Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2015Nr. 144
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 509 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 509 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 509 kr. ella størri, men minni enn 1.017 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.017 kr. ella størri, men minni enn 2.034 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.034 kr. ella størri, men minni enn 5.391 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.391 kr. ella størri,
5) 100% av tí partinum sum er 2.421 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 29. mai 2015 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 21. desember 2015
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)