12. desember 2023Nr. 140
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Útseta gildiskomuna fyri treytini um mark fyri lønarinntøku)
§ 1
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 217 frá 22. desember 2020, kunngerð nr. 163 frá 14. desember 2021 og kunngerð nr. 169 frá 21. desember 2022, verður í § 5, stk. 3 “1. januar 2024” broytt til: “1. januar 2025”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 12. desember 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)