Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. november 2018Nr. 146
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Broyta ásetingina um fyrireikandi málskeið)
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016 og kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 16, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Málslig fyrireikingarskeið í sambandi við hægri lestur,”.
2. § 16, stk. 3-5 verður strikað, og í staðin verður sett:
“Stk. 3. Stuðul kann eisini veitast til málsligt fyrireikingarskeið áðrenn útbúgvingin byrjar, miðskeiðis ella beint eftir lokna útbúgving, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at útbúgvingin er lokin.
Stk. 4. Um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur sbrt. § 10, stk. 1 á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini, sbr. stk. 2, umløgd til studning. Umleggingin frá láni til studning verður framd, eftir at tann lesandi hevur tikið royndirnar til fyrsta lestrarárið á lærustovninum.
Stk. 5. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið.
Stk. 6. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið.
Stk. 7. Í fyrsta umfari rindar tann lesandi skúlagjaldið. Eftir at skjalprógv er fingið til vega, fær tann lesandi upphæddina útgoldna.
Stk. 8. Studni tekur avgerð í øllum ivamálum í sambandi við málsligu fyrireikingarskeiðini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. november 2018
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)