Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2024Nr. 143
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág fyri 2025
Við heimild í § 18, stk. 9 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heislutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013 og løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2023, verður ásett:
§ 1. Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 970 kr.
Stk. 2 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 970 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 970 kr. og upp til 1.579 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.579 kr. og upp til 3.157 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 3.157 kr. og upp til 6.315 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.315 kr.
§ 2. Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 970 kr.
Stk. 2 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 970 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 970 kr. og upp til 1.980 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.980 kr. og upp til 2.508 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.508 kr. og upp til 2.808 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.808 kr.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 152 frá 15. desember 2022 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsumálaráðið, 20. desember 2024
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)