Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2005Nr. 145
Kunngerð um at leggja heimildir til Tryggingareftirlitið
Við heimild í § 169 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broyt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999, verður ásett:
§ 1. Heimildir sambært teimum í stk. 2 nevndu greinum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, verða hervið fluttar til Tryggingareftirlitið.
Stk. 2. § 1 stk. 2, § 8 stk. 2, § 9 stk. 1 og 3, § 11, § 18 stk. 2 og 4, § 22, § 25 stk. 2 og 3, § 136 stk. 2, § 138 stk. 1 og § 175 stk. 4.
§ 2. Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika, men kunnu kærast til kærunevnd sbr. § 170 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi:
- kunngerð nr. 7 frá 13. januar 1997 um fæfeingisgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 6 frá 13. januar 1997 um loyvi til lívstryggingarvirksemi hjá tryggingarfeløgum.
- kunngerð nr. 5 frá 13. januar 1997 um fæfeingisgrundarlag fyri skaðatryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 4 frá 13. januar 1997 um loyvi til skaðatryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 2 frá 13. januar 1997 um próvførðslu o.a. viðvíkjandi ognarviðurskiftum í tryggingarfeløgum.
Vinnumálaráðið, 15. desember 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)