Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2020Nr. 144
Kunngerð um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing
Við heimild í § 5, stk. 6 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan verður ásett:
Endamál
§ 1. Málið er, at næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu ogna sær førleika at tosa, lesa og skriva føroyskt.
Stk. 2. Næmingarnir skulu í lærugreinini føroyskt sum annaðmál læra at nýta føroyskt sum arbeiðsmál og samskiftismál, so teir verða tvímæltir við atliti at megna at nýta føroyska málið í talu og skrift.
Stk. 3. Mentan og samfelagsviðurskifti skulu verða partur av undirvísingini bæði í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísingini.
Málbólkur
§ 2. Næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum ikki hava lært føroyskt, hóast teir búgva í Føroyum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum máli og mentan.
Stk. 2. Næmingarnir kunnu vera tilflytarar, næmingar, sum búgva í Føroyum, har annað ella bæði foreldrini hava eitt annað móðurmál enn føroyskt, og næmingar, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands.
Stk. 3. Næmingar, sum eru tilflytarar, kunnu harumframt fáa tilboð um undirvísing í teirra móðurmáli.
Stk. 4. Tilboð um móðurmálsundirvísing verða skipað landafrøðiliga í økjum fyri næmingar, ið hava sama móðurmál.
At leggja undirvísingina til rættis
§ 3. Tá ið næmingar verða innskrivaðir, ger skúlin eina meting um hvønn tørv, einstaki næmingurin hevur á serstakari undirvísing í føroyskum.
Stk. 2. Samfelagslig og mentanarlig viðurskifti eiga at verða partur av undirvísingini, sum bæði fatar um mentanarligu bakgrund næmingsins og føroysk viðurskifti.
Stk. 3. Skúlin tekur í samráð við foreldrini og næmingin stig til, at næmingar fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
Stk. 4. Skúlin leggur undirvísingina til rættis saman við lærara, ið hevur royndir at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, flokslærara og førleikastovuni.
Stk. 5. Flokslærarin boðar í skúlaárinum leiðsluni frá, hvussu gongst hjá næminginum, og um framhaldandi tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
Skipan
§ 4. Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál kann verða skipað sum:
1) partur av lærugreinum í flokkinum,
2) næmingabólkar,
3) einstaklingaundirvísing, og
4) í móttøkuflokki.
Stk. 2. Einstaklingaundirvísing verður skipað í teimum førum, har fáir næmingar eru, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og tá ið mett verður, at næmingurin ikki hevur møguleika at menna seg málsliga í einum næmingabólki.
Stk. 3. Leiðsla skúlans tekur í samráð við flokslæraran, flokstoymið og førleikastovuna støðu til, hvussu undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verður skipað.
Stk. 4. Tímatal og tíðarskeið sambært stk. 1-3 verða skipað í mun til tørv og fortreytir næmingsins. Málið er, at næmingur í mesta lagi í trý ár fylgir undirvísingini í føroyskum sum annaðmál. Næmingur, sum ikki hevur ognað sær førleika sambært § 1, stk. 2 í hesum tíðarskeiði, skal hava tilboð um nærri útgreining og átøk.
Stk. 5. Næmingatalið í bólkum sambært stk. 1, nr. 2. eigur í mesta lagi at verða sjey næmingar, tá ið undirvísingin byrjar. Næmingatalið kann tó verða hækkað seinni í skúlaárinum ella næsta skúlaárið í mun til førleikan hjá næmingunum.
§ 5. Móttøkuflokkur sambært § 4, stk. 1, nr. 4 kann verða skipaður í skúlum, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innkskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk.
Stk. 2. Skúlar í somu kommunu kunnu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk.
Stk. 3. Móttøkuflokkur er partur av skúlabygnaðinum. Umsókn verður send landsstýrismanninum um heimild at skipa móttøkuflokk.
Stk. 4. Næmingar kunnu í byrjanini hava alla ella ein part av undirvísingini í móttøkuflokki.
Stk. 5. Næmingarnir skulu so skjótt sum til ber verða partur av floksundirvísingini, men har móttøkuflokkur er skipaður, skulu næmingarnir hava møguleika at vera ein part av undirvísingartíðini í móttøkuflokki í seks mánaðir.
Stk. 6. Næmingatalið í einum móttøkuflokki skal í minsta lagi vera 7 næmingar og í mesta lagi 12 næmingar. Næmingatalið kann vera hægri, um tveir lærarar undirvísa í flokkinum, og eisini um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi 18 næmingar.
Stk. 7. Ein móttøkuflokkur skal í mesta lagi fata um trý floksstig, men kann fata um fleiri floksstig, um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi um fimm floksstig.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 5-7.
§ 6. Næmingar, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kunnu við samtykki frá foreldrunum í serligum føri verða frítiknir fyri undirvísing í lærugreinum sambært § 5, stk. 2, § 7, stk. 1 og § 9, stk. 1 í løgtingslógini, tó ikki í føroyskum og støddfrøði.
Stk. 2. Næmingur, sum verður frítikin fyri undirvísing í lærugreinum sambært stk. 1 skal ístaðin hava aðra undirvísing, sum stimbrar hugin at læra og kveikir málsligu menningina. Undirvísingin eigur at snúgva seg um viðurskifti í tí landinum og staðnum, haðani næmingurin er ættaður og um føroyska mentan og samfelagsviðurskifti.
Stk. 3. Skúlin tekur í samráð við foreldrini avgerð um, at næmingar fyrstu mánaðirnar kunnu hava lægri tímatal, enn ásett er fyri hvørt floksstig sambært § 19, stk. 2 og 5 í løgtingslógini.
Stk. 4. Lærarar, sum settir verða at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, skulu hava undirvísingarligar royndir innan økið, hollan kunnleika í føroyskum og enskum ella øðrum fremmandamáli, sum er viðkomandi fyri undirvísingina í næmingabólkinum ella móttøkuflokkinum. Harumframt skulu lærarar antin hava førleikament seg ella fara undir eftirútbúgving innan økið.
Umsókn um tímajáttan
§ 7. Skúlin sendir í seinasta lagi 15. februar Undirvísingarstýrinum umsókn um tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál til teir næmingar, sum eru innskrivaðir 1. februar. Skúlin sendir somuleiðis umsókn um tímar til teir næmingar, sum verða innskrivaðir aðrar tíðir í skúlaárinum.
Stk. 2. Umsóknin skal lýsa tørv skúlans á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og hvussu skúlin ætlar at skipa undirvísingina. Eisini verður greitt frá, um skúlin ætlar at samstarva við aðrar skúlar um móttøkuflokk ella næmingabólk.
Stk. 3. Saman við umsóknini verður lagt upplýsingarskjal fyri hvønn næming, har greitt verður frá:
1) Fortreytum næmingsins sum:
a) Navn og aldur næmingsins.
b) Í hvørjum flokki næmingurin skal byrja.
c) Úr hvørjum landi næmingurin er, og hvat hansara móðurmál er.
d) Um næmingurin dugir onnur mál.
e) Nær næmingurin er fluttur til Føroya.
f) Um næmingurin hevur fingið undirvísing í føroyskum frammanundan.
g) Um foreldrini tosa ella skilja føroyskt.
2) Hvussu skúlin ætlar at skipa undirvísingina hjá næmingunum:
a) sum partur av lærugreinum í flokkinum,
b) í næmingabólki,
c) sum einstaklingaundirvísing, ella
d) í móttøkuflokki.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 6. oktober 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)