19. desember 2024Nr. 141
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri aliloyvi
(Hækkað loyvisgjald)
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 3. juli 2009 um gjøld fyri aliloyvi, sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 8. september 2011, verður § 1 strikað, og í staðin verður sett:
“§ 1. Til tess at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald upp á 50.000 kr.
Stk. 2. Fyri taraaliloyvi verður rindað árligt gjald upp á 15.000 kr.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann veita loyvishavarum við ikki-vinnuligum aliloyvum undantak at rinda gjaldið sbrt. stk. 1 og 2.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 19. desember 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)