Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. november 2009Nr. 144
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 28. september 2009, verður í fylgiskjal 5, nr. III. Felagsreglur, Skúlavognsskelti, lýsingarskelti v.m. orðað soleiðis:
“Skúlavognsskelti, lýsingarskelti v.m.
Motorakfar, traktorar og vognrað skulu undir venjingarrakstri vera útgjørd við hvítum skelti ella skeltum við áskriftini “skúlavognur”, ávíkavist “skúlasúkkla”, skrivað við svørtum bókstavum.
Skúlaskeltið skal vera ásett lodrætt ella nærum lodrætt og soleiðis, at áskriftin er týðiliga sjónlig, bæði framman og aftan í mun til longdarásin á akfarinum.
skúlaskeltið má bert nýtast undir venjingarrakstri, umframt koyring til og frá staði, har venjingin fer fram.
Meðan verkliga royndin fer fram, kann akfarið hava áskriftir við navni og
telefonnummari á skrásettum eigara/nýtara, tó uttan at tilskila navn á koyriskúla ella líknandi. Akfarið má annars undir verkligu royndini ikki á nakran hátt vera merkt við reklamum, lýsingum fyri handlar ella virkir, búmerkjum ella øðrum.
Akfør, sum undan 1. oktober 2009 hava verið merkt við reklamum og tílíkum, kunnu framvegis hava hesi fram til 1. oktober 2011, tá tey skulu verða tikin burtur. Nýggj skeltir mugu tó ikki setast á akfarið.
Verður motorakfar, sum er serliga útgjørt til venjingarrakstur, nýtt til annað endamál enn venjingarrakstur og verkliga koyriroynd, skulu serligu nýtslutólini vera tikin burtur, huld ella læst á tryggan hátt, uttan so er, at eingin situr á plássinum, har hesi tól eru.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er lýst.
Innlendismálaráðið, 23. november 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)