Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 1990Nr. 141
Kunngerð um fyribyrging av ridluskriða, sum seinast broytt við kunngerð nr. 178 frá 21. september 1993
Við heimild í § 6 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 um fyribyrging av smittandi sjúkum hjá húsdýrum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 1) Allur flutningur av livandi seyði og geitum er forboðin úr øllum oyggjum í Føroyum. Seyður og geitir skulu flettast í somu oyggj, har tey eru fødd og gødd.
Stk. 2. Lítla Dímun er undantikin ásetingini í stk. 1, tó er flutningur bert loyvdur til dráps í Hvalba.
Stk. 3. 1 Húsdjóranevndin kann eftir umsókn og eftir nærri ásettum treytum í serligum føri geva hagastýrum og bøndrum undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 1.
§ 2.2) Umframt ásetingina í § 1, er eisini forboð at flyta livandi seyð og geitir uttan til dráps úr:
Norðoyri, Miðhaga og Líðarhaga,
Leirvík,
Fuglafirði,
Norðragøtu, yvir í Dal,
Rituvík,
Toftum, Heimasta parti og Miðjuni Yviri í Haga,
Elduvík, Frammi í haga, Pálstovuparti,
Funningi, Innara parti Inni í Haga,
Eiði,
Saksun, Kvíggjarhamarshaga,
Streymnesi, Heimaru helvt í Sundinum,
Hvalvík, Toftadalshaga,
Kollafirði, Todneshaga, Miðgerðishaga á Hjøllum, Hamrahaga á Hjøllum, við undirliggjandi traðum, Sjóvarhagi, niðara parti við undirliggjandi traðum, frá markinum við Todneshaga og inn til og við millum Bóla,
Norðradali, Presthaga,
Tórshavn, Hoyvíkshaga og Húsagarðshaga,
Sørvági, tó ikki hagapørtunum Teigarnir,
Miðvági, tó ikki hagapørtunum norðan fyri Heimara Leiti,
Skálavík,
Húsavík,
Dali,
Hvalba og Sandvík undir einum,
Hovi
Stk. 2. Húsdjóranevndin kann eftir umsókn og eftir nærri ásettum treytum í hvørjum einstøkum føri geva hagastýrinum og bøndrum undantaksloyvi frá ásetingunum í stk. 1.
§ 3. Hagastýrisformenn, bøndur, seyðaeigarar og seyðarøktarar í somu økjum hava skyldu at ansa eftir, at hesi boð verða fylgd.
Stk. 2. Boð annars frá húsdýranevndini og landsdjóralæknanum, sum eru ella verða givin, skulu fylgjast.
§ 4. Brot á hesar reglur verða revsað við bót.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis verða kunngerð nr. 66 um fyribyrging av ridluskriða, kunngerð nr. 70 frá 25. september 1985 um broyting av kunngerð um ridluskriða, kunngerð nr. 9 frá 6. september 1986 um broyting í kunngerð um ridluskriða og kunngerð nr. 88 frá 19. september 1989 um fyribyrging av ridluskriða, settar úr gildi.