Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. februar 1998Nr. 14
Kunngerð um motorakfør og viðfestar vognar uppá 12.000 kg totalvekt ella yvir, ið verða skrásett til uttanlandsflutning
Við heimild í § 11, nr. 4 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m. við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Eftir áheitan skrásetir Bileftirlit Føroya akfør og viðfestar vognar uppá 12.000 kg. heildarvekt ella yvir til uttanlandsflutning.
§ 2. Uttanlandsflutningur sambært § 1 er vinnuligur vøruflutningur yvir landamørk.
§ 3. Tá akfar sambært § 1 er skrásett til uttanlandsflutning, skal orðið “UTTANLANDSFLUTNINGUR” standa í teiginum “Viðmerkingar” á skrásetingarskjali akfarsins. Eisini skal á sjónligum stað, aftan fyri á akfarinum, vera frámerki við orðingini “UTTANLANDSFLUTNINGUR”. Stavirnir skulu vera 7 cm til hæddar og 1,5 cm tjúkkir og skulu á liti týðuliga skilja seg frá botninum.
§ 4. Akfar sambært § 1, sum er skrásett til uttanlandsflutning, má ikki nýtast til annan innanlandsflutning enn slíkan, sum er partur av uttanlandsflutningi.
§ 5. Verður akfar sambært § 1, sum er skrásettt til uttanlandsflutning, nýtt til innanlandsflutning í stríð við hesar reglur, missir eigarin/nýtarin rættin at sleppa undan gjaldi og kann ikki fáa hann aftur, fyrr enn 2 ár eru liðin.
Stk. 2. Gjøldini verða kravd afturvirkandi fyri tað hálvárið, brotið er framt í.
§ 6. Er akfar sambært § 1 burturav nýtt til uttanlandsflutning síðan 1. juli 1996, kann akfarið verða skrásett til uttanlandsflutning frá 1. juli 1996 at rokna, um skrásetingin fer fram innan 1 mánað eftir, at hesar reglur eru ásettar, og verða gjøldini tá javnað samsvarandi.
§ 7. Við komu og fráferð úr Føroyum, hevur førarin á akfarinum skyldu til at fáa koyriseðilin ástemplaðan av tollvaldinum.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.