Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. apríl 2004Nr. 14
Kunngerð um innflutning av eksotiskum dýrum
Við heimild í § 13, stk. 1, § 17 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) og § 1, stk. 1 og § 4, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø. verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin snýr seg um innflutning av eksotiskum dýrum til Føroya.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Eksotisk dýr: súgdýr (Mammalia), fuglar (Aves), skriðdýr (Reptilia), paddur (Amphibia), fiskar (Chondrichthyes og Osteichthyes) og ryggleys dýr (Invertebrata), sum ikki natúrliga hoyra heima í føroysku náttúruni.
2) Vandamikil eksotisk dýr: eksotisk dýr, sum við biti, eiturstingi ella á annan hátt kunnu verða til vanda fyri náttúru, menniskju ella djór.
3) Ikki vandamikil eksotisk dýr: eksotisk dýr, sum ikki kunnu verða til skaða fyri føroyskan gróður, føroyskt dýralív ella menniskju, um tey verða slept leys í náttúruni – íroknað smærri súgdýr, stovufuglar, skjaldbøkur, akvariufiskar og tílík.
4) Fyritøka: granskingarstovnur, djóragarður, akvarium, dýrahandlari og tílík, sum føra inn og/ella halda eksotisk dýr í fangilsi.
5) Dýraeigari: tann, sum eigur ella flytir inn eksotisk dýr.
Innflutningur og góðkenning
§ 3. Ikki er loyvt at innflyta eksotisk dýr til Føroya.
Stk. 2. Ikki er loyvt at sleppa eksotisk dýr leys í føroysku náttúruni.
§ 4. Hóast ásetingina í § 3, stk. 1 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan, eftir skrivliga umsókn, geva privatum persóni, sum er búsitandi í ella flytur til Føroya, loyvi til at flyta inn ikki vandamikil eksotisk dýr.
Stk. 2. Innflutt ikki vandamikið eksotiskt dýr til privatan persón skal hava heilsuskjal í tráð við fylgiskjalið við sær. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta nærri treytir fyri innflutningi og uppihaldi av eksotisku dýrunum.
§ 5. Hóast ásetingina í § 3, stk. 1 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan, eftir skrivliga umsókn, geva fyritøkum loyvi til at flyta inn ikki vandamikil eksotisk dýr.
Stk. 2. Fyritøka, sum ætlar at flyta inn og/ella halda eksotisk dýr í fangilsi, skal vera góðkend av og undir støðugum eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 3. Innflutt ikki vandamikið eksotiskt dýr til fyritøku skal hava heilsuskjal í tráð við fylgiskjalið við sær. Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetir nærri treytir fyri innflutning, góðkenning og eftirlit, íroknað krøv til innrætting av uppihaldsstaði (rúm, búður, akvarium og tílíkt) til eksotisku dýrini.
§ 6. Hóast ásetingina í § 3, stk. 1 kann Heilsufrøðiliga starvsstovan, eftir skrivliga umsókn, geva granskingarstovni loyvi til innflunting av vandamiklum eksotiskum dýrum eftir treytunum í § 5.
Eftirlit
§ 7. Tolleftirlitið skal kanna, at innflutt eksotiskt dýr hevur kravt innflutningsloyvi, sbr. § 4, stk. 1 og § 5, stk. 1 og kravt heilsuskjal, sbr. § 4, stk. 2 og § 5, stk. 3 frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tolleftirlitið skal senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni eitt avrit av heilsuskjalinum.
Stk. 2. Er ivi um gildið á innflutningsloyvinum, heilsuskjalinum ella um heilsustøðuna hjá dýrinum, ella manglar heilsuskjalið, skal Tolleftirlitið beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum.
§ 8. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við innflutningi av eksotiskum dýrum og hevur javnan veterinert eftilit við fyritøkum, sum eru góðkendar eftir § 5, stk. 2 og § 6.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera skjala-, samleika- og/ella fysiskt eftirlit við eksotiskum dýrum, sum eru, ella ætlandi verða, innflutt til Føroya.
Stk. 3. Farast skal við eksotiskum dýrum eftir reglunum í stk. 4 um:
1) eksotiska dýrið hevur tekin um sjúku, sum er nevnd í bólki A ella B í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum),
2) eksotiska dýrið ikki hevur fullgott heilsuskjal við sær ella
3) roynt verður at flyta inn eksotiska dýrið uttan neyðug heilsuskjøl.
Stk. 4. Í samráð við dýraeigaran ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um eksotiska dýrið skal:
1) sendast aftur til sendaralandið, um so er, at veterineri myndugleikin í sendaralandinum gevir loyvi til tess,
2) setast í sóttarhald eitt tíðarskeið, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan avgerð longdina av - hetta við atliti til smittuvandan,
3) koppsetast ella viðgerast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella
4) verða avlívað.
Gjøld
§ 9. Fyritøkur og privatir persónar skulu sjálvi rinda allar útreiðslur í sambandi við:
1) góðkenningar og eftirlit,
2) innflutning av eksotiskum dýrum,
3) djóralæknakanningar og viðgerðir í sambandi við innflutning av eksotiskum dýrum,
4) at dýrini møguliga ikki fáa innflutningsloyvi ella verða send aftur, har tey komu frá.
Kæra
§ 10. Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð kann kærast til Vinnumálaráðið.
Revsireglur
§ 11. Við bót verður tann revsaður, sum:
- brýtur reglurnar í § 3, § 4, stk. 2, § 5, stk. 2-3 og § 9.
- ikki fylgir boðunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir § 4, stk. 2, § 5, stk. 3, § 6 og § 8, stk. 4.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
Gildiskoma
§ 12. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 7. apríl 2004
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen, (sign.)
1) Fylgiskjal 1