17. oktober 2018Nr. 142
Kunngerð um broyting í kunngerð um
sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
(Broyting viðvíkjandi Hvalbiarfirði og
Trongisvágsfirði)
§ 1
Í kunngerð nr. 134 frá 16. oktober 2009 um
sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 138 frá 9.
november 2009, kunngerð nr. 78 frá 17. juni 2010, kunngerð nr. 111 frá 19.
november 2012, kunngerð nr. 176 frá 29. desember 2017 og kunngerð nr. 85 frá
25. juni 2018, gjørdar hesar broytingar:
1. Í fylgiskjali
1, litra C. Alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á sjónum ella á
alistøðum á landi, verður C21 orðað soleiðis:
“C21) Trongisvágsfjørður. Íroknað
alifjørðin Trongisvágsfjørður eru Øravík og Hvalbiarfjørður.”
2. Í fylgiskjali
1, litra D. Alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á landi, verður “D1)
Hvalbiarfjørður” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir,
at hon er kunngjørd.
Uttanríkis-
og vinnumálaráðið, 17. oktober 2018
Poul
Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/
Herálvur Joensen (sign.)