Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2015Nr. 146
Kunngerð um talgildan roknskap, sum seinast broytt við kunngerð nr. 136 frá 27. september 2017
Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:
§ 1. 1) 2) Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði. Likamligir persónar og felagsskapir, sum ikki hava skyldu at gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði.
Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar latnar inn á annan hátt, enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.
§ 2. Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar, ið hava skyldu at gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, frávelja at fráboða tær í §103 í løgtingslóum landsskatt og kommunuskatt nevndu upplýsingar í XBRL sniði.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016 og eftirfylgjandi inntøkuár, sbr. tó § 2.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 113 frá 9. oktober 2015.
Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)