15. februar 2012Nr. 14
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, § 1, stk. 1, verður ”Jákup Mikkelsen, fólkaflokkurin, Klaksvík” broytt til: “Løgmaður fyri fyrst, sbr. § 49, stk. 3, 2. pkt.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 15. februar 2012.
Í Tinganesi, 15. februar 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)