17. september 2025Nr. 146
Kunngerð um hydrogenperoxid
Við heimild í § 3, stk. 1 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025 um heilivág verður ásett:
§ 1. Hydrogenperoxid sterkari enn 20%, sum verður nýtt til viðgerð í sambandi við aling á sjónum, kemur undir reglurnar í løgtingslógini, og kann bert útflýggjast frá apoteki og bert seljast við resept frá djóralækna.
§ 2. Tann, ið brýtur ásetingina í § 1 í hesi kunngerð, verður revsaður við sekt
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 112 frá 1. juli 1992 um hydrogenperoxid.
Heilsumálaráðið, 17. september 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)