Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 2020Nr. 145
Kunngerð um virksemi á samdøgursstovnum sambært § 33, stk. 1 í barnaverndarlógini
Við heimild í § 33, stk. 6 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin) verður ásett:
Endamál
§ 1. Henda kunngerð ásetir nærri reglur um virksemi á samdøgursstovnum fyri børn og ung, ið eru fevnd av løgtingslógini, sambært § 33, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Endamálið við samdøgursstovninum er at virka fyri, at børn og ung, ið eru innskrivaði á stovnin, í rættari tíð fáa røttu viðgerðina og umsorganina, soleiðis at hesi mennast við atliti at tey gerast betri før fyri at mennast og støðast í samfelagnum við onnur.
Málbólkur
§ 2. Samdøgursstovnur sambært hesi kunngerð er stovnur, ið er ætlaður børnum og ungum, ið eru umsorganaryvirtikin og sum hava psykososialar og kensluligar trupulleikar, atferðartrupulleikar og tillagingartrupulleikar, so sum misnýtistrupulleikar, brotsligan atburð ella aðrar álvarsamar sosialar trupulleikar.
Stk. 2. Við børn meinast børn í aldrinum 0-17 ár, ið eru innskrivaði á stovnin og eru umsorganaryvirtikin sambært § 19, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 3. Við ung meinast ung í aldrinum 18-22 ár, ið eru innskrivaði á stovnin og eru fevnd av § 15 b, stk. 2 í løgtingslógini.
Innskriving og útskriving
§ 3. Barn verður innskrivað á samdøgursstovn fyri eitt avmarkað tíðarskeið við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini sambært § 35, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Barnið kann ikki útskrivast uttan við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini sambært § 35, stk. 3 sambært § 24, stk. 2 og § 24 d í løgtingslógini.
§ 4. Ung í eftirvernd verða innskrivaði á samdøgursstovn fyri eitt avmarkað tíðarskeið sambært § 15 b, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Ung í eftirvernd sambært § 15 b, stk. 2, nr. 1 í løgtingslógini kunnu útskrivast við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini í seinasta lagi, tá tann ungi fyllir 21 ár.
Stk. 3. Ung í eftirvernd sambært § 15 b, stk. 2, nr. 2 og 3 í løgtingslógini verða ikki útskrivaði við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini, men stovnsuppihaldið endar, tá endamálið er rokkið ella fyriskipanin ikki longur tænir endamálinum, og í seinasta lagi tá tann ungi fyllir 23 ár.
Visitasjón
§ 5. Tilmæli hjá barnaverndartænastuni um at barnið ella tann ungi verða innskrivaði á samdøgursstovn sambært løgtingslógini skal altíð taka støði í kanning av málinum sambært § 45 í løgtingslógini.
Stk. 2. Áðrenn barn verður innskrivað á samdøgursstovnin, verður málið lagt fyri á samstarvsfundi.
Stk. 3. Á samstarvsfundi luttaka umboð fyri Almannaverkið, leiðsla á samdøgursstovninum og umboð fyri staðbundnu barnaverndartænastuna.
Stk. 4. Á fundinum verður málið fyrireikað áðrenn eina møguliga innskriving frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Stk. 5. Endamálið við samstarvsfundinum er at fyrireika samdøgursstovnin til eina møguliga innskriving.
Stk. 6. Í góðari tíð áðrenn samstarvsfundin skal barnaverndartænastan útflýggja øll neyðug og viðkomandi skjøl og upplýsingar um barnið til samdøgursstovnin.
Stk. 7. Skyldan hjá barnaverndartænastuni í stk. 6 er eisini galdandi fyri skjøl og upplýsingar, ið verða fingin til vega, meðan barnið býr á samdøgursstovninum.
Umsorganarábyrgd
§ 6. Barnaverndarnevndin kann lata umsorganarábyrgdina av barninum upp í hendurnar á fosturforeldrunum ella samdøgursstovninum, har barnið býr, sambært § 21, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Tá barnið verður innskrivað á samdøgursstovnin verður avtala gjørd um, at umsorganarábyrgdin verður flutt frá barnaverndarnevndini til samdøgursstovnin.
Stk. 3. Tá barnið er heima í samveru, áliggur umsorganarábyrgdin avvarðandi barnaverndarnevnd.
Stk. 4. Starvsfólk á stovninum hava dagligu umsorganarábyrgdina av hvørjum einstøkum barni, meðan barnið er búsitandi á samdøgursstovninum.
Stk. 5. At hava umsorganarábyrgd merkir at hava ábyrgd av og kunna taka avgerðir í samráð og í samstarvi við avvarðandi barnaverndartænastu um:
1) øll gerandis viðurskifti,
2) menningarmøguleikar,
3) sosiala og menningarliga umsorgan,
4) kensluliga og relationella umsorgan, og
5) heilsuliga umsorgan.
Stk. 6. Starvsfólk á samdøgursstovninum skulu tryggja, at barnið, meðan tað er á stovninum, er í tryggum umhvørvi.
Stk. 7. Starvsfólk á samdøgursstovninum hava skyldu at vita, hvar børnini til eina og hvørja tíð eru stødd.
Stk. 8. Er barn av sínum eintingum farið av samdøgursstovninum, og meta starvsfólkini, at vandi er fyri heilsu og menning barnsins, hava starvsfólkini skyldu at fáa barnið aftur á samdøgursstovnin, í øðrum lagi at tryggja sær, at barnið ikki kemur sær sjálvum ella øðrum í vanda.
Viðgerð
§ 7. Samdøgursstovnarnir veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð. Hugtakið sosialnámsfrøðilig viðgerð skal skiljast breitt og er m.a. at skilja sum viðgerð, ið mennir kropp, mál, heilsustøðu sum heild, mørk, relatiónir til vaksin og sosialar førleikar, bæði í nærum sambondum og í samfelagslívi sum heild. Viðgerðin skal eisini fyribyrgja og minka um skaðiligan atburð í breiðum høpi.
Stk. 2. Viðgerðin verður veitt sum samanhangandi viðgerð og er málrættað tørvinum í mun til førleikar og avbjóðingar hjá tí einstaka barninum ella tí unga.
Stk. 3. Øll viðgerð verður sett í verk í samráð og í samstarvi við avvarðandi barnaverndartænastu.
Stk. 4. Ein námsfrøðilig viðgerðarætlan verður løgd fyri tað einstaka barnið og tann unga í eftirvernd skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar eftir innskriving, og skal eftirmetast í seinasta lagi 6. hvønn mánað.
Stk. 5. Støðulýsing av einstaka barninum verður send avvarðandi barnaverndartænastuni í seinasta lagi 6 mánaðir eftir innskriving og heildarlýsing av einstaka barninum verður send avvarðandi barnaverndartænastu í seinasta lagi 12 mánaðir aftaná innskriving. Støðulýsing og heildarlýsing verða eftir hetta sendar avvarðandi barnaverndartænastu árliga.
Stk. 6. Samdøgursstovnurin veitir sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung.
Stk. 7. Í tann mun, tørvur er á uttanhýsis sálarfrøðiligari viðgerð, tryggjar samdøgursstovnurin, at henda verður veitt.
Stk. 8. Skal barnið útgreinast á psykiatriska deplinum, meðan tað er búsitandi á samdøgursstovninum, skipar stovnurin fyri, at útgreiningin fer fram.
Stk. 9. Verður mett, at barnið ella tann ungi hevur tørv á viðgerð fyri rúsevnistrupulleikar ella rúsdrekkatrupulleikar, tryggjar samdøgursstovnurin, at henda viðgerð verður veitt í tann mun, hetta er gjørligt.
Stk. 10. Verður mett, at barnið ella tann ungi hevur tørv á aðrari viðgerð, ið samdøgursstovnurin ikki sjálvur kann veita, eigur stovnurin í mest møguligan mun at bera so í bandi, at viðgerðin verður veitt, og um neyðugt at fáa í lag samstarv við aðrar myndugleikar ella felagsskapir, ið veita neyðugu viðgerðina.
Viðurskifti undir uppihaldinum á samdøgursstovninum
§ 8. Leiðslan á samdøgursstovninum veitir hóskandi bústaðarviðurskifti til børnini.
Stk. 2. Hvørt barnið hevur møguleika fyri at hava egið kamar, sum barnið sjálvt er við til at innrætta og gera til sítt egna. Dentur verður lagdur á, at barnið kann hava sítt privata lív.
Stk. 3. Samdøgursstovnurin veitir barninum mat, klæðir og allan annan neyðugan útbúnað, meðan barnið býr á stovninum.
Stk. 4. Barnið fær lummapening sambært áseting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur, meðan barnið býr á samdøgursstovninum.
Stk. 5. Samdøgursstovnurin skal virka fyri at skapa ein so vanligan gerandisdag sum møguligt fyri barnið, serliga í mun til døgnrútmu, hvíld, dagstovn, skúla og frítíð.
Bygnaður og starvsfólk
§ 9. Samdøgursstovnur er bygnaðarliga skipaður við leiðslu og starvsfólki.
Stk. 2. Leiðslan á samdøgursstovninum skal hava hóskandi útbúgving í mun til viðgerðina á stovninum.
Stk. 3. Starvsfólkahópurin er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum innan eitt nú námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.
Stk. 4. Leiðslan á samdøgursstovninum tryggjar, at starvsfólkini til eina hvørja tíð kunnu tryggja børnunum og teimum ungu ta viðgerð, ið tey hava tørv á.
Kontaktpersónar
§ 10. Meðan barnið er búsitandi á samdøgursstovni, hevur barnið tveir kontaktpersónar.
Stk. 2. Kontaktpersónarnir eru starvsfólk, ið arbeiða á samdøgursstovninum, har barnið býr.
Stk. 3. Tá kontaktpersónur verður valdur, skal barnið hoyrast, uttan so at aldur og búning hjá barninum tala ímóti hesum.
Stk. 4. Leiðslan á samdøgursstovninum hevur ábyrgd av at lýsa uppgávuna hjá kontaktpersóninum til einstaka barnið.
Vitjanir hjá barnaverndartænastuni
§ 11. Hvørt barnið skal hava í minsta lagi tvær árligar eftirlitsvitjanir av avvarðandi barnaverndartænastu, sbr. § 16, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eftirlitsvitjanirnar skulu avtalast í góðari tíð við leiðsluna á samdøgursstovninum.
Stk. 3. Samdøgursstovnurin skipar soleiðis fyri, at umboð fyri barnaverndartænastuna og barnið kunnu tosa saman í einrúmi.
Námsfrøðiligt eftirlit
§ 12. Almannaverkið skipar fyri regluligum námsfrøðiligum eftirliti á samdøgursstovnum, sum eru settir á stovn sambært løgtingslógini.
Útreiðslur í sambandi við uppihald á samdøgursstovni
§ 13. Almannaverkið heldur allar útreiðslur í sambandi við uppihaldið hjá barninum á samdøgursstovninum.
Stk. 2. Sambært § 2, stk. 2 í kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið tað, ið svarar til hægstu samsýning til fosturforeldur at óvanliga truplum børnum, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
Dagstovnar, skúlagongd og frítíðarítriv
§ 14. Samdøgursstovnurin stuðlar barninum í mun til dagstovn, skúla, frítíðarskúla og frítíðaraktivitetir og samskiftir við viðkomandi stovnar og myndugleikar um barnið, meðan barnið býr á stovninum.
Stk. 2. Starvsfólk á samdøgursstovninum hava ábyrgd av, at barnið kemur trygt til og frá dagstovni, skúla og frítíðaraktivitetum.
Stk. 3. Starvsfólk á samdøgursstovninum hjálpa og luttaka í øllum viðurskiftum, ið hava við skúlagongd at gera.
Stk. 4. Samdøgursstovnurin skal geva umstøður til og stuðla og eggja barninum til luttøku í sosialari samveru við onnur og at hava møguleika fyri at hava frítíðarítriv og ganga til frítíðaraktivitetir.
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 19. oktober 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)