Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 2020Nr. 146
Kunngerð um broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur
(Hækking av upphæddum á lummapeningi)
§ 1
Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr. 159 frá 13. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá ið barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 40 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 85 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 110 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 175 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 275 kr.”
2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kunnger javnaðu gjøldini í rundskrivi í seinasta lagi 31. desember á hvørjum ári til at koma í gildi 1. januar árið eftir.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 19. oktober 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)