Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 25-10-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 144 frá 23. oktober 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. oktober 2018Nr. 144

Kunngerð um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya

Við heimild í § 56, stk. 3, § 60, stk. 2-5, § 61, stk. 3 og § 63, stk. 6 í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, § 2, stk. 4, § 12, stk. 2, § 13, stk. 2, § 14, stk. 1 og § 23, stk. 2, í anordning nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016, og § 7 a, stk. 1 og 2, § 7 c, stk. 2, § 12, stk. 1-4, § 13, stk. 1 og 2, § 302, stk. 2 og 319, stk. 4 og í løgtingslóg nr. 73 frá 31 mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri fylgjandi fyritøkur, ið sambært lóggávu skuldu senda fráboðan um skráseting til Skráseting Føroya:

1)   Kapitalfeløg.

a)    Partafeløg.

b)    Smápartafeløg, undir hesum íverksetarafeløg.

c)    Partnarafeløg, kommanditfelag, sbr. § 5, nr. 19 í Vinnufelagalógini.

2)   Fíggjarligar fyritøkur, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, ella har virksemið bert kann útinnast sambært loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, og sum ikki eru partafeløg, men skulu skrásetast sambært reglunum um partafeløg:

a)    Sparikassar.

b)    Íløgufeløg.

c)    Tvørgangandi eftirlønargrunnar.

d)   Sínámillum tryggingarfeløg.

e)    Firma eftirlønargrunnar.

f)    Sparivirki.

3)   Fyritøkur, ið eru fevndar av anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin).

4)   Vinnurekandi grunnar.

Kapittul 2

Felags ásetingar um skráseting og almannakunngering

Innlating av fráboðan til skrásetingar og skráseting og almannakunngering av innkallingum o.a.

§ 2. Fráboðan til skrásetingar skal gerast á fráboðanarskjali frá Skráseting Føroya.

Stk. 2. Fráboðanin og tann skjalfestingin, ið skal sendast saman við fráboðanini, kunnu latast inn í vanligum posti ella við telduposti. Verður latið inn við telduposti, skal fráboðan og skjalfestingin, ið verður send við fráboðanini, latast sum PDF-fíla. Fráboðanarblað, stovningarskjal, viðtøkur, aðalfundarsamtyktir og onnur skjøl skulu latast í PDF-fílum hvør sær. Tað verður ikki kravt, at fysisk undirskrift er sett á, tá fráboðanin verður latin inn í telduposti. Tó skal navnið á fráboðaranum týðiliga framganga á fráboðanarblaðnum.

Stk. 3. Inniheldur eitt fráboðanarblað broytingar í fleiri fráboðaðum viðurskiftum, kann skrásetingin fara fram samlað ella serstakt fyri einstøku viðurskiftini.

§ 3. Stovnan og broyting av frammanundan skrásettum upplýsingum, sum eru skrásettar sambært reglunum í lóggávuni um vinnufeløg, skulu skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya.

§ 4. Almannakunngering av fráboðanum og váttanum o.a. fer fram í kt-skipan Skráseting Føroya.

Ábyrgd fyri innlatnu fráboðanini

§ 5. Fyritøkan gevur fráboðaranum heimild at virka sum fulltrúi vegna fyritøkuna mótvegis Skráseting Føroya og til at undirskriva fráboðanina av viðurskiftum, ið skulu skrásetast sambært vinnulóggávuni.

§ 6. Ein fráboðari, ið sendir inn fráboðan um skráseting av viðurskiftum í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, stendur til svars fyri, at fráboðanin er lógliga framd, undir hesum at hóskandi heimild finst, og at skjalfestingin í sambandi við frágreiðingina, skrásetingina ella fráboðanina er lóglig.

Stk. 2. Skrásetingin kann krevja, at prógv verða givin fyri, at fráboðanin er lógliga framd, sbr. § 17 í vinnufelagalógini, § 15 c i vinnufyritøkulógini og § 5, stk. 2, § 57, stk. 3 og § 60, stk. 4 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.

Málslig krøv

§ 7. Tær upplýsingar, ið verða skrásettar í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya skulu vera á føroyskum.

Stk. 2. Tey skjøl, ið sambært vinnulóggávuni skulu vera hjáløgd sum fylgiskjøl til eina fráboðan, ið verður send til skrásetingar, ella sum skulu almannakunngerast í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, skulu vera á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum, sbr. tó stk. 3-5.

Stk. 3. Fyri kapitalfeløg kunnu skjøl, ið eru hjáløgd sum fylgiskjøl til eina fráboðan, ið er latin inn til skráseting sambært reglunum í vinnulóggávuni, ella sum skulu almannakunngerast í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, vera á enskum. Undantikið eru viðtøkur og stovningarskjøl, ið skulu vera á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum.

Stk. 4. Fyri deildir hjá útlendskum kapitalfeløgum kunnu tey skjøl, ið skulu latast til Skráseting Føroya, vera á føroyskum, donskum, norskum, svenskum ella enskum. Endamál og tekningarregla felagsins skulu tó vera á føroyskum, við atliti til skráseting.

Stk. 5. Skrásetingin kann krevja eina løggilda umseting til føroyskt ella danskt av øllum skjølum, ið verða latin inn til skrásetingina, sbr. stk. 2-4.

Skrásetingarprógv

§ 8. Tá skrásetingin er farin fram, verður váttan latin um skrásetingina og útskrift av teimum skrásettu upplýsingunum.

Stk. 2. Skráseting Føroya kann senda brøv o.tíl. til feløg og persónar um viðurskifti, sum eru umfatað av vinnufelagalógini, ella reglugerðir kunngjørdar sambært løgtingslógini, soleiðis:

1)   Sum talgildur postur til talgilda postrúmið hjá felagnum ella persónunum.

2)   Við telduposti til ein teldupostbústað, sum felagið ella persónurin hava upplýst í sambandi við eitt ávíst mál ella áheitan

Skrásetingargjøld

§ 9. Skráseting hjá Skráseting Føroya er álagt gjald, sbr. skjal 1 til hesa kunngerð.

Stk. 2. Gjøld fyri veitingar verða rindað sambært skjali 2 til kunngerðina.

Stk. 3. Gjaldið fyri fráboðanir eftir skjali 1 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið.

Stk. 4. Tað skal ikki rindast skrásetingargjald, um ein fráboðan ikki hevur við sær skráseting. Møguligt gjald, sum er rindað frammanundan, verður rindað aftur.

Almannakunngering

§ 10. Skrásetingar, móttøka av ummæli frá metingarfólki, samanleggingarætlanir, kloyvingarætlanir, váttanir frá metingarfólki og leiðsluváttanir o.a., sum sambært reglunum í vinnulóggávuni skulu almannakunngerast í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya, verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya www.skraseting.fo.

Stk. 2. Skrásetingar o.a. sambært reglunum í vinnulóggávuni, ið eru kunngjørdar á www.skraseting.fo verða mettar sum komnar til triðjamans kunnleika.

§ 11. Skjøl hjá fyritøkum, ið Skráseting Føroya hevur, eru almenn. Hetta er tó ikki galdandi fyri skjøl, ið eru undantikin sambært løgtingslóg um innlit í fyrisitingina ella løgtingslóg um fyrisitingarlóg, undir hesum fylgjandi skjøl:

1)   Váttanir um persónlig viðurskifti.

2)   Roknskapir, ið sambært lóg ikki eru almennir.

3)   Upplýsingar um handilslig og rakstrarlig viðurskifti og líknandi hjá vinnurekandi grunnum, ið skrásetingin sum grunsmyndugleiki hevur kunnleika til sambært § 57, stk. 3 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, tá tað hevur týðandi fíggjarligan týdning fyri grunnin, at hesi verður undantikin skjalainnliti, sbr. § 61, stk. 2, í grunnalógini, sbr. § 12 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.

Stk. 2. Fyri vinnurekandi grunnar er ásetingin í stk. 1, 1. pkt. bert galdandi, tá Skrásetingin ásetur hetta fyri tær upplýsingar, ið Skrásetingin áleggur grannskoðarum at koma við um viðurskifti hjá grunninum sambært § 37 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde. Frágreiðingina, ið granskingarmenninir koma við sambært § 59, stk. 4 í løgitngslóg um vinnurekandi grunnar, sbr. § 14, stk. 1, nr. 1 løgtingslóg um fyrisitingarlóg.

§ 12. Krevjast kann at síggja skjøl, ið eru almenn hjá Skráseting Føroya, í avgreiðsluni hjá Skrásetingini.

Stk. 2. Útskrift av skrásettum upplýsingum um fyritøkur og ljósprent ella avrit av møguligum mikrofilmum av teimum skjølum, ið eru almenn, kunnu fáast við at venda sær til Skrásetingina.

Stk. 3. Skráseting Føroya kann áseta, at ljósprent ella avrit av mikrofilmum eisini kunna fáast við sjálvavgreiðslu av kopimaskinu á Skrásetingini.

Stk. 4. Skráseting Føroya kann avgera, at allar ella ávísar almennar upplýsingar um fleiri feløg kunnu fáast við maskinu eftir serstakari avtalu ella í sambandi við møguligar ásetingar hjá Skrásetingini.

Stk. 5. Ein og hvør kann við avtalu við Skráseting Føroya undir teimum treytum, ið verða ásettar í avtaluni, fáa atgongd til avgjaldskravdu upplýsingarnar og skjølini í kt-skipan Skráseting Føroya.

Kapittul 3

Fráboðan og skráseting av kapitalfeløgum og av feløgum og øðrum fyritøkum, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, ella har virksemi bert kann útinnast sambært loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum

Stovnan

§ 13. Fráboðan um stovnan av kapitalfeløgum til skrásetingar, ella skráseting í kt-skipan, í tann mun ein tílík skipan er ment, skal í minsta lagi áseta:

1)   Navn og møgulig hjánøvn felagsins.

2)   Bústað og heimstaðarkommuna felagsins.

3)   Stovningardag og endamál felagsins.

4)   Roknskaparár og fyrsta roknskaparskeið felagsins.

5)   Støddina á felagskapitalinum og inngjaldshátt, støddina á inngoldnu upphæddini, um bert ein partur av felagskapitalinum er goldin, sbr. § 40, stk. 2 í vinnufelagalógini, og støddina á einari møguligari yvirkursupphædd.

6)   Fult navn, funktión í felagnum, føðidag, sbr. tó § 14, stk. 5, ella skrásetingarnummar og bústað hjá stovnarum, nevndarlimum, stjórum, limum av umsjónarráð og varalimum. Um stovnarin er eitt útlendskt felag, skal tað vera upplýst, í hvørjari partafelagsskráseting felagið er skrásett, og skrásetingarnummar.

7)   Fult navn, føðidag, sbr. tó § 14, stk. 5, ella skrásetingarnummar og bústað hjá grannskoðara, um felagið er fevnt av grannskoðaraskyldu, ella um felagið sjálvboðið hevur valt at lata ársroknskapin grannskoða.

8)   Fyri partnarafeløg upplýsingar um fult navn á luttakarum, sum hefta uttan avmarking, funktión í felagnum, føðidag, sbr. tó § 14, stk. 5 ella skrásetingarnummar, bústað og støddina á innskotinum hjá teimum einstøku luttakarunum.

Stk. 2. Við neyðugum tillagingum verður stk. 1 samsvarandi nýtt til skráseting av stovnan av feløgum og øðrum fyritøkum, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, ella har virksemi bert kann fremjast eftir loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum.

§ 14. Saman við innlatnu fráboðanini skal latast:

1)   Stovningarskjal, undir hesum viðtøkur felagsins, og møgulig onnur skjøl, ið eru gjørd í sambandi við stovningina.

2)   Prógv fyri inngjalding av felagskapitalinum, sbr. stk. 2 og 3.

3)   Fyri partnarafeløg upplýsingar um fult navn á luttakarum, sum hefta uttan avmarking, funktión í felagnum, bústaður og møguligt innskot.

Stk. 2. Sum prógv fyri kontant inngjaldi av felagskapitalinum, sbr. tó stk. 3, kann nýtast:

1)   Bankaskjal, ið vísir at peningurin saman við yvirkursinum er inngoldin á eina konto, ið felagið undir stovnan eigur. Útskrift frá heimagreiðslu ella netbanka er ikki nøktandi prógv.

2)   Avrit av viðskiftakonto hjá sakførara, har tað er ávíst, at peningurin er bókaður hjá viðkomandi felag undir stovnan.

3)   Váttan frá sakførara um, at peningurin er inngoldin á bankakonto ella viðskiftakonto hjá sakføraranum, sum er ogn hjá kapitalfelagnum.

4)   Váttan frá einum góðkendum grannskoðara um, at peningurin er inngoldin á eina bankakonto, sum er ogn hjá felagnum undir stovnan ella sum er tøkur sum kassapeningur.

Stk. 3. Íverksetarafeløg, ið verða stovnað við einum kapitali á 25.000 kr. ella minni, kunnu, sum prógv fyri at felagskapitalurin er inngoldin kontant, leggja við eina váttan frá stovnarunum um, at kapitalurin er til staðar.

Stk. 4. Um inngjald av felagskapitalinum er í øðrum virðum enn í reiðum peningi skal metingarfrágreiðing saman við einari møguligari byrjanarfíggjarstøðu, sbr. § 36 í vinnufelagalógini, ella leiðslufrágreiðing saman við einari møguligari byrjanarfíggjarstøðu, sbr. § 38, stk. 3 í vinnufelagalógini, leggjast afturat, sum fylgiskjal til fráboðanina.

Stk. 5. Fyri persónar, ið ikki hava føroyskt p-tal, sbr. § 13, stk. 1, nr. 6-8, skal tað saman við fráboðanini latast inn avrit av passi ella aðrari eyðmerking.

Stk. 6. Um stovnarin er eitt útlendskt felag, skal skjalfesting fyri skrásetingina av felagnum í heimlandinum leggjast við.

Stk. 7. Við neyðugum tillagingum verða stk. 1, 2, 4 og 5 samsvarandi nýtt til skráseting av stovnan av feløgum og øðrum fyritøkum, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, ella har virksemi bert kann fremjast eftir loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum.

Stovnan av deild hjá útlendskum kapitalfeløgum

§ 15. Fráboðan um stovnan av deild hjá einum útlendskum felag skal í minsta lagi upplýsa:

1)   Navnið á útlendska felagnum, rættarliga form og heimstað, møguliga skráseting og skrásetingarnummar í heimlandinum, endamálið við felagnum, teknaða felagskapitalin og roknskaparár.

2)   Navn á deildini, bústað og endamál.

3)   Fult navn, føðidag, sbr. tó stk. 3, og bústað hjá teimum við tekningarrætti í tí útlendska felagnum og fyri filialleiðararnar.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Formligt prógv, ið hægst er 3 mánaðir gamalt, um at útlendska felagið er lógliga til í heimlandinum.

2)   Stovningarskjalið hjá útlendska felagnum og viðtøkur.

3)   Fulltrú til filialleiðararnar.

4)   Fyri kapitalfeløg formligt prógv frá heimlandinum hjá viðkomandi felag, sum vísir, at eitt føroyskt felag við sama endamáli sum fráboðaða deildin kann reka eina fyritøku í viðkomandi landi gjøgnum eina deild.

Stk. 3. Fyri persónar, sbr. stk. 1, nr. 3, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 tilsvarandi galdandi.

Broytingar í skrásettum viðurskiftum

§ 16. Verða viðtøkurnar broyttar, ella verða skrásett viðurskifti broytt, so skal fráboðan um broytingar vera móttikin av Skráseting Føroya seinast 2 vikur eftir, at broytingarnar eru samtyktar, uttan so, at annað er ásett í lóggávuni.

Stk. 2. Fráboðan um broyting av roknskaparári skal vera móttikin á Skrásetingini í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, ið ynskist broytt, er endað, tó seinast 6 mánaðir eftir, at umleggingartíðarskeiðið er endað. Freistin fyri partafeløg landsins og kapitalfeløg, ið hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella EBS-landi, er tó 4 mánaðir. Verður fráboðanin móttikin eftir, at freistin er farin í 2. og 3. pkt., verður skrásetingin noktað, sbr. § 15, stk. 4 í ársroknskaparlógini.

Stk. 3. Í sambandi við hækking av felagskapitalinum í øðrum virðum enn peningi er § 14, stk. 4 samsvarandi galdandi.

Stk. 4. Í sambandi við kapitallækking til útgjald til kapitaleigarar við útgjaldi í øðrum virðum enn reiðum peningi, skal saman við innsendu fráboðanini fylgja ein møgulig leiðslufrágreiðing, sbr. § 190, stk. 2 í vinnufelagalógini.

Stk. 5. Í sambandi við avgerð um kapitallækking til útgjald til kapitaleigarar ella avseting til serligan tiltakspening, skulu viðtøkurnar, ið fylgja við fráboðanini, sbr. stk. 7, innihalda upplýsingar um støddina á felagskapitalinum eftir lækkingina. Um lækkingin av felagskapitalinum ikki verður framd, skal hetta skrásetast ella fráboðast, sbr. § 193, stk. 2 í vinnufelagalógini, og viðtøkurnar, ið fylgja við fráboðanini av hesum, sbr. stk. 7, skulu innihalda upplýsingar um støddina á felagskapitalinum.

Stk. 6. Um eitt kapitalfelag, ið er skrásett við einum partvíst inngoldnum felagskapitali, ikki longur hevur útistandandi kapital, skal boðast frá hesum til Skráseting Føroya.

Stk. 7. Saman við skrásetingini ella fráboðanini skal fylgja prógv fyri, at broytingin er lógliga samtykt. Í sambandi við allar viðtøkubroytingar skulu dagfestar viðtøkur við fullfíggjaðu orðingini av nýggju viðtøkunum fylgja við.

Stk. 8. Er broyting í leiðslu ella grannskoðara, ella broytast tey fult ábyrgdu í partnarafeløgum, verður § 13 stk. 1, nr. 6–8 og § 14, stk. 5 samsvarandi nýtt.

Stk. 9. Broytist adressa fyri persónar, ið hava føroyskt p-tal, við adressu í Landsfólkayvirlitinum, er ikki neyðugt at fráboða hetta.

Stk. 10. Við neyðugum tillagingum verður stk. 1-5, 7 og 8 samsvarandi nýtt til skráseting av broyting í viðtøkum ella skrásettum viðurskiftum í feløgum og øðrum fyritøkum, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirltinum, ella har virksemi bert kann fremjast eftir loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum.

Likvidatión

§ 17. Fráboðan um at eitt kapitalfelag hevur avgjørt at fara í likvidatión, sbr. § 220 í vinnufelagalógini, skal sendast Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir aðalfundaravgerðina um hetta. Saman við fráboðanini skal fylgja skjalfesting av, at avgerðin er lógliga samtykt, aðalfundaravrit.

§ 18. Fráboðan um endaliga likvidatión av einum kapitalfelag skal gerast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin um endaliga likvidatión er tikin. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Skjalfesting av, at avgerðin er lógliga samtykt , aðalfundaravrit.

2)   Endaligur likvidatiónsroknskapur umframt møgulig ársfrásøgn fyri endað roknskaparár.

Uppafturtøka

§ 19. Fráboðan um uppafturtøku av einum kapitalfelag, ið er undir tvingsilsavtøku, sbr. § 232 í vinnufelagalógini, skal minst upplýsa um:

1)   Fult navn, funktión í felagnum, føðidag, sbr. tó stk. 3, og bústað hjá nevndarlimum, stjórum og limum av umsjónarráð og tiltakslimum.

2)   Fult navn, føðidag, sbr. tó stk. 3, ella skrásetingar nr. og bústað hjá grannskoðara, um felagið er fevnt av grannskoðaraskyldu sambært ársroknskaparlógini, ella felagið sjálvboðið hevur valt at fáa ársroknskapin grannskoðaðan.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Skjalfesting av, at broytingin er lógliga samtykt.

2)   Nýggjar dagfestar og dagførdar viðtøkur, um viðtøkurnar eru broyttar í sambandi við uppafturtøkuna.

3)   Váttan frá einum metingarfólki, sbr. § 37 í vinnufelagalógini, um, at felagskapitalurin er til staðar í sambandi við uppafturtøkuna av felagnum, og at ólóglig lán ikki eru givin í stríð við § 210, stk. 1 í vinnufelagalógini.

4)   Manglandi ársfrásøgn, ið skuldi verið send inn áðrenn fráboðanin varð móttikin.

5)   Skjalfesting av, at ein møguligur likvidator, avtøkustjóri, ið er tilnevndur av skiftirættinum, gevur samtykki til uppafturtøkuna.

Stk. 3. Fyri persónar, sbr. stk. 1, sum ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

§ 20. Í sambandi við fráboðan um endurstovnan av einari deild hjá einum útlendskum kapitalfelag, ið er strikað hjá Skráseting Føroya, sbr. § 302 í vinnufelagalógini, skal skjalfesting um, at tey viðurskifti, ið hava ført til strikingina, ikki longur eru til staðar, sendast við. Um deildin er strikað sum fylgja av manglandi innsending av ársfrásøgn, sbr. § 302, stk. 1, nr. 3 í vinnufelagalógini, skal ársfrásøgnin fyri viðkomandi tíðarskeið sendast inn.

Partafeløg landsins og feløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði

§ 21. Partafeløg hava skyldu til at boða Skráseting Føroya frá, tá tey eru fevnd av reglunum um partafeløg landsins, og tá tey ikki eru fevnd av hesum reglum longur.

Stk. 2. Kapitalfeløg hava skyldu til at boða Skráseting Føroya frá, tá teirra kapitalpartar, fíggjaramboð ella onnur partabrøv verða upptikin ella ikki longur eru upptikin á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella EBS-landi.

Samanlegging

§ 22. Avgerðin um at fremja eina samanlegging skal fráboðast Skráseting Føroya.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Skjalfesting av at avgerðin er lógliga viðtikin, útskrift úr gerðabók.

2)   Dagfestar viðtøkur við fullfíggjaðu nýggju orðingini, um viðtøkurnar hjá framhaldandi felagnum eru broyttar í sambandi við samanleggingina.

3)   Dagfestar viðtøkur hjá møguligum nýggjum feløgum, ið íkoma í sambandi við samanleggingina.

4)   Fylgjandi skjøl skulu harafturat sendast við, uttan so, at skjølini ikki skulu gerast, ella tey eru innsend saman við samanleggingarætlanini ella fráboðanini um at velja samanleggingarætlan frá:

a)    Samanleggingarfrágreiðing, sbr. § 238 í vinnufelagalógini.

b)    Millumjavni, sbr. § 239 í vinnufelagalógini.

c)    Metingarfrágreiðing, sbr. § 240 í vinnufelagalógini.

d)   Ummæli metingarfólksins av samanleggingini, undir hesum eini møguligari samanleggingarætlan sbr. § 241 í vinnufelagalógini.

Kloyving

§ 23. Avgerðin um at fremja eina kloyving skal fráboðast Skráseting Føroya.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Skjalfesting av at avgerðin er lógliga viðtikin, aðalfundaravrit.

2)   Dagfestar viðtøkur við fullfíggjaðu nýggju orðingini, um viðtøkurnar hjá luttakandi feløgunum eru broyttar í sambandi við kloyvingina.

3)   Dagfestar viðtøkur hjá møguligum nýggjum feløgum, ið íkoma í sambandi við kloyvingina.

4)   Fylgjandi skjøl skulu harafturat sendast við, uttan so, at skjølini ikki skulu gerast, ella tey eru innsend saman við kloyvingarætlanini ella fráboðanini um at velja kloyvingarætlanina frá:

a)    Kloyvingarfrágreiðing, sbr. § 256 í vinnufelagslógini.

b)    Millumjavna, sbr. § 257 í vinnufelagslógini.

c)    Metingarfrágreiðing, sbr. § 258 í vinnufelagslógini.

d)   Ummæli metingarfólksins av kloyvingarætlanini, sbr. § 259 í vinnufelagalógini.

Kapittul 4

Skráseting av fyritøkum fevndar av vinnufyritøkulógini

Stovnan

§ 24. Fráboðan um stovnan av einari vinnurekandi fyritøku við avmarkaðari ábyrgd, sbr. §§ 3 og 4 í vinnufyritøkulógini, skal í minsta lagi tilskila:

1)   Navn og møgulig hjánøvn hjá fyritøkuni.

2)   Bústað og heimstaðarkommunu hjá fyritøkuni.

3)   Stovningardag, endamál og seinasta viðtøkudag hjá fyritøkuni.

4)   Roknskaparár og fyrsta roknskaparskeið hjá fyritøkuni.

5)   Fult navn, funktión í fyritøkuni, føðidag, sbr. tó stk. 4, og bústað hjá nevndarlimum og stjórum, ella samsvarandi leiðslustovni.

6)   Hvør hevur tekningarrætt í fyritøkuni.

7)   Prógv fyri, at minst tveir luttakarar eru í fyritøkuni.

Stk. 2. Um fyritøkan er fevnd av grannskoðaraskylduni sambært ársroknskapslógini, skal upplýsast um fult navn, føðidag, sbr. tó stk. 4, ella skrásetingar nr. og bústað hjá grannskoðaranum.

Stk. 3. Saman við fráboðanini skulu sendast galdandi viðtøkurnar hjá fyritøkuni og skjalfesting av, at hesar eru lógliga samtyktar, stovningarskjal o.tíl.

Stk. 4. Fyri persónar, sbr. stk. 1, nr. 5 og stk. 2, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

§ 25. Fráboðan um stovnan av einum íognarfelag ella einum kommanditfelag, ið er fevnt av § 2, stk. 3, 2. pkt. í vinnufyritøkulógini, skal umframt tær upplýsingar, ið eru nevndar í § 24, stk. 1 í hesi kunngerð, eisini upplýsa:

1)   Navn, bústað og skrásetingar nr. hjá teimum ábyrgdarhavandi luttakarunum í fyritøkuni.

2)   Fult navn, føðidag, sbr. tó stk. 3, ella skrásetingar nr. og bústað hjá grannskoðaranum í fyritøkuni.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skulu vera tey skjøl, ið eru nevnd í § 24, stk. 3.

Stk. 3. Fyri persónar, sbr. stk. 1, nr. 2, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

Stovnan av deild hjá útlendskari fyritøku

§ 26. Fráboðan um stovnan av deild hjá einari útlendskari fyritøku við avmarkaðari ábyrgd, sbr. § 8, stk. 3 og 4 í vinnufyritøkulógini, skal minst innihalda:

1)   Navnið á útlendska felagnum, rættarligur formur, bústaður og heimstaður, møgulig skráseting og skrásetingarnummar í heimlandinum, endamálið við felagnum og roknskaparár.

2)   Navn á deildini, bústað og endamál.

3)   Fult navn, føðidag, sbr. tó stk. 3, og bústað hjá teimum við tekningarrætti í tí útlendska felagnum og fyri filialleiðararnar.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Formligt prógv fyri, at útlendska felagið er lógliga galdandi í heimlandinum.

2)   Fulltrú hjá filialleiðaranum.

3)   Ein váttan frá fyritøkuni um, at fyritøkan hevur skyldu til at geva seg undir føroyskan rætt og avgerðir við føroyskar dómstólar í øllum rættarviðurskiftum her í landinum.

4)   Formligt prógv frá heimlandinum hjá viðkomandi fyritøku, sum vísir, at ein føroysk fyritøka við sama endamáli sum fráboðaða deildin kann reka eina fyritøku í viðkomandi landi gjøgnum eina deild.

Stk. 3. Fyri filialleiðarar, sbr. stk. 1, nr. 3, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

Broytingar í skrásettum viðurskiftum

§ 27. Verða viðtøkurnar broyttar, ella verða skrásett viðurskifti broytt, skal fráboðan um hetta vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at hetta er viðtikið, tó uttan so at annað er ásett sambært lóggávuni. Verður roknskaparárið broytt, er § 18, stk. 2 samsvarandi galdandi.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja skjalfesting um, at broytingarnar eru lógliga samtyktar, aðalfundaravrit ella líknandi. Saman við øllum viðtøkubroytingum skulu dagfestar viðtøkur við fullfíggjaðu nýggju orðingini sendast.

Likvidatión

§ 28. Fráboðan um at ein fyritøka við avmarkaðari ábyrgd, hevur avgjørt at fara í likvidatión, sbr. § 220 í vinnufelagalógini, sbr. § 20 í vinnufyritøkulógini, skal sendast Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir aðalfundaravgerðina um hetta. Saman við fráboðanini skal fylgja skjalfesting av, at avgerðin er lógliga samtykt, aðalfundaravrit.

§ 29. Fráboðan um endaliga likvidatión av eini fyritøku við avmarkaðari ábyrgd skal gerast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin um endaliga likvidatión er tikin. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Skjalfesting av, at avgerðin er lógliga samtykt, aðalfundaravrit.

2)   Endaligur likvidatiónsroknskapur umframt møgulig ársfrásøgn fyri roknskaparár, ið enda undir likvidatiónini.

Uppafturtøka

§ 30. Sum fylgiskjal til fráboðan um uppafturtøku av eini fyritøku við avmarkaðari ábyrgd, sbr. §§ 3 og 4 í vinnufyritøkulógini, skal vera:

1)   Skjalfesting av, at broytingin er lógliga samtykt, aðalfundaravrit.

2)   Nýggjar dagfestar og dagførdar viðtøkur, um viðtøkurnar eru broyttar í sambandi við uppafturtøkuna.

3)   Manglandi ársfrásøgn ella undantaksváttan, ið skuldi verið send inn áðrenn fráboðanin varð móttikin.

4)   Skjalfesting fyri, at ein møguligur likvidator, avtøkustjóri, ið er tilnevndur av skiftirættinum, gevur samtykki til uppafturtøkuna.

Stk. 2. Hevur fyritøkan sent inn undantaksváttan, kann Skráseting Føroya krevja, at ein váttan, gjørd av góðkendum grannskoðara, um, at fyritøkan er gjaldfør, solvent, verður innlatin.

§ 31. Fráboðan um endurstovnan av einum íognarfelag ella kommandittfelag, ið er fevnt av § 12 vinnufyritøkulógini, skal umframt upplýsingarnar í § 26, stk. 1 í hesi kunngerð eisini upplýsa:

1)   Navn, bústað og føðidag ella skrásetingar nummar hjá ábyrgum luttakarunum í fyritøkuni.

2)   Navn, føðidag, sbr. tó stk. 2, og bústað hjá limunum í leiðsluni í fyritøkuni.

3)   Um felagið er strikað av tí at ársfrásøgn ella undantaksváttan ikki er innsend, sbr. § 12, stk. 1, nr. 3 í vinnufyritøkulógini, skulu ársfrásagnir ella undantaksváttanir sendast inn fyri manglandi tíðarskeiðið.

4)   Um felagið eitt tíðarskeið hevur havt ábyrgar luttakarar, sum vóru kapitalfeløg, men hetta ikki hevur verið fráboðað, skulu upplýsingar um tað sendast inn fyri manglandi tíðarskeiðið.

Stk. 2. Fyri persónar, sbr. stk. 1, nr. 2, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

Fyritøkur, ið hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði

§ 32. Ein fyritøka, ið er fevnd av § 2, stk. 3, 2. pkt. ella §§ 3 ella 4 í vinnufyritøkulógini, hevur skyldu til at boða Skráseting Føroya frá, tá teirra kapitalpartar, fíggjaramboð ella onnur partabrøv verða upptikin ella ikki longur eru upptikin á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella EBS-landi.

Kapittul 5

Skráseting av vinnurekandi grunnum

Stovnan o.a.

§ 33. Fráboðan um stovnan av vinnurekandi grunni ella fráboðan um, at ein grunnur er vorðin vinnurekandi, sbr. § 51 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, skal í minsta lagi tilskila:

1)   Navn og møgulig hjánøvn hjá grunninum.

2)   Bústað og heimstaðarkommunu hjá grunninum.

3)   Stovningardag, endamál og seinasta viðtøkudag hjá grunninum.

4)   Roknskaparár og fyrsta roknskaparskeið hjá grunninum.

5)   Støddina á grunskapitalinum, og um hesin er goldin í reiðum peningi ella í øðrum virðum.

6)   Fult navn, funktión í grunninum, føðidag, sbr. tó stk. 3, og bústað hjá nevndarlimum og møguligum stjórum, grannskoðarum og møguligum tiltakslimum fyri nevndarlimir, stjórar og grannskoðarar.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja:

1)   Rættarliga grundarlagið fyri, at grunnurin er settur á stovn, testamenti, gávubræv ella annað.

2)   Viðtøkur og onnur skjøl, gjørd í sambandi við stovningina.

3)   Skjalprógv um, at ásetti grunskapitalurin er inngoldin til grunnin.

4)   Skjalprógv um, at grunnurin er vinnurekandi.

5)   Upplýsingar um, hvørt grunnurin móttekur almennan stuðul, og um grunnurin er álagdur annað alment eftirlit.

6)   Seinasta ársfrágreiðingin um talan er um ein verandi grunn, ið verður umskipaður til vinnurekandi grunn sambært § 51

Stk. 3. Fyri persónar, sbr. stk. 1, nr. 6, ið ikki hava føroyskt p-tal, er § 14, stk. 5 samsvarandi galdandi.

Broyting í skrásettum viðurskiftum

§ 34. Verða viðtøkurnar broyttar, ella verða skrásett viðurskifti broytt, skal fráboðan um hetta vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hetta er viðtikið, uttan so at annað er ásett sambært lóggávuni. Verður roknskaparárið broytt, er § 18, stk. 2 samsvarandi galdandi.

Stk. 2. Saman við fráboðanini skal fylgja skjalfesting um, at broytingarnar eru lógliga samtyktar. Saman við øllum viðtøkubroytingum skulu dagfestar viðtøkur við fullfíggjaðu nýggju orðingini sendast.

Kapittul 6

Kæra

§ 35. Avgerðir, tiknar av Skráseting Føroyar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Avgerðir, ið eru tiknar av Skráseting Føroya sum grunsmyndugleiki, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika, sbr. § 62, stk. 2, og § 57, stk. 1, 1. pkt. í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.

Kapittul 7

Gildiskoma

§ 36. Henda kunngerð kemur í gildi eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi:

1)   Bekendtgørelse nr. 1382 af 11. december 2007 for Færøerne om anmeldelse, registrering og offentliggørelse m.v. hos den færøske registreringsmyndighed.

2)   Kunngerð nr. 97 frá 18. november 2008 um gjøld fyri vinnurekandi grunnar.

3)   Kunngerð nr. 86 frá 11. juni 2009 um gjøld fyri útflýggjan av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya.

4)   Kunngerð nr. 87 frá 11. juni 2009 um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg.

5)   Kunngerð nr. 89 frá 18. juni 2009 um gjøld Skráseting Føroya fyri vinnurekandi virki.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. oktober 2018

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

 

 

 

Skjal 1

Takstir

 

Skrásetingargjøld og ársgjøld fyri skrásetingarskyldugar fyritøkur

 

1. Fyritøkur fevndar av skyldu at rinda skrásetingargjøld

 

1.1. Skráseting hjá Skráseting Føroya viðvíkjandi fylgjandi fyritøkum er álagt gjald:

 

1)   Parta-, og smápartafeløg, herundir íverksetarafeløg.

2)   Partnarafeløg.

3)   Deildir hjá útlendskum kapitalfeløgum og fyritøkum við avmarkaðari ábyrgd.

4)   Fyritøkur, sum eru fevndar av lóg um ávísar vinnurekandi fyritøkur, tó undantikið íognarfeløg (Í/F) og komandittfeløg (K/F).

5)   Fíggjarligar fyritøkur, sum eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, ella har virksemið bert kann útinnast sambært loyvi frá Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, og sum ikki eru partafeløg, men skulu skrásetast sambært reglunum um partafeløg:

a)   Sparikassar.

b)   Íløgufeløg.

c)   Tvørgangandi eftirlønargrunnar.

d)   Sínámillum tryggingarfeløg undantikið feløg, sum eru fevnd av § 179 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

e)   Firma eftirlønargrunnar.

f)   Sparivirki.

 

1.2. Fyri skráseting viðvíkjandi omanfyri nevndu fyritøkum skal rindast skrásetingargjald eftir teimum takstum, sum eru ásettir í parti 2.

 

2. Takstir

 

Fyri fyritøkur, nevndar í parti 1.1., skal rindast skrásetingargjald eftir niðanfyri nevndu takstum:

 

2.1. Skrásetingargjald

fyri

Gjald

Stovnan av partafelag

3.500 kr.

Stovnan av smápartafelag og íverksetarafelag

2.500 kr.

Broytingar í skráseting fyri hvørja broyting sær

1.000 kr.

Uppafturtøka

5.000 kr.

 

2.2. Eykagjald fyri fráboðan av nýggjum parta-, smáparta- og íverksetarafeløgum

Fyri fráboðan av nýggjum parta-, smáparta- og íverksetarafeløgum verður umframt gjaldið, nevnt í pkt. 2.1., harafturat goldið eitt eyka gjald upp á 4‰ av teknaða partapeninginum, har hetta gjald tó ikki má fara upp um 25.000 kr.

 

2.3. Eykagjald fyri fráboðan av nýggjum feløgum, stovnað við samanlegging

Fyri fráboðan av nýggjum feløgum, stovnað við samanlegging, verður eykagjaldið, sbr. pkt. 2.2., tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeningurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum.

 

2.4. Eykagjald fyri hækking av partapeningi í parta-, smáparta- og íverksetarafeløgum

Sama gjald, sum nevnt í pkt. 2.2., verður latið fyri fráboðan um hækking av partapeningi í parta-, smáparta- og íverksetarafeløgum. Fyri samstundis lækking og hækking, verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkingina. Gjaldið má heldur ikki í hesum førum fara upp um 25.000 kr.

 

2.5. Broytingarfráboðan um uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta-, smáparta ella íverksetarafelag

Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta-, smáparta- ella íverksetarafelag, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið.

 

2.6. Fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum

Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar 2000 kr.

 

2.7. Ársgjald fyri feløg

Fyri innsending og kunngerðing av ársroknskapum v.m. verða goldnar 1200 kr. um árið, fyri smáparta- og íverksetarafeløg tó 700 kr. Tað í 1. pkt. nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ella heimstaði.

 

2.8. Hjánøvn hjá partafeløgum og smáparta- og íverksetarafeløgum

Fyri skráseting av hjánøvnum omanfyri 5 í einum partafelag, einum smáparta- og íverksetarafelag umframt í øðrum fyritøkum, sum fylgja navnareglunum í vinnufelagalógini, skal rindast eitt gjald upp á 1.000 kr. fyri hvørt hjánavn, sbr. § 3, stk. 2 í vinnufelagalógini.

 

2.9. Fráboðan av vinnurekandi grunnum

Fyri fráboðan av vinnurekandi grunnum verða goldnar 1700 kr.

 

2.10. Ársgjald fyri vinnurekandi grunnar

Fyri vinnurekandi grunnar skal rindast eitt ársgjald upp á 900 kr. og ískoyti, ið er ½ ‰ av eginpeninginum, tó í minsta lagi 300 kr. og í mesta lagi 25.000 kr.

Ársgjaldið fyri vinnurekandi grunnar skal rinda fyri móttøku og almannakunngering av ársfrásagnum, umsiting av viðkomandi lóggávu og fyri ikki serliga prísásettar veitingar.

Ársgjaldið verður rindað fyri eitt heilt kalendaraár. Ársgjaldið verður roknað við grundarlagi í ársfrásøgnini hjá grunninum fyri seinasta roknskaparár. Tað verður rundað niður til næstu heilu krónuupphædd. Ársgjaldið fellur til gjaldingar 5 mánaðir eftir, at eitt roknskaparár er endað.

 

2.11. Gjaldsfreist

Gjald fellur til gjaldingar tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda.

Um ársgjald ikki verður goldið, verður fyri áminningar álagt gjald á 100 kr.

 

 

 

Skjal 2

 

Gjøld fyri veitingar

 

Fyri váttað avrit av niðanfyri nevndu skjølum er gjaldið:

 

Útskrift fyri hvørt virki sær

450 kr.

Samandráttur

300 kr.

Tekningarútskrift

100 kr.

Stovningarsamtykt

200 kr.

Viðtøkur

200 kr.

Roknskapir

200 kr.

Fráboðanir

125 kr.

 

 

Onnur skjøl, 10 kr. fyri hvørja síðu, tó í minsta lagi

125 kr.

 

Fyri serstakar váttanir v.m. og fyri allar ella ávísar edv-grundaðar upplýsingar fyri fleiri virkir ella persónar verður goldið eftir rokning.

 

Við bílegging av øllum óváttaðum roknskapum í einum roknskaparári verða goldnar 80 kr. fyri hvønn.