Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. februar 1987Nr. 14
Kunngerð um frítíðarløn, sum broytt við kunngerð nr. 100 frá 12. august 1988
Við heimild í §§ 10, 2. stk., 21, 4. stk. og 22, 2. stk. í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 1) Líkningarráð Føroya fyrisitur skipanina viðvíkjandi inn- og útgjalding av frítíðarløn, sum er ásett í § 10, 2. stk. í lógini. Ráðið fyrisitur og útinnir tær uppgávur, sum lógin áleggur grunninum í sambandi við inn- og útgjalding av frítíðarløn.
Inngjøld
§ 2. Arbeiðsgevarin skal um tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð rinda frítíðarlønina saman við lønini á frítíðarlønarkonto avvarðandi løntakarafelags.
2. stk. Hevur løntakari einki umboðandi løntakarafelag at vísa á, skal frítíðarlønin, á sama hátt sum tilskilað í 1. stk., rindast á frítíðarlønarkonto hjá Frítíðargrunninum.
3. stk. Tað einstaka løntakarafelagið skal útvega sær eina frítíðarlønarkonto til at varðveita frítíðarlønir á. Løntakarafelagið kann útvega sær frítíðarlønarkonti í fleiri føroyskum peningastovnum, men kann í mesta lagi hava eina tílíka konto í hvørjum peningastovni.
4. stk. Løntakarafelagið hevur ikki ræði á peningi, sum stendur á frítíðarlønarkonti. Einans Líkningarráð Føroya kann ráða yvir innistandandi á frítíðarlønarkonti, tá ið tað er neyðugt í samband við fyrisitingina av skipanini. Renta av innistandandi á frítíðarlønarkonti skal rindast kontohavara sambært avtalu við avvarðandi peningastovn.
5. stk. Einans konti, sum eru góðkendar av Líkningarráði Føroya, kunnu nýtast til varðveitslu av frítíðarlønum. Yvirlit yvir góðkendar konti fæst frá Líkningarráði Føroya.
Útgjøld
§ 3. Frítíðarlønin fyri undanfarna innvinningarárið verður útgoldin frá og við 2. mai á hvørjum ári. Áðrenn 1. mai fær løntakarin frá Líkningarráði Føroya eina skrivliga útgreinan av frítíðarlønarupphæddini og fráboðan um, hvar peningurin er tøkur.
2. stk. Frítíðarløn sambært 1. stk., sum er ikki tikin út 1. mai árið eftir, fer í Frítíðargrunnin. Landsstýrið kann tó í serligum førum loyva útgjalding av frítíðarløn úr Frítíðargrunninum aftan á henda dag.
§ 4. Fyrimælini í §§ 2 og 3 eru eisini galdandi fyri frítíðarløn sambært § 11, 2. stk. í lógini ella aðrar lógligar avtalaðar frítíðarlønir, eitt nú frítíðarløn av úrtíð.
Onnur fyrimæli
§ 5. Løntakarin hevur skyldu til at lata arbeiðsgevaranum navnið á umboðandi løntakarafelag.
§ 6. Tá ið løntakari doyr, skal frítíðarlønin útgjaldast til búgvið.
§ 7. Arbeiðsgevari, sum ger brot á §§ 2 og 4 verður revsaður við sekt.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin.