Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 1993Nr. 147
Kunngerð um próvtøkuhald innan heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingar
Við heimild í § 7, nr. 3 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1986 og løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
Fyriskipan
§ 1. Umsókn um at sleppa til próvtøku í eindum innan heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar skal vera Landsskúlastjóranum í hendi seinast 15. mars fyri summarpróvtøku og 15. oktober fyri vetrarpróvtøku.
Stk. 2. Umsóknarblað til próvtøku skal verða undirskrivað av umsøkjara og viðmælt av skúlanum.
Stk. 3. Dópsseðil ella navnabræv og eitt oyað við upplýsingum um siglingartíð, ið er váttað av mynstringarmyndugleika ella skipara, skulu verða send Landsskúlastjóranum saman við umsóknarblaðnum.
Stk. 4. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er, at umsøkjari lýkur tær treytir, sum eru ásettar fyri uppt sjómansskúla til tær í stk. 1 nevndu útbúgvingar, og hevur fylgt teimum í lesiætlanum fyriskipaðu skeiðum við nóg góðum úrsliti.
Stk. 5. Landsskúlastjórin góðkennir umsóknir til próvtøku, og verður honum heimilað at gera undantøk frá treytunum í stk. 1-4 í serligum førum.
Skrivlig próvtøka
§ 2. Til skrivliga próvtøku er bert loyvt at brúka tær lærubøkur og tey hjálparamboð, sum eru loyvd til hvørja próvtøku sær. Fyrimyndir, tekningar ella annað frálærutilfar, ið kann verða próvtakara til hjálpar at loysa uppgávuna, skulu ikki vera í próvtøkuhølinum, meðan próvtøka er.
Stk. 2. Próvtakari skal møta rættstundis til próvtøku, helst 15 minuttir áðrenn próvtøkan byrjar. Tað áliggur próvtakara at fáa til vega neyðug hjálparamboð og loyvd hjálparamboð sambært stk. 1.
Stk. 3. Um próvtakari ikki møtir til ásetta tíð, rýmir ella hevur ósømiligan atburð undir próvtøku, kann hann verða vístur burtur. Avgerðin um hetta verður tikin av Landsskúlastjóranum ella av tí, sum umboðar Landsskúlastjóran á staðnum.
§ 3. Á skrivligu uppgávuni skal standa tann tíð, sum er loyvd til at loysa uppgávuna, og neyðug og loyvd hjálparamboð sambært § 2, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Landsskúlastjórin ella skúlin letur pappír til uppgávuloysn, og skulu bert hesi pappír brúkast.
Stk. 3. Uppgávusvar hjá próvtakara verður goymt hjá Landsskúlastjóranum í 1 ár eftir próvtøkudagin og kunnu síðan fyribeinast.
Munnlig próvtøka
§ 4. Upplýsingar um frálærutilfar til munnligar próvtøkur skulu vera Landsskúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 1. mai fyri summarpróvtøku. Sama er galdandi fyri upplýsingar um teir arbeiðshættir, ið eru brúktir, tá ið verkligar próvtøkur hava verið.
Stk. 2. Lærarin ger spurningar til munnliga próvtøku, og skulu spurningarnir fevna um frálærutilfarið sambært stk. 1. Hvør próvtakari skal hava minst 3 spurningar at velja ímillum.
Stk. 3. Landsskúlastjórin útvegar próvdómaranum upplýsingar um frálærutilfar sambært stk. 1.
§ 5. Yvirhoyring av próvtakara, sum er tilmæltur av einum skúla, verður framd av tí lærara, sum hevur fyrireika próvtakaran. Yvirhoyring av sjálvlesandi próvtakara fer fram eftir serskipan frá Landsskúlastjóranum.
Stk. 2. Tað áliggur próvdómara at syrgja fyri, at yvirhoyring fer fram rættvísliga og siðiliga. Tað áliggur próvdómara at siga frá, tá yvirhoyringin skal enda, og verður honum loyvt, vanliga gjøgnum lærara/yvirhoyrara, at seta fram spurningar til próvtakara.
Skrivlig og munnlig próvtøka
§ 6. Í seinasta lagi 14 dagar undan próvtøku fáa próvtakarar fráboðan um neyðug og loyvd hjálparaboð.
§ 7. Um próvtakari ynskir at melda frá próvtøku í eini ella fleiri eindum, skal hetta gerast við skrivligari umsókn, sum skal vera Landsskúlastjóranum í hendi í seinata lagi vikudagin fyri próvtøku í viðkomandi eind ella eindum.
Stk. 2. Um skrivlig fráboðan sambært stk. 1 ikki er farin fram, og próvtakari ikki møtir til próvtøku, verður fráveran mett sum ein roynd at standa próvtøku í viðkomandi eind.
Stk. 3. Er sjúka orsøk til, at próvtakari ikki møtir próvtøkudagin, skal skrivlig fráboðan um hetta, læknaváttan og áheitan um, at fráveran ikki telur sum eitt próvtal, verða senda Landsskúlastjóranum sum skjótast.
§ 8. Hevur próvtakari ikki staðið próvtøku í eini eind aftaná 3 royndir, verður honum ikki loyvt at fara til próvtøku aftur, og hann má gevast við útbúgvingini, hann er farin undir.
Stk. 2. Landsskúlastjórin kann tó loyva, at próvtakari í ávísum førum sleppur til próvtøku 4. ferð, um so er, at vælgrundað umsókn verður latin inn.
Stk. 3. Umroynd í eini eind kann fara fram í fyrsta lagi ein mánað aftaná síðst hildnu próvtøku.
§ 9. Kemur fram undir próvtøkuni, at próvtakari á órættiligan hátt skilliga roynir at hjálpa ella hevur tikið ímóti hjálp frá øðrum próvtakara, skal viðkomandi beinanvegin verða vístur burtur frá próvtøkuni. Henda avgerð verður tikin av Landsskúlastjóranum ella av tí, sum umboðar Landsskúlastjóran á staðnum.
Próvdøming
§ 10. Til próvdømingina verður 13 stigin brúktur við fylgjandi próvtølum:
13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik
11 verður givið fyri avbera gott og sjálvstøðugt avrik
10 verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik
9 verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal.
8 verður givið fyri miðalgott avrik
7 verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal.
6 verður givið fyri heldur ivasamt avrik, sum ein so dánt hjálpist við.
5 verður givið fyri vánaligt avrik, sum ein ikki hjálpist við.
03 verður givið fyri sera vánaligt og óhjálpið avrik.
00 verður givið fyri út av lagi ringt avrik.
Stk. 2. Próvdómari og yvirhoyrari geva hvør sítt próvtal. Eru teir ikki samdir um próvtalið, verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Er miðaltalið mitt ímillum tvey fylgjandi próvtøl á stiganum, verður próvtalið hækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað hægra próvtalið, og lækkað til næsta tal á stiganum, um próvdómarin hevur givið tað lægra próvtalið. Próvtølini 00 og 13 kunnu bert verða givin, um próvdómari og yvirhoyrari eru samdir um tað.
§ 11. Til próvtøku verða førdir próvtalslistar, ið verða váttaðir av teimum, sum hava gjørt dømingina, og sendir Landsskúlastjóranum.
Stk. 2. Samlaða próvtalsúrslitið gevur eitt miðalbýtistal, ið verður sett við einum desimali. Fyri at standa próvtøku krevst, at miðalbýtistalið er minst 6.
Stk. 3. Treyt fyri at standa próvtøku í hvørji einstakari lærugrein ella eind er tilskilað í lesiætlanini.
Stk. 4. Í teimum førum har treytin fyri at standa próvtøku ikki er tilskilað í lesiætlanini, jbr. stk. 3, skal meðalbýtistalið í hvørji einstakari lærugrein ella eind, siglingartólum og radara í minsta lagi vera 5. Til allar skrivligar próvtøku krevst, at próvtalið í minsta lagi er 5. Í førum har tvær serskildar próvtøku verða framdar, skal tann lægra verða staðin, til tess at tann hægra kann verða góðkend.
§ 12. Próvtøku í eindum innan heimaskiparaútbúgvingina skal próvtakari hava staðið við nóg góðum úrsliti innan fyri eina tíðarrammu uppá 3 ár.
Stk. 2. Próvtøku í eindum innan skiparaútbúgvingina skal próvtakari hava staðið við nóg góðum úrsliti innan fyri eina tíðarrammu uppá 11/2 ár.
Stk. 3. Próvtøku í eindum innan skipsføraraútbúgvingina skal próvtakari hava staðið við nóg góðum úrsliti innan fyri eina tíðarrammu uppá 4 ár.
Stk. 4. Bert í serligum førum, tá talan er um sjúku o.t., verður Landsskúlastjóranum heimilað at gera frávik viðvíkjandi tíðarrammuni í stk. 1, 2 og 3.
§ 13. Próvtakari kann sleppa frá at fara til próvtøku í eini ella fleiri eindum, um so er, at hann hevur staðið próvtøku í líknandi eind/eindum á minst sama støði í aðrari útbúgving. Skrivlig umsókn um hetta skal verða send Landsskúlastjóranum, sum tekur endaliga avgerð í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 2. Um próvtakari fær eina eind góðkenda sambært stk. 1, verður í prógvið ført stavurin ,,G“ fyri góðkent í staðin fyri próvtalið. Samlaða miðalbýtistalið verður tá útroknað við støði í teimum próvtølum, ið eftir eru.
§ 14. Tann sum eftir hesi kunngerð hevur staðið próvtøku í teimum lærugreinum ella eindum, sum hoyra til hvørja útbúgving sær, fær frá Landsskúlastjóranum útflýggjað prógv.
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi frá og við próvtøkuni á sumri 1993.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 87 frá 15. juli 1986 um próvtøku í sambandi við sjómansútbúgvingar.