60 frá 11. mai 2016, kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019 og kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 1, nr. 4, litra a verður orðað soleiðis:
“a) Á búskaparbreytini: Velur umsøkjari ávíst framhaldsmál, skal hann hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli.”
2. Í § 7, stk. 1, nr. 2 verður “, týskum” strikað.
§ 2
Í kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019 um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin) verður í § 2 “august 2022” broytt til: “august 2023”.
§ 3
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 2. mars 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)