Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. oktober 2018Nr. 143
Kunngerð um starvsfólkaumboðan í partafeløgum og smápartafeløgum
Við heimild í § 143 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mars 2011 um parta- og smápartafeløg, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, verður ásett:
Kapittul 1
Innleiðandi ásetingar
§ 1. Í kapitafeløgunum, ið eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, og samtøkum hjá hesum, sum seinastu 3 árini hava havt í miðal 35 starvsfólk, hevur starvsfólkið rætt at velja starvsfólkaumboð og varalimir til evstu leiðslu felagsins í samsvari við reglurnar um hetta í §§ 140 og 141 í løgtingslógini.
Stk. 2. Henda kunngerð er galdandi fyri val av starvsfólkaumboðum og varalimum til evstu leiðslu felagsins.
Allýsingar
§ 2. Eitt starvsfólk skal skiljast sum ein og hvør persónur yvir 15 ár, ið fyri felagið:
1) arbeiðir sum løntakari,
2) arbeiðir sum løntakari á einum skipi, ið felagið eigur, og sum er skrásett í Føroyum, ella
3) arbeiðir sum løntakari á føroyska ella íslendska landgrunninum.
Stk. 2. Ein persónur, ið er skrásettur ella fráboðaður til skrásetingar í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya sum limur av stjórnini í felagnum ella í samtakinum, ella sum hevur sítt fasta arbeiðsstað uttanfyri Føroyar ella Ísland, verður ikki roknaður sum starvsfólk sambært stk. 1. Um sjálvboðin víðkan við vali av samtaksumboðan er vald sambært §§ 48 og 49, verður ein stjóri í einum útlendskum dótturfelag, sum er skrásettur ella fráboðaður til skrásetingar sum stjóri sambært reglum í avvarðandi landi svarandi til skráseting í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, somuleiðis ikki mettur sum starvsfólk sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Sum starvsfólk í einum felag skulu skiljast starvsfólk í felagnum og starvsfólk í útlendskum deildum í Íslandi.
Stk. 4. Sum samtaksstarvsfólk skal skiljast starvsfólk í móðurfelagnum, dótturfeløgum hjá hesum, sum eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya og starvsfólk í deildum í Íslandi hjá hesum dótturfeløgum.
§ 3. Við starvsfólkaumboðan skilst eitt samlihugtak, ið bæði fevnir um felagsumboðan og samtaksumboðan.
Stk. 2. Við felagsumboðan skilst umboðan av starvsfólkunum í einum felagi í evstu leiðslu felagsins.
Stk. 3. Við samtaksumboðan skilst umboðan av starvsfólkunum í samtøkuni í evstu leiðslu móðurfelagsins.
Stk. 4. Eitt valevni skal skiljast sum ein persónur, ið stillar upp til val til starvsfólkaumboðan.
Stk. 5. Eitt starvsfólkaumboð skal skiljast sum eitt umboð í evstu leiðslu hjá ávikavist felagnum og móðurfelagnum, ið er valdur av starvsfólkunum sambært kapitli 8 í løgtingslógini og reglunum hesi kunngerð.
Stk. 6. Ein varalimur skal skiljast sum ein persónur, ið er valdur av starvsfólkunum sambært kapitli 8 í løgtingslógini og reglunum í hesi kunngerð, og sum kann avloysa eitt starvsfólkaumboð, um hesin hevur forfall ella tekur seg úr.
Stk. 7. Ein persónligur varalimur skal skiljast sum ein varalimur, ið bert kann avloysa ein ávísan persón, um hesin hevur forfall ella tekur seg úr.
§ 4. Eitt samtak skal í hesi kunngerð skiljast sum eitt móðurfelag og eitt ella fleiri dótturfeløg, ið eru innanhýsis knýtt, sum nevnt í §§ 6 og 7 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eitt samtaksfelag skal í hesi kunngerð skiljast sum eitt felag, ið er skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, og antin sum móðurfelag ella dótturfelag er partur av einum samtaki.
§ 5. Ein valnevnd skal skiljast sum ein føst nevnd, ið er samansett av umboðum fyri starvsfólkið og fyri stjórn felagsins, sbr. kapittul 3 í hesi kunngerð. Valnevndin skipar fyri eini ja ella nei atkvøðugreiðslu, sbr. kapittul 4 í hesi kunngerð, og skipar fyri vali av felagsumboðan í einum felag, sbr. kapittul 5 í hesi kunngerð.
§ 6. Ein samtaks-valnevnd skal skiljast sum ein føst nevnd, ið er sett saman av umboðum fyri starvsfólkið og fyri stjórn vinnufelagsins, sbr. kapittul 3 í hesi kunngerð. Samtaks-valnevndin skipar eina ja ella nei atkvøðugreiðslu og skipar eitt valmannastýri ella skipar fyri beinleiðis vali av samtaksumboðan, sbr. kapittul 6 í hesi kunngerð.
§ 7. Eitt valmannastýri skal skiljast sum ein nevnd, ið er sett saman av umboðum fyri starvsfólkið í samtaksfeløgunum. Valmannastýrið velur samtaksumboð og møguligar varalimir fyri hesar við óbeinleiðis vali til samtaksumboðan.
§ 8. Ein ja ella nei atkvøðugreiðsla skal skiljast sum ein atkvøðugreiðsla millum starvsfólkið um skipan av ella uppathald av einari starvsfólkaumboðsskipan í einum felag ella einum samtaki, sbr. kapittul 2 og 4 í hesi kunngerð.
§ 9. Ein samstarvsnevnd skal skiljast sum hugtakið verður brúkt í arbeiðsrættinum.
Tal av felagsumboðum
§ 10. Í einum felag, har starvsfólkið í samsvari við § 25 og kapittul 4 í hesi kunngerð hevur samtykt at velja starvsfólkaumboð, hevur starvsfólkið í felagnum rætt til at velja eitt tal av limum til evstu leiðslu felagsins og varalimir fyri hesar, svarandi til helvtina av hinum limunum í evstu leiðslu felagsins, tó minst 2 limir. Talið av starvsfólkaumboðum og varalimum verður uppgjørt tann dagin valdagurin verður kunngjørdur.
Stk. 2. Í einum felag, ið hevur bæði felagsumboð og samtaksumboð í evstu leiðslu felagsins, hevur starvsfólkið í felagnum rætt til at velja 2 felagsumboð.
Stk. 3. Um talið av felagsumboðum og varalimum, ið skulu veljast sambært stk. 1 ikki er eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.
Stk. 4. Starvsfólkið kann velja eitt lægri tal av starvsfólkaumboðum og varalimum enn tey hava rætt til sambært stk. 1, sbr. § 40, stk. 3 og § 43, stk. 1 í hesi kunngerð.
Tal av samtaksumboðum
§ 11. Í einum samtaki, har starvsfólkið í dótturfeløgunum í samsvari við § 26 og kapittul 4 í hesi kunngerð hevur samtykt at velja samtaksumboð til evstu leiðslu móðurfelagsins, verður valt eitt tal av samtaksumboðum og varalimum svarandi til helvtina av hinum limunum í evstu leiðslu móðurfelagsins, tó minst 3 limir. Talið av samstaksumboðum og varalimum verður uppgjørt tann dagin valdagurin verður kunngjørdur.
Stk. 2. Um talið av samtaksumboðum og varalimum, ið skulu veljast sambært stk. 1, ikki er eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.
Stk. 3. Um starvsfólkið í móðurfelagnum hevur nýtt rættin til at velja 2 felagsumboð, sbr. § 10, stk. 2 í hesi kunngerð, verður talið av samtaksumboðum, ið kunnu veljast sambært stk. 1, lækkað við tveimum.
Stk. 4. Starvsfólkini kunnu við beinleiðis ella óbeinleiðis vali velja eitt lægri tal av starvsfólkaumboðum og varalimum, enn tað, sum starvsfólkið hevur rætt til sambært stk. 1, sbr. § 40, stk. 3 og § 43, stk. 1 í hesi kunngerð.
Útrokning av miðaltalinum av starvsfólki
§ 12. Eitt felag ella eitt samtak roknast fyri seinastu 3 árini í miðal at hava haft í minsta lagi 35 starvsfólk, tá samlaða talið av arbeiðstímum í felagnum ávikavist í einum ella fleiri av feløgunum í samtøkuni tilsamans í einum ári í miðal seinastu 3 árini er 63.000 tímar.
§ 13. Stjórnin í einum felag ávikavist einum móðurfelag, skal eftir umbøn frá einum, ið, sambært § 25, stk. 2 ella § 26, stk. 3 í hesi kunngerð, hevur heimild at krevja atkvøðugreiðslu, útrokna úrslitið sambært § 12 í hesi kunngerð, og boða starvsfólkunum í felagnum ávikavist samtakinum frá seinast 4 vikur eftir, at umbønin er móttikin.
Atkvøðurættur í sambandi við ja ella nei atkvøðugreiðslu
§ 14. Eitt og hvørt starvsfólk, ið starvast í felagnum, tá atkvøðugreiðslan verður hildin, hevur atkvøðurætt í sambandi við ja ella nei atkvøðugreiðslu um starvsfólkaumboð. Valnevndin tekur avgerð, um ivamál er, um treytin í 1. pkt. er lokin.
Stk. 2. Eitt og hvørt starvsfólk, ið starvast í einum dótturfelag hjá samtakinum, tá atkvøðugreiðslan verður hildin, hevur atkvøðurætt í sambandi við ja ella nei atkvøðugreiðslu um samtaksumboð. Samtaks-valnevndin tekur avgerð, um ivamál er, um treytin í 1. pkt. er lokin.
Valrættur
§ 15. Í sambandi við val av felagsumboðum hevur eitt og hvørt starvsfólk valrætt, um viðkomandi starvast í felagnum, bæði tá vallistin verður almannakunngjørdur, sbrt. § 39 stk. 4, og tá valið er.
Stk. 2. Í sambandi við val av samtaksumboðum hevur eitt og hvørt starvsfólk valrætt, um viðkomandi starvast í einum av samtaksfeløgunum, bæði tá vallistin verður almannakunngjørdur og tá valið er, um valið av samtaksumboðum er við beinleiðis vali.
Stk. 3. Um val til samtaksumboð fer fram við óbeinleiðis vali, verður valrætturin framdur av einum valmannastýri, sbr. § 44 í hesi kunngerð.
Stk. 4. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin tekur avgerð, um ivamál er um, hvørt treytirnar í stk. 1 ávikavist stk. 2 eru loknar.
Valbæri
§ 16. Eitt og hvørt starvsfólk hevur valbæri, um viðkomandi er myndigur og hevur starvast í felagnum seinastu 12 mánaðirnar áðrenn valið.
Stk. 2. Eitt og hvørt starvsfólk hevur valbæri til samtaksval, um viðkomandi er myndigur og hevur verið í starvi í einum samtaksfelag seinastu 12 mánaðirnar áðrenn valið.
Stk. 3. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin tekur avgerð, um ivamál er um, hvørt treytirnar í stk. 1 ávikavist stk. 2 eru loknar.
Stk. 4. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann í semju taka avgerð um, at eitt starvsfólk hevur valbæri, hóast viðkomandi hevur starvast í einum styttri tíðarskeiði enn ávíst í stk. 1 og stk. 2.
§ 17. Ein persónur, ið longu er valdur av aðalfundinum ella útnevndur av øðrum sum limur av evstu leiðslu felagsins, sambært § 120 í løgtingslógini, skal fara úr hesum sessi, um viðkomandi verður valdur sum starvsfólkaumboð ella varalimur. Fráfaringin skal henda samstundis sum viðkomandi tekur við sum starvsfólkaumboð ella varalimur.
Valúrslit
§ 18. Valúrslitið og navn og bústaður hjá teimum valdu verður skrivað í frágreiðingina hjá valnevndini, ávikavist samtaks-valnevndini, og verður beinanvegin fráboðað skrivliga við telduposti ella líknandi til bæði evstu leiðslu felagsins og tey valdu, og verður eisini kunngjørt fyri starvsfólkunum.
Valskeið fyri vanligt val
§ 19. Regluligt val av starvsfólkaumboðum og varalimum fer fram fjórða hvørt ár, treytað av, at treytirnar í § 1 í hesi kunngerð enn eru loknar, sbr. tó § 24 í hesi kunngerð, og um valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin í semju ikki hevur avgjørt eitt annað valtíðarskeið, áðrenn ítøkiliga valið.
Stk. 2. Afturval er møguligt. Val av felagsumboðan skal vera hildið áðrenn ársaðalfundin hjá felagnum. Val av samtaksumboðan skal vera hildið áðrenn móðurfelagið hevur ársaðalfundin.
Rættindi og rættarvernd
§ 20. Starvsfólkaumboð hava somu rættindi, skyldur og ábyrgd sum restin av limunum av evstu leiðslu felagsins.
§ 21. Starvsfólkaumboð eru vard ímóti uppsøgn og ímóti at viðurskifti teirra annars versna, á sama hátt sum álitisumboð innan viðkomandi ella tilsvarandi fakøki. Tað talið av varalimum, sum samsvarar við talið av starvsfólkaumboðum, sum starvsfólkið hevur valt sambært §§ 140 ella 141 í løgtingslógini, eru vard á tilsvarandi hátt. Um talið av varalimum er hægri enn talið av starvsfólkaumboðum, eru teir varalimir vardir, ið hava fingið flest atkvøður í sambandi við valið.
Stk. 2. Ósemjur um verndina sambært stk. 1, undir hesum spurningar um, hvørjar reglur eru galdandi, og um brot á ella tulking av reglunum, verða avgjørdar fakrættarliga sambært teimum arbeiðsrættarligu reglunum ella við vanligu dómstólarnar.
Uppathald av starvsfólkaumboðanarskipanini
§ 22. Starvsfólkaumboðanarskipanin heldur uppat, tá valskeiðið endar, um felagið ávikavist samtakið ikki tá longur lýkur treytirnar í § 1 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Ein skipan um felagsumboðan endar alt fyri eitt, um felagið ikki longur hevur starvsfólk.
Stk. 3. Ein skipan um samtaksumboðan endar alt fyri eitt, um tað ikki longur er talan um eitt samtak sambært § 4, stk. 1 í hesi kunngerð.
Stk. 4. Ein skipan um samtaksumboðan endar somuleiðis alt fyri eitt, um tað ikki longur eru starvsfólk í dótturfeløgunum í samtakinum.
§ 23. Atkvøðugreiðsla um, at skipanin heldur uppat, skal fara fram, um partarnir sambært § 25, stk. 2 ella § 26, stk. 3 í hesi kunngerð seta krav um hetta samstundis sum reglurnar í § 27 í hesi kunngerð verða hildnar. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin skipar fyri atkvøðugreiðsluni sambært reglunum í § 33, stk. 2 og §§ 34-36 í hesi kunngerð. Skipanin endar alt fyri eitt aftaná eina møguliga samtykt um hetta.
Sjálvbodnar skipanir um starvsfólkaumboðan
§ 24. Samstarvsnevndin kann í semju taka avgerð um at seta í verk eina sjálvbodna skipan um felagsumboðan, ið víkur frá reglunum í hesi kunngerð, uttan mun til, um starvsfólkið hevur rætt til felagsumboðan sambært § 140 í løgtingslógini, sbr. tó stk. 6. Um eingin samstarvsnevnd er, so kann ein sjálvboðin skipan setast í verk í semju við tey løntakaraumboðini, ið verða kunnað og hoyrd sambært reglunum um hetta, og stjórnina. At seta eina sjálvbodna skipan í verk skal samtykkjast á aðalfundi felagsins og ein áseting skal setast í viðtøkurnar, sum upplýsir, at ein sjálvboðin skipan er sett í verk. Tað krevst ikki serstøk samtykt á aðalfundinum at seta hesa áseting í viðtøkurnar.
Stk. 2. Tá eitt felag verður stovnað, kann setast í viðtøkurnar, sum eru partur av stovningarsamtyktini, at ein sjálvboðin skipan verður sett í verk um felagsumboðan, sum víkir frá reglunum í hesi kunngerð, sbr. tó stk. 6. Samstarvsnevndin skal eftir stovnan av felagnum í semju samtykkja, at skipanin verður sett í verk. Um eingin samstarvsnevnd er, so kann ein sjálvboðin skipan setast í verk í semju við tey løntakaraumboðini, ið verða kunnað og hoyrd sambært reglunum um hetta. Er ikki semja um skipanina, fellur hon burtur.
Stk. 3. Samstarvsnevndin í móðurfelagnum kann í semju taka avgerð um at seta í verk eina sjálvbodna skipan um samtaksumboðan, ið víkur frá reglunum í hesi kunngerð, uttan mun til um starvsfólkið hevur rætt til samtaksumboðan sambært § 141 í løgtingslógini, sbr. tó stk. 6. Um eingin samstarvsnevnd er, so kann móðurfelagið seta eina sjálvbodna skipan í verk í semju við tey løntakaraumboðini, ið verða kunnað og hoyrd sambært reglunum um hetta, og stjórnina. At seta eina sjálvbodna skipan í verk skal samtykkjast á aðalfundi í móðurfelagnum og ein áseting skal setast í viðtøkurnar hjá móðurfelagnum, sum upplýsir, at ein sjálvboðin skipan er sett í verk. Tað krevst ikki serstøk samtykt á aðalfundinum at seta hesa áseting í viðtøkurnar.
Stk. 4. Tá eitt samtak verður skipað, við tað at eitt felag verður stovnað við apportinnskoti av kapitalpørtum í teimum feløgum, sum skulu vera í samtakinum sum dótturfeløg, kann setast í viðtøkurnar, sum eru partur av stovningarsamtyktini, at ein sjálvboðin skipan verður sett í verk um samtaksumboðan, sum víkir frá reglunum í hesi kunngerð, sbr. tó stk. 6. Um felagsumboðan er í dótturfeløgunum, skulu samstarvsnevndirnar í semju samtykkja, at skipanin verður sett í verk. Um ongin felagsumboðan er í dótturfeløgunum, skulu samstarvsnevndirnar í semju samtykkja, at skipanin verður sett í verk. Um eingin samstarvsnevnd er í dótturfeløgunum, skulu tey løntakaraumboð samtykkja, ið verða kunnað og hoyrd sambært reglunum um hetta. Er ikki semja um skipanina, fellur hon burtur.
Stk. 5. Ein verandi sjálvboðin skipan kann halda fram í óavmarkaða tíð, uttan so at tað ikki longur er semja um hetta í samstarvsnevndini ella millum tey starvsfólkavaldu umboðini í sjálvbodnu skipanini og stjórnina, ella um tað við eini ja ella nei atkvøðugreiðslu er avgjørt, at tað skulu veljast starvsfólkaumboð og møguligir varalimir, sbr. §§ 25 og 26 í hesi kunngerð, ella um aðalfundur felagsins tekur avgerð um, at skipanin skal enda. Ásetingin í felagsins viðtøkum um, at ein sjálvboðin skipan er sett í verk, sbr. stk. 1-4, fellur burtur, tá skipanin endar og verður óformliga strikað úr viðtøkum felagsins.
Stk. 6. Reglurnar í §§ 20, 21 og 50 í hesi kunngerð eru samsvarandi galdandi fyri starvsfólkaumboð og møguligar varalimir, ið eru vald sambært einari sjálvbodnari skipan sambært stk. 1-4.
Kapittul 2
Rætturin at krevja ja ella nei atkvøðugreiðslu um starvsfólkaumboðan
Ja ella nei atkvøðugreiðsla um felagsumboðan
§ 25. Um eitt felag seinastu 3 árini hevur havt í miðal 35 starvsfólk, sbr. § 12 í hesi kunngerð, hava starvsfólkini rætt at krevja, at skipað verður fyri einari atkvøðugreiðslu, um tað skulu veljast felagsumboð og varalimir.
Stk. 2. Krav um atkvøðugreiðslu sambært stk. 1 kann setast av:
1) einum meiriluta av starvsfólkunum, ið ikki eru tilnevnd av stjórnini, í felagsins samstarvsnevnd,
2) yrkisfeløg í fyritøkuni, sum til dømis klubbar og starvsfólkafelagsskapir, ið umboða minst 1/10 av starvsfólkunum í felagnum, ella
3) 1/10 av starvsfólkunum í felagnum.
Ja ella nei atkvøðugreiðsla um samtaksumboð
§ 26. Um tað millum samtaksfeløgini tey seinastu 3 árini hava verið í miðal 35 starvsfólk, sbrt. § 12 í hesi kunngerð, hava starvsfólkini í dótturfeløgum, sum eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, rætt at krevja, at tað millum hesi verður hildin atkvøðugreiðsla um, hvørt samtaksumboð og tiltakslimir skulu veljast.
Stk. 2. Verður atkvøðugreiðsla kravd sambært stk. 1 í einum samtaki, har móðurfelagið samstundis er móðurfelag í fleiri samtøkum, verður kravið mett at galda fyri tað samtakið, ið hevur flest samtaksfeløg.
Stk. 3. Krav um atkvøðugreiðslu sambært stk. 1 kann krevjast av:
1) einum meiriluta av øllum starvsfólkunum, ið ikki eru tilnevnd av stjórnini, í einum ella fleiri samstarvsnevndum í dótturfeløgunum,
2) yrkisfeløgum í í dótturfeløgunum, sum til dømis klubbar og starvsfólkafelagsskapir, ið umboða minst 1/10 av starvsfólkunum í øllum dótturfeløgunum, ella
3) 1/10 av starvsfólkunum í øllum dótturfeløgunum.
§ 27. Krav um atkvøðugreiðslu, sambært § 25, stk. 2 og § 26, stk. 3 í hesi kunngerð, skal setast fram skrivliga, við telduposti ella líknandi mótvegis evstu leiðslu felagsins ávikavist móðurfelagsins. Á sínum fyrsta fundi eftir móttøkuna av kravinum um atkvøðugreiðslu, tó seinast 6 vikur eftir, at kravið er móttikið, stílar evsta leiðslan í felagnum ávikavist samtakinum fyri, at tað verður sett á stovn ein valnevnd ávikavist samtaks-valnevnd í samsvari við reglurnar í kapitli 3 í hesi kunngerð. Við semju í samstarvsnevndini kann avgerð takast um at víkja frá 6 vikur freistini. Um ongin samstarvsnevnd er, kann víkjast frá freistini við semju millum tey løntakaraumboðini, ið verða kunnað og hoyrd sambært reglunum um hetta, og stjórnina.
§ 28. Hevur skipað verið fyri einari ja ella nei atkvøðugreiðslu um starvsfólkaumboð, kann krav um nýggja atkvøðugreiðslu í fyrsta lagi setast fram 6 mánaðir eftir seinastu ja ella nei atkvøðugreiðsluna.
Stk. 2. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann í semju velja at víkja frá stk. 1.
Kapittul 3
Setan av valnevnd og samtaks-valnevnd
§ 29. Valnevndin og samtaks-valnevndin eru fastar nevndir, ið eru settar saman av umboðum fyri starvsfólkið og umboð fyri stjórnina. Meirilutin av limunum í nevndini skulu vera umboð fyri starvsfólkið og minst ein av hinum limunum skal vera umboð fyri stjórnina. Í samtaks-valnevndini skal minst ein limur vera umboð fyri starvsfólkið í dótturfeløgunum, og minst ein av limunum vera umboð fyri stjórn móðurfelagsins.
Stk. 2. Starvsfólkaumboð í samstarvsnevndini í felagnum velja umboð fyri starvsfólkið til valnevndina millum starvsfólkið í felagnum. Hinir limirnir verða valdir av stjórnini. Starvsfólkaumboðini í viðkomandi samstarvsnevndum í feløgum velja starvsfólkaumboð til samtaksvalnevndina millum starvsfólkið hjá viðkomandi feløgum. Restina av limunum velur stjórn móðurfelagsins.
Stk. 3. Um ongin samstarvsnevnd er, velur stjórn felagsins umboð fyri starvsfólkið millum hesi til valnevndina ávikavist samtaks-valnevndina. Eru álitisumboð vald í felagnum ávikavist móðurfelagnum, skulu hesi, um tað er møguligt, vera umboðað.
Stk. 4. Starvsfólk, ið stilla upp til val ella afturval sum starvsfólkaumboð ella varalimir til evstu leiðslu felagsins ávikavist móðurfelagsins, kunnu ikki útnevnast ella halda fram sum limir av valnevndini ella samtaks-valnevndini.
Stk. 5. Í sambandi við at limur fer úr valnevndini ella samtaks-valnevndini, skal viðkomandi boða nevndini frá hesum. Nevndin skal hereftir syrgja fyri, at ein nýggjur limur verður útnevndur í samsvari við reglurnar í stk. 2 og 3, uttan so at restin av limunum í semju taka avgerð um, at ongin nýggjur limur skal tilnevnast, og krøvini til samansetingina í stk. 1 framvegis eru lokin.
§ 30. Í einum samtaki kann samstarvsnevndin í ovasta móðurfelagnum saman við starvsfólkaumboðum úr øllum samtaksfeløgunum í semju taka avgerð um bert at seta eina samtaks-valnevnd, ið skipar fyri fleiri samtaksvalum innan sama samtak. Um ongin samstarvsnevnd er í ovasta móðurfelagnum, kann avgerðin takast við semju millum tey løntakara umboðini, ið kunnast og verða hoyrd sambært reglunum um hetta, og stjórnina í ovasta móðurfelagnum.
§ 31. Valnevndin, ávikavist samtaks-valnevndin, velur sjálv formannin. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðsluni, verður valið avgjørt við lutakasti.
Stk. 2. Avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum meiriluta, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðsluni, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.
§ 32. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin ger frágreiðingar, har øll týðandi viðurskifti, undir hesum innihald av øllum kunngerðum, avgerðum, atkvøðuúrslit og valúrslit, síggjast.
Stk. 2. Frágreiðingarnar eru atkomuligar fyri felagsins ávikavist samtaksfelaganna evstu leiðslu, stjórn, starvsfólk, kapitaleigarar og almennar myndugleikar.
Stk. 3. Frágreiðingarnar skulu undirskrivast av limunum í nevndini, og skulu goymast í minsta lagi 5 ár.
Kapittul 4
Fremjan av ja ella nei atkvøðugreiðslu
§ 33. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin skal, seinast 4 vikur eftir, at hon er sett, skipa fyri einari ja ella nei atkvøðugreiðslu, sbr. §§ 25 og 26 í hesi kunngerð, tó uttan so at valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin í semju tekur avgerð um, at skipast skal ikki fyri einari atkvøðugreiðslu, ella at víkjast skal frá freistini. Um avgjørt verður, at atkvøðugreiðslan ikki skal fremjast, skal ístaðin skipast fyri vali til starvsfólkaumboðan, sbr. kapittul 5 ávikavist kapittul 6 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin tryggjar, at atkvøðugreiðslan fer fram á slíkan hátt, at øll, sum hava atkvøðurætt, fáa nøktandi møguleika at luttaka í atkvøðugreiðsluni, undir hesum, um neyðugt, at atkvøða við brævatkvøðu. Brævatkvøðugreiðsla kann fara fram skrivliga, við telduposti ella líknandi.
§ 34. Ja ella nei atkvøðugreiðslan fer fram skrivliga, við telduposti ella líknandi. Atkvøðugreiðslan er loynilig.
Stk. 2. Við atkvøðugreiðsluna kann bert atkvøðast ja ella nei.
Stk. 3. Avgerðin um at seta á stovn eina starvsfólkaumboðsskipan, sbr. § 23 í hesi kunngerð, verður mett sum samtykt, um minst helvtin av teimum, ið hava atkvøðurætt, hava atkvøtt fyri uppskotinum.
Stk. 4. Avgerðin um, at ein starvsfólkaumboðsskipan skal halda uppat, sbr. § 23 í hesi kunngerð, verður mett sum samtykt, um minst helvtin av teimum, ið hava atkvøðurætt, hava atkvøtt fyri, at skipanin skal enda.
Stk. 5. So skjótt sum úrslitið av atkvøðugreiðsluni er greitt, boðar valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin frá hesum skrivliga, við telduposti ella líknandi til evstu leiðslu felagsins ávikavist móðurfelagsins og til starvsfólkið.
§ 35. Um felagsumboð eru í evstu leiðslu móðurfelagsins, kann ein ja ella nei atkvøðugreiðsla um samtaksumboðan í fyrsta lagi verða hildin 6 mánaðir frammanundan at valskeiðið hjá felagsumboðunum í evstu leiðslu móðurfelagsins er endað.
Stk. 2. Um samtaksumboð eru í evstu leiðslu móðurfelagsins, kann ein ja ella nei atkvøðugreiðsla um felagsumboðan í fyrsta lagi verða hildin 6 mánaðir frammanundan at valskeiðið hjá samtaksumboðunum í evstu leiðslu móðurfelagsins er endað.
Stk. 3. Samtaks-valnevndin kann í semju taka avgerð um at víkja frá stk. 1 og 2.
§ 36. Um felagið hevur starvsfólk á skipum í uttanlandssigling, er tað álagt valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini so skjótt sum møguligt at tryggja, at starvsfólk umborð við atkvøðurætti fáa kunning um, at skipast skal fyri einari ja ella nei atkvøðugreiðslu, og hvussu atkvøðugreiðslan fer fram.
Stk. 2. Skipsførarin á tí einstaka skipinum skal beint eftir, at boðini av tí í stk. 1 nevndu fráboðanini eru móttikin, skipa eitt valráð við trimum limum, sum er eitt umboð fyri yvirmenninar, eitt umboð fyri restina av manningini og skipsførarin sjálvur, ið er formaður fyri valráðið.
Stk. 3. Valráðið skal innan eina viku eftir tað er sett, skipa fyri tí í §§ 25 og 26 í hesi kunngerð nevndu atkvøðugreiðslu, og beinanvegin aftaná hesa fjarrita, elektroniskt ella á tilsvarandi skjótan hátt boða valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini frá úrslitinum av atkvøðugreiðsluni, og boða frá, hvussu nógvar ja-atkvøður, nei-atkvøður, blankar og ógildugar atkvøður vóru.
Stk. 4. Í sambandi við ja ella nei atkvøðugreiðsluna kann valráðið, samstundis sum boðað verður frá úrslitinum, á tilsvarandi skjótan hátt boða valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini frá møguligum uppskotum til valevni sum ávikavist starvsfólkaumboð og møguligar varalimir, ið eru sett fram av starvsfólkunum umborð á skipinum.
Stk. 5. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann í semja taka avgerð um at víkja frá stk. 2-4.
Kapittul 5
Skipan av vali til felagsumboðan
§ 37. Valnevndin stílar fyri:
1) at valið verður hildið sum skjótast, tó seinast 6 mánaðir eftir, at avgerðin um felagsumboðan er tikin, tó uttan so, at valnevndin í semju hevur tikið avgerð um at halda valið seinni, og
2) at atkvøðugreiðslan verður framd soleiðis, at øll, ið hava valrætt, fáa rímiliga atgongd til at luttaka í valinum, undir hesum, um neyðugt, við at atkvøða við brævatkvøðu.
Stk. 2. Avgerðin um starvsfólkaumboðan fellur burtur, um valið ikki er hildið í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at avgerðin er samtykt, ella ein seinni dag, sum valnevndin ásetir sbrt. stk. 1, nr. 1.
Stk. 3. Valnevndin kann í semju avgera at útseta valið við atliti til at uppstilla neyðuga talið av valevnum. Valið skal tó vera hildið, áðrenn ársaðalfundurin verður hildin.
§ 38. Um valnevndin metir, at valið skal fara fram á fleiri ymiskum valstøðum ella ymiskar tíðir, kunnu fleiri valráð skipast fyri at hjálpa við hesum.
Stk. 2. Valnevndin tekur avgerð um at skipa valráð og útnevnir formenn til hesi, sbr. tó § 36, stk. 2 í hesi kunngerð. § 29, stk. 1-4 og § 31, stk. 2 í hesi kunngerð er somuleiðis galdandi fyri valráð.
Stk. 3. Avgerðir hjá einum valráð kunnu leggjast fyri valnevndina.
§ 39. Valnevndin ásetir, eftir samráðing við evstu leiðslu felagsins, hvønn dag valið verður hildið, og tryggjar, at øll starvsfólk fáa rímiliga atgongd til at fáa kunning um, nær valdagurin verður. Valnevndin kann avgera, at atkvøðugreiðslan verður hildin í einum tíðarskeiði, har síðsti dagurin í tíðarskeiðinum skal metast sum valdagur, tá freistirnar í stk. 2 og stk. 3, nr. 3 og § 40, stk. 4 og 5 í hesi kunngerð verða roknaðar.
Stk. 2. Valnevndin almannakunnger valdagin fyri starvsfólkunum seinast 6 vikur og í mesta lagi 10 vikur áðrenn ásetta valdagin, tó uttan so, at valnevndin í semju tekur avgerð um at víkja frá freistunum, sbr. tó § 37, stk. 2 og 3, 2. pkt. í hesi kunngerð.
Stk. 3. Almannakunngeringin av valdegnum skal innihalda:
1) upplýsingar um tal av starvsfólkaumboðum og møguligum varalimum, ið skulu veljast, sbr. §10 í hesi kunngerð,
2) valskeiðið ella longdina av valskeiðinum, og
3) innkalling av uppskotum frá starvsfólki til persónar, ið verða skotnir upp til valið sum felagsumboð og møguligir varalimir. Innkallingin skal innihalda, hvønn dag innlating av uppskotum seinast kann fara fram. Hesin dagur skal vera í minsta lagi 4 vikur áðrenn valdagin, uttan so at valnevndin í semju tekur avgerð um at víkja frá hesi freist.
Stk. 4. Valnevndin skal, samstundis sum valdagurin verður almannakunngjørdur, gera ein lista yvir starvsfólk, ið hava valrætt tá. Listin skal vera atkomuligur fyri starvsfólkini, møguliga í elektroniskum formi.
§ 40. Valnevndin kannar, um tey uppstillaðu valevnini eru valbær, og um tey játta at taka við vali sum felagsumboð ella varalimur í samsvari við valda framferðarháttin fyri vali, sbr. stk. 3 og 5.
Stk. 2. Valnevndin kann í semju taka avgerð um, at valið skal fara fram sum friðarval, um:
1) øll uppstillaðu valevnini góðtaka hetta, og
2) tað, tá freistin er úti, sbr. § 39, stk. 3, nr. 3 í hesi kunngerð, er tað talið av valevnum uppstillað, ið kunnu veljast, og
3) tað millum uppstillaðu valevnini er semja um býti av sessum.
Stk. 3. Um tað ikki er uppstillað tað talið av valevnum, ið starvsfólkið hevur rætt til at velja, sambært § 140, stk. 1 í løgtingslógini, fer valið fram við tí uppstillaða talinum av valevnum. Valnevndin kann tó í semju taka avgerð um antin at útseta valið og heita á fleiri valevnir um at stilla upp innan eina nærri ásetta tíðarfreist, sbr. tó § 37, stk. 2 og 3, 2. pkt í hesi kunngerð, ella at valið fer fram sum friðarval, um stk. 2, nr. 1 og 3 eisini kunnu lúkast.
Stk. 4. Valnevndin skal kunna tey uppstillaðu valevnini um, at tey ikki samstundis á annan hátt kunnu verða vald ella tilnevnd til evstu leiðslu felagsins, sbr. § 17 í hesi kunngerð.
Stk. 5. Valevnini verða sett á ein lista, sbr. tó stk. 6. Listin verður almannakunngjørdur fyri starvsfólkini í felagnum seinast 2 vikur áðrenn valdagin. Tað skal klárt síggjast á listanum, fyri hvat tíðarskeið valevnini eru uppstillað.
Stk. 6. Starvsfólkini í valnevndini kunnu í semju krevja, at valevnini verða uppstillað á tveimum listum, ein listi fyri felagsumboð og ein listi fyri varalimir. Eitt valevni kann bert stillast upp á einum av listunum. Listarnir verða almannakunngjørdur fyri starvsfólkini í felagnum seinast 2 vikur áðrenn valdagin. Tað skal klárt síggjast á hvørjum lista, fyri hvat tíðarskeið valevnini eru uppstillað. Valnevndin kann í semju taka avgerð um, at persónligir varalimir verða uppstillaðir.
Stk. 7. Valnevndin kann í semja taka avgerð um at víkja frá § 43, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2 í hesi kunngerð. Nevndin skal samstundis staðfesta, hvussu tað verður avgjørt, hvør er valdur sum starvsfólkaumboð og møguliga varalimur.
Stk. 8. Í feløgum, ið hava starvsfólk sum starvast á skipum í uttanlandssigling, verða valevnislistin ávikavist valevnislistarnir sendir, um neyðugt, við fjarriti, elektroniskt ella á annan líknandi hátt, til valráðið á skipunum, soleiðis at listin ella listarnir kunnu almannakunngerast fyri starvsfólkunum á skipunum seinast 2 vikur áðrenn valið.
§ 41. Valnevndin ger atkvøðuseðlar, har nøvnini á valevnunum eru skipað í bókstavarað. Um val er á tveimum listum, skulu valevnini skipast í bókstavarað fyri ávikavist felags umboð og varalimir. Harafturat skal kunnast, um valið fer fram á einum ella tveimum listum, og um møgulig frávik, ið valnevndin hevur avgjørt sambært § 40, stk. 6 og 7 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Atkvøðuseðlarnir skulu innihalda upplýsingar um navn, bústað, arbeiðsstað, virksemi, faklig álitisstørv í felagnum, hjá valevnunum, tíðarskeiðið, ið valevni stillar upp til, og tað talið av atkvøðum, ið kunnu gevast sambært § 42, stk. 2 og 3 í hesi kunngerð. Aðrar upplýsingar mugu ikki vera á atkvøðuseðlinum.
Stk. 3. Í sambandi við val umborð á skipum í uttanlandssigling, kann valráðið loyva, at atkvøtt verður í afturlatnum brævbjálvum, uttan at teir í stk. 1, sbr. stk. 2 nevndu atkvøðuseðlar verða nýttir.
Stk. 4. Valnevndin kann í semju taka avgerð um, at atkvøðuseðlar ikki verða gjørdir, men at valið fer fram á annan hátt, ið tryggjar, at starvsfólkið fær tær í stk. 1 og 2 nevndu upplýsingar.
§ 42. Valið fer fram skrivliga, við telduposti ella líknandi og skal vera loyniligt.
Stk. 2. Hvørt starvsfólk kann bert greiða tað tal av atkvøðum, ið svarar til helvtina av talinum av felagsumboðum og helvtina av varalimum, ið skulu veljast, sbr. § 10 í hesi kunngerð. Skal eitt ólíka tal av felagsumboðum ella varalimum veljast, verður talið av atkvøðum, ið kunnu greiðast, rundað upp eftir, áðrenn talið í 1. pkt. verður roknað. Verða valevnini sett á ein lista, skal talið á varalimum, sum verður brúkt sum grundarlag undir útrokningini í 1. pkt., ásetast til sama tal sum talið á felags umboðum, sum skulu veljast. Hvørt starvsfólk kann tó í mesta lagi greiða eina atkvøðu á hvørt valevni.
Stk. 3. Valnevndin kann í semju taka avgerð um at víkja frá stk. 2, 1. pkt.
Stk. 4. Um atkvøða er greidd fyri fleiri valevnum á listanum, enn tað er møguleiki fyri, sambært stk. 2 ella 3, skal atkvøðuseðilin roknast sum ógildigur. Somuleiðis skal atkvøðuseðilin roknast sum ógildigur, um tað ikki er púra greitt, hvat ella hvørjum valevni atkvøtt er fyri, ella um onnur nøvn eru sett á ella rættað er í atkvøðuseðlinum. Í ivamálum avger valnevndin, um atkvøðuseðilin er ógildigur.
§ 43. Verða valevnini sett á ein lista, eru tey valevni, sbr. § 10 í hesi kunngerð, ið hava fingið flest atkvøður, vald sum felags umboð. Restin av valevnunum, ið eru uppstillað, og hava fingið minst eina atkvøðu, gerast varalimir, uttan so at annað er avgjørt, sambært § 40, stk. 7 í hesi kunngerð. Um eitt lægri tal, enn tað, ið starvsfólkið hevur rætt til sambært § 10, stk. 1 í hesi kunngerð, eru vald, kunnu starvsfólkini í valnevndini í semju taka avgerð um at nýta rættin sambært § 10, stk. 4 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Um valið fer fram á tveimum listum, eru tey valevni, sbr. § 10 í hesi kunngerð, ið hava fingið flest atkvøður á hvørjum lista, vald sum ávikavist felags umboð og varalimir, uttan so at annað er avgjørt sambært § 40, stk. 7 í hesi kunngerð.
Stk. 3. Um atkvøðujavni er millum tvey ella fleiri valevni, tekur valnevndin avgerð um valið við lutakasti.
Stk. 4. So skjótt sum úrslitið av atkvøðugreiðsluni er greitt, boðar valnevndin teimum valdu persónunum frá, at tey eru vald sum starvsfólkaumboð ella varalimir, og kannar, um tey vilja taka við valinum til viðkomandi sess. Valnevndin boðar samstundis starvsfólkunum og evstu leiðslu felagsins skrivliga, við telduposti ella líknandi, frá valúrslitinum.
Kapittul 6
Skipan av vali til samtaksumboðan
§ 44. Samtaks-valnevndin skal tryggja, at sett verður eitt valmannastýri skjótast gjørligt eftir, at avgerðin um samtaksumboðan er samtykt, tó seinast 6 vikur eftir kunngeringina av valdegnum, sbr. § 39, stk. 2 í hesi kunngerð. Í hesum føri verður rætturin til at velja samtaksumboðan til evstu leiðslu móðurfelagsins framdur av einum valmannastýri. Ásetingarnar í §§ 39-43 í hesi kunngerð eru samsvarandi galdandi fyri valið við neyðugum tillagingum.
Stk. 2. Samtaks-valnevndin kann í semju taka avgerð um at skipa valið sum eitt beinleiðis val.
Stk. 3. Um samtaks-valnevndin hevur tikið avgerð sambært stk. 2, eru ásetingarnar í kapitli 5 í hesi kunngerð við neyðugum tillagingum galdandi.
Stk. 4. Samtaks-valnevndin kann í semju taka avgerð um at víkja frá freistini í stk. 1, sbr. tó § 37, stk. 2 og 3, 2. pkt. í hesi kunngerð.
Valmannastýrið í sambandi við óbeinleiðis val av samtaksumboðan
§ 45. Valmannastýrið skal vera samansett av felagsumboðunum í hvørjum einstøkum samtaksfelag.
Stk. 2. Í samtaksfeløgum, har ongin felagsumboðan er, tryggjar samtaks-valnevndin, at starvsfólk í felagnum sínámillum velja 2 limir til valmannastýrið og møguligar varalimir fyri hesar. Hvørt starvsfólk kann bert greiða eina atkvøðu á hvørt valevni í sambandi við val til valmannastýrið.
§ 46. Limirnir í valmannastýrinum í hvørjum samtaksfelag kunnu tilsamans greiða 4 atkvøður fyri hvørja ferð, byrjað verður at telja upp í 35 starvsfólk í samtaksfelagnum, sum tey eru tilnevnd í. Talið av starvsfólkum í einstaka samtaksfelagnum verður roknað út, tá valdagurin verður almannakunngjørdur. Talið av atkvøðum verður javnt býtt millum limirnar í valmannastýrinum í samtaksfelagnum. Um so er, at atkvøður vera til avlops, verða hesar býttar millum limirnar í valmannastýrinum í samtaksfelagnum við lutakasti.
Stk. 2. Hvør limur av valmannastýrinum skal hava tað talið av atkvøðuseðlum, ið samsvarar við talið av atkvøðum, ið viðkomandi kann greiða sambært stk. 1. Valið kann haldast skrivliga, við telduposti ella líknandi. Ásetingin í § 41, stk. 4 í hesi kunngerð er samsvarandi galdandi.
Stk. 3. Hvør limur av valmannastýrinum kann bert atkvøða eina ferð fyri einum valevni á hvørjum atkvøðuseðli. Ásetingin í § 41, stk. 4 í hesi kunngerð er samsvarandi galdandi.
Stk. 4. Um tað á sama atkvøðuseðli er atkvøtt fyri fleiri valevnum, ella um tað ikki er púra greitt, hvat ella hvørji valevni, ið atkvøtt er fyri, ella um onnur nøvn eru sett á ella rættað er í atkvøðuseðlinum, skal atkvøðuseðilin roknast sum ógildigur. Í ivamálum avger samtaks-valnevndin, um ein atkvøða er ógildug.
§ 47. Um eitt felag samstundis er móðurfelag í fleiri samtøkum, verður val til samtaksumboðan til evstu leiðslu í hesum móðurfelagnum samlað hildið í einum vali, tó uttan so, at samtaks-valnevndin í semju avger annað. Valið verður hildið í tí samtakinum, ið hevur flest samtaksfeløg.
Stk. 2. Í samtøkum, har tað í móðurfelagnum eru vald felagsumboð sambært § 140 í løgtingslógini, verður val av samtaksumboðum hildið fyrstu ferð í sambandi við, at valskeiðið fyri felagsumboðini í evstu leiðslu móðurfelagsins gongur út, tó uttan so, at samtaks-valnevndin í semju avger annað.
Stk. 3. Í samtøkum, har tað í móðurfelagnum eru vald samtaksumboð sambært § 141 í løgtingslógini, verður val av felagsumboðum hildið fyrstu ferð í sambandi við, at valskeiðið fyri samtaksumboðini í evstu leiðslu móðurfelagsins gongur út, uttan so at valnevndin í semju tekur avgerð um annað.
Stk. 4. Samtaks-valnevndin kann í semju avgera at samskipa valskeiðið í móðurfelagnum og dótturfeløgum.
Sjálvboðin víðkan við vali av samtaksumboðum
§ 48. Aðalfundurin kann avgera at víðka skaran av starvsfólkum, sum hava valrætt og eru valbær sum samtaksumboð í evstu leiðslu felagsins, við starvsfólkunum í einum ella fleiri útlendskum dótturfeløgum hjá einum samtaksfelag, sbrt. § 4 stk. 2.
Stk. 2. Starvsfólk í útlendsku dótturfeløgunum kunnu nýta rættin sambært stk. 1, um í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt í útlendsku dótturfeløgunum, sbrt. § 14 stk. 2, hava atkvøtt fyri í eini ja eini nei atkvøðugreiðslu. Samtaks-valnevndin stendur fyri, at ja eini nei atkvøðugreiðslan verður hildin. Samtaks-valnevndin kann í semju avgera, at atkvøðugreiðslan ikki skal haldast. Verður avgjørt, at ongin atkvøðugreiðsla skal vera, skal val til samtaksumboðan verða hildið í staðin, sbrt. stk. 3.
Stk. 3. Er avgerð tikin um at víðka, sbrt. stk. 1, og hevur í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt í útlendsku dótturfeløgunum, atkvøtt fyri at nýta rættin, ella hevur samtaks-valnevndin í semju avgjørt, at atkvøðugreiðslan ikki skal fremjast, sbrt. stk. 2, tekur samtaks-valnevndin avgerð um at halda val til samtaksumboðan, undir hesum hvussu skarin av starvsfólki við valrætti og sum hava valbæri, kann víðkast, við starvsfólkum í útlendskum dótturfeløgum, við atliti til at tryggja ynsktu samansetingina av samtaksumboðum. Samtaks-valnevndin tryggjar í hesum sambandi, at valið fer fram á fullgóðan hátt og ansar eftir, at atlit verður tikið at grundreglunum um gjøgnumskygni og javnstøðu, og at tann stovnur, ið møguliga stendur fyri at halda valið, hevur javnsetta luttøku frá starvsfólki og stjórn.
Stk. 4. Er avgerð tikin um at víðka, sbrt. stk. 1, og hevur í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt í útlendsku dótturfeløgunum, atkvøtt fyri at nýta rættin sbrt. stk. 2, hava starvsfólk í dótturfeløgum, ið eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, rætt til at velja minst ein lim til evstu leiðslu móðurfelagsins. Telja starvsfólkini í teimum dótturfeløgunum, ið eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, meira enn 1/10 av starvsfólkunum, ið hava valrætt í dótturfeløgunum í samtakinum, hava tey rætt at velja minst tvey umboð til evstu leiðslu móðurfelagsins.
§ 49. Er krav sett fram um ja ella nei atkvøðugreiðslu sambært § 26, stk. 3 og hevur aðalfundurin tikið avgerð sambært § 48, stk. 1, kunnu ja ella nei atkvøðugreiðslurnar sambært § 26, stk. 1 og § 48, stk. 2 haldast samstundis. Ein fyritreyt fyri at víðka skipanina um samtaksumboðan sambært § 48, er, at ein skipan um samtaksumboðan er í teimum dótturfeløgum, ið eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, ella at meiriluti er fyri eini samtaksumboðanarskipan millum starvsfólkini í teimum dótturfeløgunum, ið eru skrásett í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, sbrt. § 26, stk. 1 sbrt. § 34, stk. 3.
Kapittul 7
Tá starvsfólkaumboð koma inn og fara úr
Tá starvsfólkaumboð koma inn
§ 50. Nývald starvsfólkaumboð koma inn í evstu leiðslu felagsins beint eftir felagsins ávikavist móðurfelagsins ársaðalfund. Starvsfólkaumboð og møguligir varalimir halda fram sum limir í evstu leiðslu felagsins, til teir nývaldu limirnir kunnu koma í evstu leiðslu felagsins.
Stk. 2. Nýggj starvsfólkaumboð og møguligir varalimir fyri hesi, tó ikki fleiri enn talið á starvsfólkaumboðum, skulu fráboðast til Skráseting Føroya seinast 2 vikur eftir, at tey eru komin í evstu leiðslu felagsins.
Forfall hjá starvsfólkaumboði
§ 51. Um eitt starvsfólkaumboð ikki kann luttaka í einum fundi í evstu leiðslu felagsins, verður viðkomandi avloystur av tí varaliminum, ið er valdur við flest atkvøðum, tó uttan so, at annað er avgjørt sambært reglunum í § 40, stk. 7 í hesi kunngerð, sbr. tó § 124, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini.
At fara frá sum starvsfólkaumboð
§ 52. Eitt starvsfólkaumboð fer úr nevndini beinanvegin, um viðkomandi:
1) verður koyrdur frá av starvsfólkunum sambært reglunum í § 54 í hesi kunngerð,
2) ikki longur starvast hjá felagnum ávikavist samtakinum,
3) sjálvur tekur seg úr evstu leiðslu felagsins, ella
4) doyr.
§ 53. Um eitt starvsfólkaumboð fer frá í valskeiðinum, verður hesin avloystur av tí varaliminum, ið hevur fingið flest atkvøður, uttan so at annað er avgjørt sambært reglunum í § 40, stk. 7 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Ber ikki til at avloysa starvsfólkaumboðið, ið fer frá sambært stk. 1, verður skipað fyri eykavali til leysa sessin fyri írestandi valskeiðið í samsvari við ásetingarnar í ávikavist kapitli 5 og 6 í hesi kunngerð, tó uttan so at valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin við samtykki frá eftirverandi starvsfólkaumboðunum og møguligum varalimum í semju taka avgerð um, at leysi sessurin ikki skal setast aftur restina av valskeiðinum.
Stk. 3. Um eykaval skal haldast, kann 1/10 av starvsfólkinum í felagnum ávikavist dótturfeløgunum mótvegis valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini krevja, at tað ístaðin verður skipað fyri vali av øllum starvsfólkaumboðum og møguligum eykalimum fyri írestandi valskeiðið. Áheitan um hetta skal setast fram í seinasta lagi 4 vikur áðrenn valdagin fyri eykavalið.
§ 54. Atkvøðugreiðsla um at koyra eitt starvsfólkaumboð frá, skal setast í verk, um teir í § 25, stk. 2 ella § 26, stk. 3 í hesi kunngerð nevndu partarnir krevja tað. Valnevndin ella samtaks-valnevndin skipar fyri atkvøðugreiðsluni og skal halda reglurnar í kapitli 4 í hesi kunngerð. Avgerðin at koyra eitt starvsfólkaumboð frá, er samtykt, um meira enn helvtin av teimum, ið atkvøða, hava atkvøtt fyri.
Kapittul 8
Broytingar í valskeiðinum
§ 55. Um aðalfundurin í tí felagnum ávikavist móðurfelagnum, har starvsfólkaumboð eru, í valskeiðinum tekur avgerð um at minka um talið av aðalfundarvaldum limum í evstu leiðslu felagsins, skal talið av starvsfólkaumboðum bert lækkast, um tað er fyri at tryggja, at reglan í § 120, stk. 1 í løgtingslógini verður hildin, og um ikki ber til at lækka talið av øðrum limum av evstu leiðslu felagsins, ið ikki eru valdir av aðalfundinum.
Stk. 2. Tað starvsfólkaumboðið, ið fekk fæst atkvøður á valinum, skal alt fyri eitt fara úr nevndini, um broytingin hevur við sær, at talið av starvsfólkaumboðum í evstu leiðslu felagsins skal minkast. Um eitt av starvsfólkaumboðunum er avloyst av einum varalimi í valskeiðinum, skal hesin taka seg úr, áðrenn onnur starvsfólkaumboð. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann í semju taka avgerð um, at tað við avtalu millum starvsfólkaumboð og varalimir, kann víkjast frá 1. og 2. pkt. Um starvsfólkaumboðini eru vald við friðarvali, avger valnevndin valið við lutakasti.
Stk. 3. Talið av starvsfólkaumboðum og møguligum varalimum kann lækkast í valskeiðinum, um semja er millum starvsfólkið í valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini. Fráfaring skal fara fram eftir reglunum í stk. 2.
Stk. 4. Um talið av felagsumboðum er lækkað vegna samtaksumboðan, og samtaksumboðsskipanin heldur uppat, hava starvsfólkini í felagnum rætt til at seta tey plássini í evstu leiðslu felagsins, ið eru vorðin tøk í sambandi við at samtaksumboðsskipanin er hildin uppat. Møgulig felagsumboð, ið fyrr hava verið vald til hesi ávísu pláss í evstu leiðslu felagsins, koma inn aftur, uttan so at valnevndin í semju tekur avgerð um annað. Um felags umboð ikki eru vald til tey ávísu plássini, skal skipast fyri eykavali sambært ásetingunum í kapitli 5 í hesi kunngerð, tó uttan so at valnevndin í semju tekur avgerð um annað.
Stk. 5. Um talið av samtaksumboðum er lækkað vegna felagsumboðan, og felagsumboðsskipanin heldur uppat, hava starvsfólkini í samtakinum rætt til at seta tey plássini í evstu leiðslu felagsins, ið eru vorðin tøk í sambandi við at felagsumboðsskipanin er hildin uppat. Møgulig samtaksumboð, ið fyrr hava verið vald til hesi ávísu pláss í evstu leiðslu felagsins, koma inn aftur, uttan so at samtaks-valnevndin í semju tekur avgerð um annað. Um samtaksumboð ikki eru vald til tey ávísu plássini, skal skipast fyri eykavali sambært ásetingunum í kapitli 6 í hesi kunngerð, tó uttan so at valnevndin í semju tekur avgerð um annað.
Starvsfólkaumboðan í sambandi við samanlegging, kloyving og líknandi
§ 56. Í sambandi við samanlegging, kloyving og líknandi hevur Skráseting Føroya møguleika fyri at víkja frá reglunum í hesi kunngerð um ja ella nei atkvøðugreiðslu, valbæri og 3 ára regluna fyri tilveru felagsins.
Kapittul 9
Serstakar ásetingar
Kunning til starvsfólkini um viðurskifti felagsins
§ 57. Í feløgum og samtøkum, har starvsfólkið hevur nýtt rættin sambært §§ 140 ella 141 í løgtingslógini at velja umboð, er álagt evstu leiðslu felagsins ávikavist móðurfelagsins at tryggja, at góðar og effektivar kunningarkeldur til starvsfólkið í felagnum ella móðurfelagnum finnast, til kunning um viðurskifti hjá felagnum ávikavist samtakinum. Kunningin um hesi viðurskifti skal verða givin á nøktandi hátt. Kunningin kann millum annað vera um fíggjarligar, rakstrarligar og starvsligar støður og gongdina hjá felagnum ávikavist samtakinum.
§ 58. Evsta leiðsla felagsins tekur avgerð um, hvørjar kunningarkeldur eru best egnaðar eftir viðurskiftunum hjá felagnum ella samtakinum, og við atliti til hvørja kunning, talan er um. Kunningin kann til dømis fara fram gjøgnum dagligu leiðslu felagsins ella samtaksfelagsins, ella gjøgnum samstarvsráðið, um eitt slíkt finst.
Stk. 2. Kunning til starvsfólkið hjá felagnum ávikavist samtakinum kann millum annað fara fram við kunningarbløðum, innanhýsis starvafólkabløðum ella líknandi, heimasíðum, fundum í samstarvsráðnum, virkisráðstevnum og felags fundum.
Rætturin hjá starvsfólkinum at kunna seg í eigarabókini
§ 59. Í einum felag ella einum samtaki, har starvsfólkið hevur rætt til starvsfólkaumboð, men har starvsfólkaumboð ikki eru vald, kann eitt umboð fyri starvsfólkið kunna seg í eigarabókini.
Stk. 2. Um starvsfólkið í felagnum ella samtakinum hava valt eitt felags álitisfólk, ella tað bert er eitt álitisfólk í fyritøkuni, er rætturin, sambært stk. 1, hjá hesum. Í øðrum førum velur starvsfólkið innanhýsis eitt umboð til at kunna seg í eigarabókini.
Stk. 3. Í samtøkum tilnevnir ein nevnd, ið er skipað við einum umboði fyri starvsfólkið í hvørjum dótturfelag sær, innanhýsis eitt umboð til at fremja sær rættin sambært stk. 1. Um starvsfólkið í dótturfelagnum hevur valt eitt felags álitisfólk, ella tað bert er eitt álitisfólk í fyritøkuni, skal hesin vera limur í nevndini. Annars kunnu álitisfólkini í dótturfeløgunum innanhýsis tilnevna ein lim í nevndina, ella starvsfólkið innanhýsis velja eitt umboð, sum skal vera limur av nevndini.
Útreiðslur til at skipa fyri vali
§ 60. Felagið ávikavist móðurfelagið rindar útreiðslurnar í sambandi við tær í hesi kunngerð nevndu atkvøðugreiðslur og val, og fyri kunningina av starvsfólkunum sambært § 57 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann ikki, uttan frammanundan at hava fingið góðkenning frá evstu leiðslu felagsins ávikavist móðurfelagsins, rinda fyri óvanligar ella stórar útreiðslur.
Fráboðan
§ 61. Avgerðir sambært hesi kunngerð, ið skulu fráboðast Skráseting Føroya ella skrásetast, eru fevndar av kapitli 2 í løgtingslógini. Saman við fráboðanini skal fylgja gerðabók, undirskrivað av valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini.
Ósemjur
§ 62. Ósemjur viðvíkjandi ásetingum í hesi kunngerð hoyra undir dómstólarnar, sbr. tó § 21, stk. 2 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Í førum, har henda kunngerðin gevur valnevndini ávikavist samtaks-valnevndini heimild at avgera ósemjur, kann ósemjan ikki skjótast inn fyri dómsvaldið, fyrr enn valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin hevur tikið avgerð í málinum.
Revsiásetingar
§ 63. Ein limur í evstu leiðslu felagsins ella í stjórnini, valnevndini, samtaks-valnevndini, einum valráð ella samstarvsúrvalinum, ið ikki heldur sínar skyldur sambært §§ 13, 18, 23, 27, § 29, stk. 5, §§ 32, 33, 36, 37, 39, 40, 41, § 43, stk. 4, § 44, stk. 1, § 48, stk. 3, 2. pkt ella § 54 í hesi kunngerð, verður revsaður við sekt.
Kapittul 10
Gildiskoma og skiftisreglur
Gildiskoma
§ 64. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 1387 af 11. december 2007 for Færøerne om medarbejderes valg af bestyrelsesmedlemmer i moderselskaber, der er aktieselskaber og anpartsselskaber m.v og bekendtgørelse nr. 1388 af 11. december 2007 for Færøerne om medarbejderes valg af bestyrelsesmedlemmer i aktieselskaber og anpartsselskaber m.v.
Skiftisreglur
§ 65. Valmannagongdir, ið eru settar í verk, tá henda kunngerð kemur í gildi, skulu fremjast sambært teimum reglum, ið vóru galdandi, tá valdagurin varð almannakunngjørdur.
Stk. 2. Valnevndin ávikavist samtaks-valnevndin kann tó í semju avgera at víkja frá stk. 1, so reglurnar í hesi kunngerð eru galdandi, um starvsfólkið skjótast møguligt fær neyðugar upplýsingar um avgerðina og hvørji frávik, ið eru gjørd, so starvsfólkið kann taka atlit at frávikunum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. oktober 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)