Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 145 25. august 2025
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara
(At áseta útbúgvingarlongdina til heilsurøktaraútbúgvingina o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 2. juli 2019 um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 6, 2. pkt. § 9, stk. 1, § 11, stk. 1, § 15, stk. 2, § 19, § 20, stk. 1, § 22, stk. 2 og 3, § 23, stk. 3 og § 29, stk. 2 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálpararútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 30. apríl 2025, verður ásett:”
2. § 22 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 22. Útbúgvingarlongdin til útbúgvingina til heilsurøktara er ásett at vera 37 mánaðir.
Stk. 2. Tó er útbúgvingarlongdin ásett at vera 29 mánaðir, um næmingurin hevur heilsuhjálparaútbúgving frammanundan.
Stk. 3. Býtið millum ástøði og starvsvenjing og innihaldið verður ásett í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 9. Námsskipanin skal taka atlit til krøvini, sum eru ásett sambært løggildingini til at arbeiða sum heilsurøktari.
Stk. 4. Útbúgvingarlongdin fyri tey, ið byrjaðu á útbúgvingini áðrenn 1. august 2025 verður framvegis 22 mánaðir við sama útbúgvingarinnihaldi sum áður.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 25. august 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)