Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. september 2020Nr. 140
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan timburútbúgving
(Broyttur inngangur og tillaging av førleikamálunum)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 3. juni 2013 um útbúgving innan timburútbúgving, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 9. oktober 2015, verða gjørdar hesar broytingar eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:”
2. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:
1) At hallmáta og hæddarmáta øki, áseta kotur og vatnrættar og loddrættar linjur og velja mátitól,
2) at innrætta eitt byggipláss við atliti at arbeiðsumhvørvi, trygd, gonguvegum, ruskskiljing, veðurviðurskiftum og trivnaðarhentleikum,
3) at luttaka í fyribyrgjandi trygdararbeiði og í fyriskipanini av hesum á arbeiðsplássinum,
4) at lesa vegleiðingar og trygdarvegleiðingar,
5) at gera mongdarútrokningar av tilfari,
6) at gera hondtekningar og skitsur,
7) at samskifta við viðskiftafólk,
8) at meta um dimensiónir, tilfar, amboð og trygdarútgerð,
9) at leggja út undirsløg,
10) at evna til og byggja upp útvegg við klædningi, seta upp klædning á skjøldur og evna til vindskeiðir, úthang og takskegg,
11) at snøra upp, avbinda, evna til, byggja upp yvirtrom,
12) at leggja ymisk sløg av tróðri,
13) at veksla út, seta takvindeygu í og arbeiða við inndekningum til ymisk taksnið,
14) at evna til og leggja skottrennu,
15) at lekta eina yvirtrom til ávís tøk,
16) at evna til takverk við takskeggi og skálkum,
17) at seta í innhurðar og úthurðar og vindeygu við tilsetningum, inndekningum og fugum,
18) at byggja upp og klæða innanveggir,
19) at byggja upp gólv og veggir í einum vátrúmi,
20) at leggja trægólv við parket ella brettum og øðrum líknandi tilfari,
21) at seta upp loft og undirlag til loft,
22) at seta upp fast innbúgv,
23) at vísa ávísan kunnleika til at seta upp trappur, og
24) at umvæla rotskaðar og soppaskaðar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2020/2021 ella seinni.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 24. september 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)