Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. januar 1994Nr. 14
Kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 96 frá 6. november 2006
1) Við heimild í § 9, § 17 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 verður ásett:
1. Kapittul
Allýsingar o.a.m.
§ 1. Forskrift skal skiljast sum skrivlig ávísing ella bílegging í telefon av heilivági frá apoteki. Bílegging í telefaks er eisini at skilja sum forskrift. Forskrift er ætlað til ávísan persón ella ávíst dýr, ella viðvíkur heilivági til nýtslu í starvi hjá ávísandi sjálvum.
2. stk. Læknar, tannlæknar og djóralæknar kunnu ávísa heilivág á forskrift sum liður í útinnan av ávíkavist lækna-, tannlækna- og djóralæknayrki. Tannlæknar kunnu ikki geva forskrift til heilivág, nevndur í § 14.
§ 2. Heilivággoymslubílegging er at skilja sum bílegging av heilivági til útflýgging frá apoteki til heilivággoymslu, sbr. 5. kapittul. Leiðari við ábyrgd av goymsluni ella tiltaksfólk kunnu bíleggja til heilivággoymslu.
§ 3. Heilivágbílegging er at skilja sum bílegging av forskriftaskyldigum heilivági, til útflýgging frá apoteki og ætlað til tey í 6. og 7. kapittuli nevndu endamál. Heilivágbílegging kann eisini vera bílegging av øðrum heilivági. Heilivágbílegging kann fremjast av teimum fólkum, sum nevnd eru í 6. og 7. kapittuli.
2. Kapittul
Orðing av forskriftum
Vanligar forskriftir
§ 4. Oyðubløð til forskriftir frá læknum og tannlæknum skulu vera gjørd til endamálið, og góðkend av sjúkrakassunum og apoteksverkinum.
§ 5. Forskrift skal vera skilliga orðað, skrivað annaðhvørt við maskinu ella við væl lesiligari hondskrift. Á forskrift skulu ikki nýtast styttingar ella tekin, sum kunnu elva til misfatan.
§ 6. Forskrift skal vera dagfest, prentað ella stemplað við navni, starvsheiti, íroknað serlæknaheiti, telefonnummari, møguligari sjúkrahúsdeild og bústaði, og skal vera undirskrivað við hond av ávísaranum.
2. stk. Bert onnur blaðsíðan av oyðublaðnum skal nýtast til forskrift. Baksíðan skal vera ber og er ætlað apotekinum til átekningar.
§ 7. Á forskrift skal standa sjúkrakassanummar og/ella føðingardagur, navn og bústaður á tí persóni, sum forskriftin er stílað til.
2. stk. Skal heilivágur nýtast til persón undir 16 ár, skal aldurin tilskilast, og navnið á móðir ella faðir skal tá standa á forskriftini og sjúkrakassanummar hjá viðkomandi.
3. stk. Á forskrift til dýr skal tilskilast slag av dýri, navn og bústaður hjá eigaranum.
§ 8. Á forskrift til farmaseutiskan sertilbúning skal nýtast tað navnið, sertilbúningurin er skrásettur við, dispenseringarformur, eintýtt nøgd og styrki á heilivágnum, soleiðis at tað er ógjørligt at broyta forskriftina.
2. stk. Ásetanirnar í 1. stk. eru eisini galdandi fyri heilivág, sum ikki er marknaðarførdur í Føroyum, og sum verður útflýggjaður við serligum loyvi frá landsapotekaranum, sbr. § 35, 3. stk. og § 41, 2. og 4. stk. í Ll. 105/1988 um apoteksverkið og heilivág.
Stk. 3. 2) Tá ið lækni ávísur heilivág á forskrift, skal apotekið útflýggja synonyman og bíligasta heilivágin í staðin fyri tann heilivág, ið bílagdur er: generiskt umbýti. Umbýtið verður gjørt eftir reglunum í § 40.
Stk. 4. 2) Á forskriftini skal skilliga síggjast, um læknin ikki ynskir umbýti. Hetta verður gjørt við at skriva, “ikki umbýtast” ella,“- U”.
§ 9. Á forskrift til magistrellan tilbúning skal samansetingin verða skilað til, og møgulig leiðbeining í tilgerð. Eisini skal verða skilað til eintýtt nøgd, soleiðis at tað er ógjørligt at broyta forskriftina.
§ 10. Á forskrift skal standa leiðbeining um, hvussu heilivágurin skal verða nýttur og skamtan. Helst skal vera tilskilaður einkult- og samdøgurskamtur. Leiðbeiningin skal vera eyðskild.
2. stk. Víkur skamturin á heilivági frá vanligum viðgerðar/fyribyrgjandi skamti, skal á forskriftini týðuliga verða skilað til, at frávikið er tilætlað. Nøgdin á skamti skal verða strikað undir ella uppgivin eins væl við tølum sum við bókstavum.
3. stk. Á forskrift kann verða víst til leiðbeining, sum brúkarin skrivliga hevur fingið frá forskriftaávísaranum. Á forskriftina skal tá skrivast: , “Skamtur eftir skrivligari leiðbeining”.
§ 11. Tilskilan um, hvussu ofta og við hvørjum títtleika heilivágur kann útflýggjast, skal standa á forskriftini aftaná hvørt heilivágslag, ið krevur hesa tilskilan. Tilskilanin skal vera eyðskild.
§ 12. Heilivágur á forskrift, sum ikki er skrásettur í sertilbúningarskránni hjá skrásetingarráðnum yvir heilivág og sum minkar um førleikan at fáast við ella koyra motorakfør, sbr. ,,Bek. om forbrugerpakninger til lægemidler optaget i Sundhedsstyrelsens specialitetsregister“, skal útflýggjast við ávaringartekini, um ávísarin á forskriftini tilskilar hetta. Tilskilanin skal standa beint undir ávísingini, sbr. § 32.
§ 13. Verður forskrift til heilivág ávíst til egna nýtslu ella til nýtslu í starvi hjá forskriftaávísaranum, eru ásetanirnar í §§ 10 og 11 ikki galdandi.
2. stk. Á forskrift, har heilivágurin skal nýtast í samband við starvið hjá forskriftaávísaranum skal verða tilskilað: ,,Til nýtslu í starvi“.
§ 14. Á forskrift til heilivág, sum stendur í skjali 1, skal bert eitt slag av heilivági standa á hvørjum oyðublað.
§ 15. Á forskrift til heilivág, sum nevndur er í § 14, skal nøgd og styrki tilskilast eins væl við tølum sum við bókstavum.
§ 16. Um lækni á forskrift ávísir heilivág, sum inniheldur evni úr skjali 1a, til einstakling ella til nýtslu í starvi hjá ávísaranum sjálvum, eru ásetingarnar í §§ 14 og 15 galdandi.
Telefonforskriftir
§ 17. Bert persónar, sum nevndir eru í § 1, kunnu telefonera forskriftir til apotek.
2. stk. At telefonra forskriftir, eigur at vera avmarkað mest møguligt.
3. stk. Forskriftir, ið eru telefoneraðar, kunnu bert avgreiðast eina ferð.
§ 18. Tann, sum telefonerar forskriftir til apotek, skal upplýsa navn, starvsheiti og annað neyðugt, so full vissa fæst um, hvør viðkomandi er.
§ 19. Forskrift, ið verður telefonerað, skal verða skrivað beinleiðis á serligt oyðublað, gjørt til tað sama, frámerkt ,,Telefonforskrift“.
2. stk. Tað skrivaða skal verða uppafturtikið av móttakaranum so hvørt.
3. stk. Telefonforskrift skal av móttakaranum áteknast, so tað sæst, hvør hevur tikið ímóti.
§ 20. Farmaseutur skal taka ímóti, tá forskriftir verða telefoneraðar til apotek, sí kortini 2. stk.
2. stk. Apotekarin kann, um farmaseutur ikki er á apotekinum, eftir nærri ásettum reglum heimila apoteksassistenti at taka ímóti telefonforskriftum. Forskriftaávísarin skal í slíkum førum kunnast um, at viðkomandi ikki er farmaseutur.
§ 21. Upplýsingar eftir §§ 6-10 og § 13, 2. stk. eru eisini galdandi fyri telefonforskriftir (undantikið undirskrift).
2. stk. Á telefonforskriftum uppá heilivág til nýtslu í starvi hjá ávísaranum, nýtast tó ikki upplýsingarnir í §§ 7 og 10.
§ 22. Makaskjøl av telefonforskriftum skulu skjalgoymast á apotekinum í 1 ár.
Telefaksforskriftir
§ 23. Telefaksforskriftin skal lúka ásetanirnar í § 4 og innihalda upplýsingarnar í §§ 6-10.
2. stk. Á frumforskriftini hjá forskriftávísaranum skal standa ,”Telefaks“.
3. stk. Frumforskriftin kann ikki avgreiðast.
4. stk. Telefaksforskriftir kunnu bert avgreiðast eina ferð.
5. stk. Telefaksforskrift skal aftaná avgreiðslu skjalgoymast á apotekinum í 1 ár.
3. Kapittul
Avgreiðsla av forskriftum
§ 24. Apotekið skal síggja til, at allar forskriftir sum skulu avgreiðast, eru orðaðar samsvarandi ásetanunum í 2. kapittuli. Eftirlitið skal fevna um forskriftina í síni heild, íroknað ávísingum sum ikki skulu avgreiðast beinan vegin. Eftirlitið skal fremjast av farmaseuti, og váttast við átekning á forskriftina, sí kortini 2. stk.
2. stk. 1) Apotekarin kann eftir nærri ásettum reglum heimila apoteksassistenti at fremja eftirlitið av forskrift.
3. stk. Eisini skal síggjast til at heilivágurin er rætt avgreiddur, sbr. §§ 27-33. Hetta eftirlit skal farmaseutur ella apoteksassistentur gera, og síðani vátta við at átekna pakkingin.
4. stk. Áðrenn útflýggjað verður, skal enn einaferð kannast eftir, at rætt er avgreitt, sbr. § 35.
5. stk. Er forskrift áður avgreidd á føroyskum apoteki, er eftirlitið eftir 1. stk. ikki neyðugt.
6. stk. Tað er ikki loyvt sama fólki at gera kanningina eftir 2. og 3. stk.
§ 24 a. 1) Defektrisur, sum sbrt. siðvenju í roynd og veru hava útint arbeiði sum apoteksassistentar, verða í hesi kunngerð javnsettar við apoteksassistentar.
§ 25. Er forskrift ikki orðað í samsvar við ásetingina í 2. kapittuli, skal apotekið royna at bøta um mistakið.
§ 26. Hevur forskriftaávísarin gjørt mistøk ella forskriftini væntar neyðugar upplýsingar fyri at verða avgreidd, skal apotekið venda sær til ávísaran tá ið
1) styrki, skamtan ella nýtsluøkið ikki tykist vera rætt, er ófullfíggjað ella villandi, ella um mett verður, at ávísanin/leiðbeiningin hevur fingið annan týdning, enn ætlað varð ella
2) forskriftin viðvíkjur heilivági, sum inniheldur evnir, sum eru at finna í 2. skjali og frámerkt við * (turvelvandi heilivágur).
2. stk. Farmaseutur ella apoteksassistentur, sum hevur heimild eftir § 20, 2. stk. skal venda sær til forskriftaávísaran, um nakar ivi er viðvíkjandi forskriftini, sbr. § 25.
3. stk. Úrslitið, sum apotekið fær av at venda sær til forskriftaávísaran sbr. § 25 skal skrivast á forskriftina, dagfestast og verða váttað av tí persóni, sum hevur vent sær til forskriftaávísaran, eisini tá ið orðingin verður varðveitt.
4. stk. Er ikki møguleiki fyri at rætta møgulig mistøk, sum nevnd eru í 1. stk., kann forskriftin ikki avgreiðast.
§ 27. Víkjur umbidna nøgd frá teimum pakkieindum, sum skrásettar eru í sertilbúningarskránni hjá skrásetingarráðnum, verða tær eindir at avgreiða, sum eru næst tí umbidnu nøgdini.
2. stk. Verður heilivágur avgreiddur í fleiri pakkieindum av sama slagi, skal brúkarin verða kunnaður.
§ 28. Á baksíðuni á forskriftaoyðublaðnum sbr. § 6, 2. stk., skulu hesar upplýsingar setast:
1) Avgreiðsludagur.
2) Útflýggjað nøgd.
3) Apoteksnavn.
2. stk. Telefonforskriftir og telefaksforskriftir eru ikki fevndar av áseting í 1. stk. nr. 1og 2.
§ 29. Brúkaraprísurin á hvørjum heilivági sær skal síggjast á forskrift.
§ 30. Á ílat til heilivág til einstakling ella dýr, skulu hesir upplýsingar setast:
1) Navn á persóni ella slag av dýri og navn á eigara.
2) Aldur á persóni um hesin er yngri enn 16 ár.
3) Leiðbeining viðv. nýtslu, sbr. § 10, 1. stk.
4) Avgreiðsludagur.
5) Apoteksnavn.
6) Váttan av teimum, sum ábyrgd hava av eftirlitinum, sbr. § 24, 3. stk. og § 35, 1. stk.
2. stk. Á ílat til heilivág til nýtslu í starvi hjá forskriftarávísaranum, skulu setast upplýsingarnir í 1. stk. nr. 4-6, navn á forskriftaávísaranum og tilskilanin _Til nýtslu í starvi“.
3. stk. Upplýsingarnir, nevndir í 1. stk, nr. 4-6 og brúkaraprísur, sbr. § 29, skulu setast á íløt til heilivág, sum útflýggjaður verður til læknar og djóralæknar, tá ið heilivágurin skal útflýggjast víðari. Tá ið víðari verður útflýggjað, skal læknin ella djóralæknin seta upplýsingarnar, nevndir í 1. stk. nr. 1-3, dagfesting og egna átekning á navnseðilin, sum apotekið hevur sett á ílatið.
§ 31. Upplýsingar eftir § 30, sum apotekið skal seta á ílat til heilivág, skulu prentast ella maskinskrivast á hvítan navnseðil.
2. stk. Er pakkingin í fleiri lutum skal, um til ber, navnaseðil setast á innara pakkitilfarið.
§ 32. Tríhyrningur við eins langum síðum skal setast á pakking til heilivág, sum er undir ásetanini eftir § 12 um ávaringareyðkenni.
§ 33. Apotekið skal í ETV-kervi bóka forskriftir til heilivág sum viðvíkja ásetanunum í §§ 14 og 16.
2. stk. Bókingin verður at gera, so hon til hvørja tíð kann verða til skjals hjá eftirlitinum.
§ 34. Ljóstak av bókingini sbr. § 33, 2. stk. verður at senda landslæknanum hvønn mánað so hvørt.
2. stk. Forskriftir sbr. 1. stk. skulu skjal goymast á apotekinum í 1 ár.
§ 35. Áðrenn apotekið útflýggjar heilivág skal farmaseutur ella apoteksassistentur gjølla síggja til, at samsvar er millum forskrift, tann avgreidda heilivágin og teir upplýsingar, sum apotekið skal lata sbr. § 30. Tann persónur, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum skal við síni átekning sanna á navnaseðlinum sbr. § 30, 1. stk., nr. 6.
2. stk. Ásetanin eftir 1. stk. er ikki galdandi á vakt, har bert ein farmaseutur ella apoteksassistentur er á apotekinum.
Stk. 3. 3) Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá heilivágur til dýr verður útflýggjaður frá neyðgoymslu, sum apoteksverkið eigur. Tað av landsapotekaranum góðkenda fyristøðu fólkið á neyðgoymsluni kann í hesum førum útflýggja heilivágin eftir boðum frá farmaseuti ella vakthavandi.
§ 36. Verður minni útflýggjað enn ávíst er, kann forskriftin avgreiðast av nýggjum áðrenn ásettu tíðarfreist. Tíðarmillumbilið verður stytt samsvarandi útflýggjaða nøgd.
2. stk. Verður meira útflýggjað enn ávíst er, verður tíðarmillumbilið longt samsvarandi.
3. stk. Útflýggjaða nøgdin tilsamans skal helst verða í samsvar við ávístu nøgdina, sbr. § 27.
§ 37. Forskrift til heilivág, sum ikki skal útflýggjast aftur, skal ógildast við stempli e.t.
2. stk. Telefon- og telefaksforskrift skal bert avgreiðast eina ferð. Hesar eru ikki undir ásetanunum í 1. stk. uttan so, at forskriftin verður latin frá apotekinum ella er ávísing til heilivág, sum nevndur er í §§ 14 og 16.
§ 38. Forskrift til heilivág, sum nevndur er í §§ 14 og 16, skal ógyldast tá ið avgreitt verður fyrstu ferð.
§ 39. Forskrift til heilivág, sum bert skal útflýggjast eina ferð og forskrift, sum verður avgreidd síðstu ferð, skal útflýggjast brúkaranum, tá ið viðkomandi biður um tað.
§ 39a. 1) Apotekarin skal orða leiðreglur, ið lýsa mannagongdir og málsræðisviðurskifti í sambandi við móttøku, avgreiðslu og útflýgging av forskriftum. Leiðreglurnar skulu góðkennast av landsapotekaranum.
Stk. 2. 1) Apotekarin skal tryggja sær, at starvsfólk, ið avgreiða forskriftir, hava neyðuga eftirútbúgving og royndir at gera hetta á rættan hátt.
Generisk umbýting
§ 40.2) Tá ið ,,ikki umbýtast“ ella ,,- U“ ikki stendur aftanfyri tann bílagda heilivágin, sbr. § 8, stk. 4, eru ásetingarnar í stk. 2-7 galdandi.
2. stk.4) Apotekið skal flýggja út bíligasta heilivágin, sum sbr. listan yvir heilivág til generisk umbýting er synonymur við bílagda heilivágin.
3. stk. Ásetanin í 2. stk. verður ikki nýtt tá ið munurin ímillum søluprísin á tí bílagda heilivágnum og eitt synonymt sbr. listan yvir heilivág til generisk umbýting er minni enn 5 kr.
4. stk.2) Apotekið kann kortini, um brúkarin ynskir tað, útflýggja tann bílagda heilivágin ella annan dýrari heilivág, sum sbr. listan yvir heilivág til generisk umbýting er synonymur við bílagda heilivágin.
5. stk. Kann heilivágur eftir forskriftini útflýggjast fleiri ferðir, skal apotekið hvørja ferð útflýggja tann sama heilivágin, sum útflýggjaður varð fyrstu ferð. Útflýggjaði apotekið fyrstu ferð heilivág, ið var synonymur tí bílagda heilivágnum, kann brúkarin tó avgerða, at tann upprunaliga bílagdi heilivágurin skal útflýggjast.
6. stk. Á forskriftini skal síggjast, hvør heilivágur verður útflýggjaður.
7. stk. Eftirlitið eftir § 24, 1. stk. skal verða gjørt aftur, um annar heilivágur verður útflýggjaður, tá avgreiðslan verður uppafturtikin.
§ 40 a.4) Landsapotekarin fær heimild til at seta nýggj heilivágsløg sum standa á tilsvarandi donskum lista til listan yvir heilivág til generiska umbýting.
Stk. 2. Hesar broytingar verða sendar apotekunum, samstundis sum tilskilað verður, nær broytingarnar fáa gildi. Eintøk av listanum kunnu fáast frá apoteknum.
4. Kapittul
Útlendskar forskriftir
§ 41. Forskriftir frá løggildum lækna í Finnlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki eru fevndar av fyrisetingunum í hesi kunngerð, kortini skal síggjast til:
1) Forskriftin skal vera ávíst í heimlandi læknans.
2) Forskriftin skal ikki hava verið avgreidd uttanlanda frammanundan.
3) Forskriftin skal vera dagfest/endurnýggjað minni enn 1 ár frammanundan, hon verður avgreidd.
4) Telefon- og Telefaksforskriftir skulu tó ikki avgreiðast.
5) Forskriftir til heilivág, sum eru fevndar av reglunum í § 14 skulu ikki avgreiðast.
6) Forskriftir til farmaseutiskan sertilbúning kunnu bert avgreiðast, um so er at sertilbúningurin er skrásettur og havdur til sølu bæði her á landi og í heimlandi læknans, stavar frá sama framleiðara og inniheldur somu nøgd av virknum evni.
§ 42. Upplýsingar um norrønar læknar, og heilivág, sum verður havdur til sølu í norðanlondum, fáast hjá landsapotekaranum.
5. Kapittul
Heilivággoymslubíleggingar
§ 43. Heilivággoymslubíleggingar, t.e. bíleggingar av heilivági til megingoymslur á sjúkrahúsum og øðrum viðgerðarstovnum, skulu vera dagfestar og áteknaðar av tí persóni, sum bílagt hevur.
2. stk. Neyðugt er ikki við áteknan, tá ið bíleggingin verður gjørd eftir eini bileggingarskipan, sum frammanundan er avtalað millum ábyrgdarfólk fyri heilivággoymsluna og apotekið, soleiðis at bíleggingin kann gerast á tryggan hátt. Heilivággoymslubíleggingar av heilivági, sum nevndir eru í § 14, skulu kortini vera áteknaðar.
3. stk. Heilivággoymslubíleggingar kunnu bíleggjast skrivliga, í telefaksi ella í telefonini.
§ 44. Heilivággoymslubíleggingar skulu hava teir upplýsingar, sum nevndir eru í § 8, 1. stk.
2. stk. Heilivággoymslubíleggingar skulu frámerkjast _Heilivággoymsla“.
§ 45. Tá ið heilivággoymslubíleggingar verða bílagdar í telefonini, eru reglurnar í §§ 18, 19, 2. og 3. stk. og 22 galdandi. Farmaseutur ella apoteksassistentur skal taka ímóti bíleggingunum.
2. stk. Tá ið bílagt verður í telefaksi, eru reglurnar í § 23, 2.-5. stk. galdandi.
§ 46. Á heilivággoymslubílegging skal setast navnið á apotekinum, dagfesting av avgreiðsluni og undirskrift hjá eftirlitinum.
2. stk. Á ílatið á heilivágnum skal setast navnið á apotekinum og dagfesting av avgreiðsluni.
3. stk. Eftirlit við heilivágbílegging, íroknað útflýggjan av bílagda heilivági, hevur farmaseutur ella apoteksassistentur.
§ 47. Apotekið skal í ETV-kervi bóka heilivágbíleggingar, sum viðvíkja ásetanunum í § 14.
2. stk. ETV-listar av heilivági, sum eftir 1. stk. eru skrivaðir í ETV-kervi, skulu sendast landslæknanum eina ferð um mánaðin. Heilivággoymslubíleggingar og ETV-listarnir skulu goymast á apotekinum í 1 ár.
§ 48. Heilivággoymslubílegging skal bert avgreiðast eina ferð.
6. Kapittul
Heilivágbílegging til sjúkrahúsdeildir o.a.
§ 49. Bílegging av forskriftaskyldigum heilivági til sjúkrahúsdeildir og deildir á tílíkum stovnum og til røktarheim skal lækni ella tannlækni gera.
2. stk. Læknar ella tannlæknar, sum hava ábyrgd av eini deild, kunnu tó avgera, at heilivágur til deildina, eftir nærri ásettum reglum, kann bíleggjast av ávísum ábyrgdarfólki. Hetta er kortini ikki galdandi fyri bílegging av heilivági eftir § 14.
§ 50. Heilivágbíleggingar frá sjúkrahúsdeildum o.t. eru undir reglunum í §§ 43, 44, 1. stk. og 45.
§ 51. Heilivágbílegging frá sjúkrahúsdeildum o.t. skal avgreiðast eftir reglunum í § 46.
§ 52. Heilivágbílegging til sjúkrahúsdeildir o.t. skal bert avgreiðast eina ferð.
7. Kapittul
Heilivágbílegging til onnur endamál
§ 53. Heilivágbíleggingar til tey í §§ 54, 56-58 og 61, nevndu endamál skulu vera dagfest, innihalda navn á ávísaranum, starvsheiti, bústað og hondskrivaða undirskrift.
2. stk. Heilivágbíleggingar skulu avgreiðast eftir reglum, sum galdandi eru um avgreiðslu av forskriftum, sbr. 3. kapittul.
3. stk. Heilivágbíleggingar kunnu bert avgreiðast eina ferð.
§ 54. Loyvt er ljósmøðrum til nýtslu í starvi at bíleggja hesi heilivágsløg:
1) Tablettir við 0,5 mg ergometrinmaleat ella 0,125 mg metylergometrinmaleat.
2) Upploysing til innspræningar við 0,2 mg/ml ergometrinmaleat ella 0,2 mg/ml metylergometrinmaleat.
3) Upploysing til innspræningar við 10 i.e./ ml oxitocin (evnafrøðisliga gjørt) (syntetiskt).
4) Upploysing til innspræningar við 2 mg/ml ella 10 mg/ml fytomenadion.
5) Eygnadropar við 0,67% silvurnitrati.
2. stk. Ljósmøðrum er, í undantaksføri, loyvt at ringja inn bíleggingarseðil til tey í 1. stk. nevndu heilivágsløg. Bíleggingin er galdandi eftir reglunum fyri telefonforskriftir, sbr. §§ 17-22.
§ 55. Á heilivágsløgini, nevnd í § 54, 1. stk. skal apotekið seta hesar upplýsingar:
1) Navn ljósmóðursins.
2) Navn apoteksins.
3) Avgreiðsludagfesting.
4) Átekning ,,Til nýtslu í starvi“.
5) Undirskrift hjá teimum persónum, sum ábyrgd hava av eftirlitinum, sbr. §§ 24 og 35.
§ 56. Loyvt er heimasjúkrasystrum skrivliga at bíleggja upploysing til innspræningar við adrenalin 1 mg/ml í ampullum á 1 ml til nýtslu í starvi.
2. stk. Á heilivágslag, sum nevnt er í 1. stk., skal apotekið seta hesar upplýsingar:
1) Navn heimasjúkrasystursins.
2) Teir í § 55, nr. 2-5 nevndu upplýsingar.
§ 57. Loyvt er skiparum og reiðarum móti lógváttan, skrivliga at bíleggja heilivágsløg, har forskrift annars krevst, eftir reglum sum galdandi eru.
2. stk. Apotekið skal gera eftir reglunum í § 47, tá ið heilivágur eftir § 14 verður avgreiddur.
§ 58. Framleiðari av gummibjargingarbátum, ella leiðari av lóggildum tænastustovni, sum hevur eftirlit við og pakking av gummibjargingarbátum til skip, kunnu bíleggja heilivág o.a.m. til hesar bátar, í tann mun heilivágurin eftir galdandi reglum, saman við aðrari bjargingarútgerð er kravdur at vera í bjargingarbátinum.
2. stk. Bíleggingarseðil av heilivági til bjargingarbátar og -flakar skal upplýsa um framleiðara og nummar á bjargingarbátinum ella -flakanum.
3. stk. Apotekið skal gera eftir reglunum í § 47 tá ið heilivágur eftir § 14 verður avgreiddur eftir heilivágbílegging.
§ 59. Heilivágsløg, sum eru undir ásetanunum í §§ 57 og 58, skulu hava hesar upplýsingar:
1) Átekningar eftir § 55, nr. 2, 3 og 5.
2) Upplýsingar sum kravdar eru eftir reglum siglingarstýrisins um útgerð av heilivági o.a.m. á føroyskum skipum.
§ 60. Bíleggingarseðlar av heilivági til útgerð á skipum skulu skjalgoymast á apotekinum í 2 ár.
§ 61. Virkir, sum hava sveisiarbeiði um hendi, kunnu bíleggja cinkain eygnasalvu 0,5% í einnýsluíløtum.
2. stk. Bíleggingin skal gerast á bíleggingarseðlar, sum arbeiðseftirlitið hevur til tess.
3. stk. Apotekið sendir bíleggingarseðilin við átekning til arbeiðseftirlitið áðrenn 8 dagar aftaná avgreiðslu. Ljóstak av bíleggingarseðlinum sendir apotekið við átekning til virkið.
4. stk. Apotekið skal átekna heilivágin sum nevndur er í 1. stk eftir § 55, nr. 2, 3 og 5.
8. Kapittul
Forskriftaskylda og útflýggingarbólkar
§ 62. Heilivágur er forskriftaskyldigur um
1) Landsstýrið eftir tilmæli frá skrásetingarráðnum hevur ásett hetta, ella
2) heilivágurin inniheldur eitt ella fleiri av teimum evnum ella drøggum, ið nevnd eru í skjali 2, ella er skrásettur í heilivágbólkunum, ið nevndir eru í skjali 2.
2. stk. Heilivágur, sum er skrásettur í heilivágskránni hjá skrásetingarráðnum, kemur ikki undir reglurnar í 1. stk. nr. 2.
3. stk. Reglurnar í 1. stk. nr. 2, eru ikki galdandi fyri heilivág, har evnið ella evnini bert eru í heilivágnum sum hjálparevni.
4. stk. Forskriftaskyldigur heilivágur kann bert útflýggjast frá apoteki eftir gildugari forskrift, heilivággoymslubílegging ella heilivágbílegging.
§ 63. Forskriftaskyldigur heilivágur verður bólkaður í 4 útflýggingarbólkar: A, B, ,,Útflýgging til sjúkrahús“ og ,,Útflýgging til serlæknar í...“.
2. stk. Heilivágur í útflýggingarbólki A kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so at útflýggjað verður í fleiri smærri nøgdum, sbr. tó § 38.
3. stk. Heilivágur í útflýggingarbólki B kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so at á forskriftini stendur hvussu ofta og við hvørjum tíðarmillumbili útflýggjast skal.
4. stk. Heilivágur í bólkinum ,,Útflýgging til sjúkrahús“ kann bert útflýggjast til sjúkrahús, uttan so at Landsstýrið í ávísum føri avgerð annað. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri heilivág í bólki A, sbr. 2. stk.
5. stk. Heilivágur í bólkinum _Útflýgging til serlæknar í...“ kann bert útflýggjast til sjúkrahús ella eftir forskrift frá ávísum serlæknum, uttan so at Landsstýrið í ávísum føri avgerð annað. Landsstýrið avgerð fyri hvønn einstakan heilivág, hvør serlækni fær loyvi at ávísa heilivágin. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri heilivág í bólki A, sbr. 2. stk.
§ 64. Heilivágur, sum ikki er skrásettur í heilivágskránni hjá skrásetingarráðnum, og sum inniheldur evni, sum er í skjali 2, bólki A, skal útflýggjast eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri útflýggingarbólk A.
2. stk. Heilivágur, sum ikki er skrásettur í heilivágskránni hjá skrásetingarráðnum, og sum inniheldur evni, sum er í skjali 2, bólki B, skal útflýggjast eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri útflýggingarbólk B, sbr. tó § 65.
3. stk. Inniheldur heilivágurin evni, sum nevnd eru bæði í 1. og 2. stk.,skal útflýggjast eftir reglunum, sum eru galdandi fyri útflýggingarbólk A, sbr. tó § 65.
4. stk. Landsstýrið kann í ávísum føri gera av, at heilivágur skal útflýggjast eftir øðrum reglum enn teimum, sum nevndar eru í 1.-3. stk.
§ 65. Heilivágur, sum ikki er skrásettur í Føroyum, men kortini verður útflýggjaður við serloyvi frá Landsstýrinum, skal útflýggjast eftir reglunum, sum galdandi eru fyri útflýggingarbólk A, sbr. § 63, 2. stk.
§ 66. Tá støða verður tikin til, hvørjir heilivágir skulu hava forskriftaskyldu, og til hvønn útflýggingarbólk heilivágur skal setast, verður ætlað um evnið er vandamikið, og um serlig viðurskifti kunnu standast av nýtsluni. Sama fyrivarni verður eisini tikið, tá ið evni og drøgg verða bólkað í útflýggingarbólkarnar A og B, sbr. skjal 2.
§ 67. Tá ið evni ella drøgg verða sett í ein ávísan útflýggingarbólk, sbr. skjal 2, kemur salt o.l., tilbúningar av evninum ella drøgg uppí sama útflýggingarbólk.
2. stk. Útflýggingarbólkarnir A og B fevna eisini um evni og drøgg, sum viðvíkjandi vandamikli líkist evnum og drøgg, nevnd í skjali 2.
9. Kapittul
Ymsar ásetingar
§ 68. Landsapotekarin skal fráboða heilivágveitandi læknum og djóralæknum, sjúkrahúsum o.t. um heilivág, sum av framleiðarunum verður tikin úr søluliði.
§ 69. Apotek skulu flýggja út heilivág uttan trygd fyri gjald, tá ið lækni á forskrift tilskilar:
1) at vøran er fyri neyðini beinanvegin, og
2) hvør væntandi seinni skal gjalda fyri heilivágin.
§ 70. Forskrift er í gildi 2 ár aftaná dagfesting. Forskriftaávísarin kann kortini við átekning ógilda forskriftina áðrenn 2 ár aftaná dagfesting.
2. stk. Heilivággoymslubíleggingar og heilivágbíleggingar, sum nevndar eru í 5.-7. kapittuli, eru í gildi 2 ár aftaná dagfesting.
§ 71. Landsstýrið kann í serligum føri og undir treytum, sum ásettar verða í hvørjum einstøkum føri, loyva frávik í ásetanunum frammanfyri ella seta fram fleiri krøv.
§ 72.4) (Strikað).
§ 73. Revsaður við bót verður tann, sum brýtur § 19, § 20, § 22, § 23, 3. og 4. stk., § 24, 1., 2., 3. og 6. stk., §§ 25-27, § 28, 1. stk., §§ 29-34, § 35, 1. stk., § 37, § 38, § 40, 2. og 4.-7. stk., § 41, §§ 45-48, § 51, § 52, § 53, 2. og 3. stk., § 55, § 56, 2. stk., § 59, § 60, § 61, 3. og 4. stk., § 62, 4. stk., § 63, 2.-5. stk., § 64, 1.-3. stk., § 65, § 68 og § 69.
§ 74. Henda kunngerð fær gildi 14. februar 1994.
1) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 6. november 2006.
2) Broytt við kunngerð nr. 32 frá 16. apríl 1997, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð fær gildi 15. mai 1997.“
3) Broytt við kunngerð nr. 62 frá 28. juni 1999.
4) Broytt við kunngerð nr. 17 frá 28. februar 1996.
Nevndu fylgiskjøl í kunngerð eru at finna á bls. 3150-3161 í triðja bindi, parti 28.E. Skjal 3 er nú ,, “istan yvir heilivág til generiska umbýting“.