Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2023Nr. 141
Kunngerð um at fráboða og almannakunngera upplýsingar um politiskt ábærar persónar
Við heimild í § 17, stk. 8, § 59, stk. 6 og § 61, stk. 4 í løgtingslóg nr. 190 frá 18. desember 2020 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 22. mai 2023, verður ásett:
§ 1. Skráseting Føroya almannakunnger á heimasíðu stovnsins listan hjá Fíggjareftirlitinum við nøvnunum á politiskt ábærum persónum (PEP-listan). Skráseting Føroya ansar eftir, at tað er seinasti dagførdi listin hjá Fíggjareftirlitinum, ið er á heimasíðu stovnsins.
Stk. 2. Skráseting Føroya samstarvar við Fíggjareftirlitið um dagføringar av PEP-listanum, sum Fíggjareftirlitið ger sambært bekendtgørelse for Færøerne om indberetning og offentliggørelse af oplysninger om politisk eksponerede personer.
§ 2. Tey fráboðanarskyldugu sambært bekendtgørelse for Færøerne om indberetning og offentliggørelse af oplysninger om politisk eksponerede personer skulu senda Skráseting Føroya og Fíggjareftirlitinum fráboðan um nøvnini á politiskt ábærum persónum í seinasta lagi 3 gerandisdagar eftir, at ein persónur er byrjaður í einum starvi, sum hevur við sær, at persónurin er fevndur av allýsingini, politiskt ábærur persónur, í § 2, nr. 8, í hvítvasklógini, sbr. § 11 í bekendtgørelse for Færøerne om indberetning og offentliggørelse af oplysninger om politisk eksponerede personer.
Stk. 2. Tann fráboðanarskyldugi skal somuleiðis senda eina fráboðan til Skráseting Føroya og til Fíggjareftirlitið, tá viðkomandi persónur fer úr einum starvi, sum førdi við sær, at persónurin bleiv fevndur av allýsingini, politiskt ábærur persónur.
§ 3. Skráseting Føroya sendir áminning til tey, ið sambært §§ 3-9 og § 10, stk. 1 og 3, í bekendtgørelse for Færøerne om indberetning og offentliggørelse af oplysninger om politisk eksponerede personer hava skyldu til at boða frá nøvnunum á politiskt ábærum persónum, um at eftirkanna, at upplýsingarnar í listanum eru rættar.
Stk. 2. Verður tann fráboðanarskyldugi varugur við, at upplýsingarnar á listanum ikki eru rættar, skal fráboðanarskyldugi í seinasta lagi innan 3 gerandisdagar eftir, at viðkomandi hevur móttikið áminningina sambært stk. 1, senda Skráseting Føroya røttu upplýsingarnar.
§ 4. Heldur fráboðanarskyldugi ikki sína fráboðanarskyldu sambært §§ 2 og 3, kann Skráseting Føroya sum tvingsilsráð áleggja fráboðanarskylduga dagbøtur ella vikubøtur.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 13. desember 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)