Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. september 2020Nr. 141
Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(Øll ábyrgd av visitasjónsnevndini leggjast til Sjúkrahúsverkið)
§ 1
Í kunngerð nr. 84 frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum, sum broytt við kunngerð nr. 153 frá 3. desember 2009, kunngerð nr. 117 frá 4. desember 2012 og kunngerð nr. 141 frá 18. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Visitasjónsnevndin er sett saman av:
1) varastjóranum í sjúkrahúsverkinum við læknafakligari bakgrund,
2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum,
3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum,
4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum,
5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, og
7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum.”
2. § 4, stk. 3 verður strikað.
3. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Eftir fundirnar í visitasjónsnevndini skal fundarfrásøgn gerast, ið lýsir viðgerðina av hvørjum einstøkum máli á dagsskránni. Avgerðirnar hjá nevndini í ítøkiligum persónsmálum verða endurgivnar navnleysar í fundarfrásøgnini. Frágreiðingar frá fundunum í nevndini skulu sendast til limirnar í nevndini og sjúkrahúsleiðslurnar. Tá ið avgerðir hava fyrisitingarligt árin á virksemið hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, skulu tær fráboðast hotellinum.”
4. Í § 7, stk. 3 verður “kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 29. september 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)