Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2024Nr. 14
Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar
Við heimild í § 8 a í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992 og løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Sambært § 2 a í løgtingslógini hava persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar, valrætt til Løgtingið.
Stk. 2. Treytin fyri upptøku á vallistan fyri nevndu persónar er, at hesir:
1) hava fylt 18 ár, hava danskan heimarætt og ikki eru undir verjumáli eftir verjumálslógini § 6,
2) frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirliti í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans, og
3) ikki hava havt samanhangandi tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár.
§ 2. Veljarar, ið koma undir § 2 a í løgtingslógini, verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri upptøku á vallistan, at veljarin hevur sent inn umsókn eftir reglunum í §§ 3-5, og at avgerðin um upptøku á vallistan er tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
§ 3. Umsóknin, ið skal vera dagfest og undirskrivað av umsøkjaranum sjálvum, skal innihalda upplýsingar um veljarans:
1) fulla navn,
2) persónstal,
3) flytidag úr Føroyum,
4) seinasta bústað í Føroyum, fráboðaður fólkayvirlitinum,
5) bústað uttan fyri Føroyar, og
6) útbúgvingarørindi og útbúgvingarstað.
§ 4. Veljarar, ið koma undir § 2 a í løgtingslógini, skulu senda inn umsókn við at brúka oyðiblaðið sambært skjali 1 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Umsókn kann eisini latast inn talgilt gjøgnum talgiltu tænastuna Vangan, sí www.vangin.fo.
Stk. 3. Fullgilt lestrarprógv skal leggjast saman við umsóknini.
§ 5. Avgerð um upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum at rokna.
Stk. 2. Sendir veljarin, áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti, inn nýggja umsókn um nýggja upptøku á vallistan, verður tíðarskeiðið framlongt, til avgerð er tikin í málinum.
Stk. 3. Verður avgerð um nýggja upptøku á vallistan tikin, áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti, verður tíðarskeiðið stytt, soleiðis at avgerðin um nýggja upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum.
Stk. 4. Avgerðir um upptøku á vallistan av veljarum, ið koma undir § 2 a í løgtingslógini, detta burtur, tá ið veljarin aftur boðar frá flyting til eitt fólkayvirlit í Føroyum.
§ 6. Avgerðir hjá kommununum um upptøku á vallista av veljarum, ið koma undir § 2 a í løgtingslógini, skulu fráboðast Landsfólkayvirlitinum, sum førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum.
Løgmálaráðið, 8. mars 2024
Bjarni Kárason Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)
Skjal 1
Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar
NB. Avgerð um upptøku á vallistan skal vera tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin. Umsóknir, sendar inn stutt áðrenn valdagin, kunnu tí ikki væntast at vera avgreiddar til valið.
Sendast til
|
Fólkayvirlitið í seinastu bústaðarkommununi |
At útfylla av fólkayvirlitinum | |
|
|
Valrættardagur | |
|
Stempul |
Dagur | |
|
Sign. | ||
1. Umsøkjarin, sum vegna útbúgving fyribils hevur tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan
|
Øll fornøvn og millumnøvn:
|
Persónstal: |
|
Eftirnavn:
| |
|
Bústaður uttanlands:
| |
|
Seinasti bústaður í Føroyum:
|
Flytidagur: |
2. Útbúgvingin uttanlands
|
Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum. Fullgilt lestrarprógv skal sendast við umsóknarblaðnum. |
3. Heimarættur og verjumál
|
Hevur umsøkjarin danskan heimarætt? |
Ja |
Nei |
|
Er umsøkjarin undir verjumáli eftir § 6 í verjumálslógini? |
Ja |
Nei |
4. Aðrar upplýsingar
|
|
5. Undirskrift
|
Dagur |
Undirskrift |
Óbein váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.