Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. oktiber 1992Nr. 143
Kunngerð um vaktarhald á skipum
Samsvarandi § 12, stk. 4 í løgtingslóg nr. 5 frá 15. januar 1988 um manning av skipum og § 33 í løgtingslóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tað áliggur skiparanum á hvørjum skipi at síggja til, at tað uttanfyri havnir ella vard akkerspláss til eina og hvørja tíð verður hildin dygg vakt á brúnni og í maskinrúminum og harumframt á skipum, sum eru útgjørd við fyrisettari radiostøð, eisini dygg lurtivakt eftir teimum fyri hesa støð ásettu reglum.
Stk. 2. Tað áliggur skiparanum á hvørjum skipi undantikið stuttleikaførum at síggja til, at hildin verður tann fyri skip og manning neyðuga vakt, tá skip er bundið við bryggju ella liggur til akkers á vardum akkersplássi.
Stk. 3. Tá vaktin verður løgd til rættis, skulu reglurnar í fylgisskjølunum 1-4 til hesa kunngerð um grundreglur fyri vaktarhaldi v.m. verða hildnar.
Stk. 4. Vaktarhaldið skal harumframt fara fram við atliti til reglurnar í fylgiskjølunum 5-8 til hesa kunngerð um reglur og leiðbeiningar fyri navigatørar og maskinmeistarar.
§ 2. Á smærri førum, hvørs innrætting, nýtsla ella manning hevur við sær, at hesar vaktarreglur ikki á fullan hátt kunnu verða hildnar, skal, í tann mun tað er møguligt, tó verða gingið eftir grundreglunum og leiðbeiningunum til hesa kunngerð. Uttanfyri havnir ella vard akkerspláss skal altíð verða maður á kagi á dekki ella í stýrihúsi.
§ 3. Á skipum størri enn 20 skrásett tons brutto, har tað eftir aðrari lóg er ásett krav um tað, má bert tann standa á kagi, sum lýkur krøv sjóvinnulógarinnar um sjón- og hoyrnarroynd fyri siglandi.
Stk. 2. Skalprógv fyri at hava staðið sjón- og hoyrnarroynd er annaðhvørt
a) ein sjón- og hoyrnarváttan, sum ikki má vera meira enn 36 mánaðir gomul, ella
b) at Sjóvinnufyrisitingin, Mynstringarmyndugleikin ella danskt uttanríkisumboð sambært váttan undir a) áteknar í siglingarbókini „skikkaður kagtænastu“, ella
d) váttan ella átekning um at vera til brúgvatænastu førur samsvarandi § 4.
§ 4. Á handilsskipum, sum eru 20 skrásett tons brutto ella meira, skal manning, sum gongur vakt á brúnni, hava neyðuga leiðbeining um allar uppgávur viðvíkjandi vaktartænastuni og hava fingið váttan ella annað skjalprógv um hetta samsvarandi reglunum í fylgiskjali 9 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Váttan ella átekning í siglingarbók sum skjalprógv fyri, at avvarðandi er skikkaður til brúgvatænastu, verður givin sjómanni, sum hevur staðið sjón- og hoyriroynd fyri siglandi, og sum annaðhvørt
a) við nóg góðum úrsliti hevur staðið grundskeið á góðkendum sjóvinnuskúla ella góðkendum skúlaskipi, og sum í minsta lagi 2 mánaðir hevur fingið neyðuga vegleiðing um brúgvatænastu um borð á handilshavskipi, ella
b) seinni enn 5 ár, áðrenn henda kunngerð er í gildi, hevur havt í minsta lagi 12 mánaða dekstænastu á handilshavskipi 20 skrásett tons brutto ella meira og í hesi tíð fingið neyðuga vegleiðing um brúgvatænastu, ella
d) lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin matrósur ella dekkari.
Stk. 3. Sjómaður, sum ikki hevur fingið váttan ella annað skjalprógv, sum nevnt í stk. 1 og 2, og sum ikki lýkur tær í stk. 2, a - d, nevndu treytir, skal teir fyrstu 2 mánaðirnar um borð verða undir neyvum eftirliti av skipara ella vaktarhavandi navigatøri, og skal hava leiðbeining um allar uppgávur viðvíkjandi vaktartænastuni.
Stk. 4. Tá vaktin verður løgd til rættis, skal sjómaður, sum nevnt í stk. 3, so vítt møguligt ikki vera einsamallur undirmaður á brúgvavakt í sigling, sum krevur serligt ansni.
Stk. 5. Tær í stk. 1 og 2 umrøddu váttanir ella átekningar útflýggjar Landsskúlafyrisitingin ella Sjóvinnufyrisitingin og eru samstundis váttanir fyri, at avvarðandi er skikkaður til at standa á kagi. Fyri ófulltiknar matrósar ella dekkarar kann skiparin á sjóvinnuskúlaprógvið átekna, at avvarðandi hevur fingið neyðuga leiðbeining um brúgvatænastu.
§ 5. Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður sektað sambært § 18 í manningarlógini.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Sí fylgiskjølini í kunngerðarblaðnum