15. desember 2023Nr. 146
Kunngerð um veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2024
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda veiðigjald av veiðu av botnfiski í Barentshavinum.
Stk. 2. Veiðigjaldið er kr. 1,63 fyri hvørt kilo fiskað í rundari vekt.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024.
Fíggjarmálaráðið, 15. desember 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)