19. november 2009Nr. 142
Kunngerð um fyrisiting av skipaskrásetingini
Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, verður ásett:
§ 1. Skjøl til skrásetingar verða latin inn millum kl. 9.00 og 12.00 teir dagar, Skipaskrásetingin hevur opið. Skjøl, sum koma inn í avgreiðslutíð, verða førd í dagbókina sama dag, meðan skjøl, sum koma inn aftaná avgreiðslutíð, verða førd inn í dagbókina næsta avgreiðsludag, sbr. §§ 9 og 40 í løgtingslóg um skráseting av skipum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 67 frá 30. apríl 2001 um fyrisiting av skipaskrásetingini.
Vinnumálaráðið, 19. november 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)