Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2013Nr. 144
Kunngerð um at leggja heimildir til Tryggingareftirlitið
Við heimild í § 213 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, verður ásett:
§ 1. Heimildir hjá landsstýrismanninum sambært løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, verða við hesum fluttar til Tryggingareftirlitið, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin útinnir framvegis hesar heimildir sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi:
1) Heimildina sambært § 35, stk. 2, at áseta nærri reglur um góðan skikk.
2) Heimildina sambært § 191, stk. 1 og 5, at tilnevna limir og varalimir í Tryggingarráðnum.
3) Heimildina sambært § 191, stk. 8, at áseta starvsskipanina fyri Tryggingarráðið.
4) Heimildina sambært § 203, stk. 1, at loyva starvsfólkunum á Tryggingareftirlitinum at reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi.
5) Heimildina sambært § 203, stk. 2, 2. pkt., at áseta leiðreglur um fráboðan av ognartiltøkum hjá stjóra o.ø. á Tryggingareftirlitinum.
6) Heimildina sambært § 203, stk. 3, at geva loyvi til, at stjórin á Tryggingareftirlitinum kann hava skuldbindingar v.m. og at áseta leiðreglur fyri starvsfólkini á Tryggingareftirlitinum um góðkenning av skuldbindingum v.m.
7) Heimildina sambært § 213, at áseta reglur um kærurætt v.m.
8) Heimildina sambært § 215 a, stk. 1, at áseta reglur um fyrisitingarligt sektaruppskot.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 20. desember 2013.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 88 frá 15. oktober 2008 um at leggja heimildir til Tryggingareftirlitið.
Vinnumálaráðið, 18. desember 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)