Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. desember 2009Nr. 147
Kunngerð um áseting av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum 1)
Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetur markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum.
§ 2. Øll matvøruframleiðsla til útflutnings skal halda tey markvirði, ið eru ásett í ES-fyriskipan nr. 1881/2006 frá 19. desember 2006 um ásetan av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum, sum broytt við ES-fyriskipan nr. 1126/2007 frá 28. september 2007, ES-fyriskipan nr. 565/2008 frá 18. juni 2008 og ES-fyriskipan nr. 629/2008 frá 2. juli 2008. Fyriskipanin er tikin við sum skjal til hesa kunngerð.
§ 3. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu verður tann revsaður við bót, sum brýtur ásetingarnar í ES-fyriskipan nr. 1881/2006 frá 19. desember 2006 um ásetan av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 1. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Fyriskipanin er ikki løgd út her, hon er at finna í Kunngerðablaðið D, hefti 3. frá 7. desember 2009.