7. november 2017Nr. 144
Kunngerð um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines
Við heimild í §§ 20 og 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetir reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru útnevnd Ramsar-øki sambært Ramsar-sáttmálanum, ið Føroyar hava tikið undir við.
Treytir fyri sigling
§ 2. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi á teimum økjum kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru tilskilað í skjali 1.
Stk. 2. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm.
Stk. 3. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at halda óneyðugan gang, eitt nú frá hørðum tónleiki, nærri enn 500 metrar út landi.
§ 3. Ásetingarnar í § 2, stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutusigling til Nólsoyar, Skúvoyar og Mykinesar, men hesi før skulu í størst møguligan mun lúka ásetingina.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 2 eru ikki galdandi í førum, tá neyðugt er at bjarga lív ella tryggja trygdina umborð á skipum og bátum o.tíl.
Revsing og gildiskoma
§ 4. Brot á § 2 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 7. november 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Leiðir, har siglast skal við avmarkaðari ferð kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines
og Mykineshólm sambært § 2.
Nólsoy
Á eystursíðuni millum Boðan og Hásteinsgjógv
Á vestursíðuni millum Neystanes og Reyðastíð
Skúvoy
Kring alla oynna
Mykines og Mykineshólmur
Kring alt Mykines og allan Mykineshólm.