Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. februar 2011Nr. 14
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 8 frá 19. januar 2011 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 fer “Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin, Tvøroyri.” úr embæti sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í staðin kemur “Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn”.
2) Í § 1, stk. 1 fer “Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn” úr embæti sum landsstýrismaður í heilsumálum, og í staðin kemur “John Johannessen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn”.
3) Í § 39, nr. 8 verður aftan á orðið ársroknskaparlóggáva sett: “, heruppií eisini um skipan av lutaíbúðafeløgum.”
4) Í § 45, nr. 1 verður aftan á “Húsaspurningar” og áðrenn “, leiguspurningar” sett: “ (tó ikki um skipan av lutaíbúðafeløgum)”.
§ 2
Fráboðanin kemur í gildi 21. februar 2011.
Løgmansskrivstovan, 21. februar 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)