Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mars 2019Nr. 14
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Upptøka í serflokk og broytingar í reglum um upptøku til hægri fyrireikingarbreyt)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015 og kunngerð nr. 60 frá 11. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 2, stk. 5, § 16, stk. 2, § 24, § 25, stk. 4 og 6 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 15. mai 2014, verður ásett:”
2. Aftan á § 4, men áðrenn yvirskriftina yvir § 5, verður sett:
“Upptøka í serflokk
§ 4 a. Umframt vanligu upptøkutreytirnar skulu umsøkjarar til serflokkar til upptøkusamrøðu í avvarðandi útbúgvingarstovni.
Stk. 2. Ein upptøkubólkur umboðandi útbúgvingarstovnin, Sernám og Almannaverkið hevur samrøður við umsøkjarar til serflokkar.
Stk. 3. Upptøkubólkurin ger tilmæli til leiðara útbúgvingarstovnins, ið tekur avgerð um upptøku.
Stk. 4. Tilmælið frá upptøkubólkinum tekur støði í fakligu og sosialu heildarstøðu næmingsins í mun til serflokkatilboðið.
Stk. 5. Tilmælið tekur eisini støði í raðfestum plássi, hølisplássi og flokssamanseting.”
3. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Umsøkjarar, sum ikki lúka treytirnar í § 4, t.d. tí tey koma úr útlendskari skipan, ið ikki samsvarar við ta føroysku, kunnu tó verða tiknir upp við støði í meting leiðara útbúgvingarstovnsins. Meting leiðarans skal byggja á møgulig ársmet og royndarmet, sum umsøkjarin hevur við sær, á møgulig førleikaummæli og á samrøðu ella á møguliga fakliga upptøkuroynd í einari ella fleiri lærugreinum.”
4. Í § 7 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Umsøkjarin skal hava lokið royndirnar í stk. 1, nr. 1-3 við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
5. § 7, stk. 3, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Umsøkjarar til 2 ára fyrireikingarbreytina, sum ikki lúka krøvini um upptøku sambært stk. 2, verða kallaðir inn til upptøkusamrøðu á tí stovni, teir hava sett sum fyrsta breytaynski. Samrøðan er grundarlag undir avgerð útbúgvingarleiðarans um upptøku.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 5. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)