Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 1995Nr. 147
Kunngerð um burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í §§ 4, 6, 7, 35, 56, 57 og 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. okt. 1988 um umhvørvisvernd hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
Kap. 1.
Økið, sum kunngerðin fevnir um
§ 1. Kunngerðin fevnir um alt burturkast, sum ikki onnur lóggáva er um.
Stk. 2. 1) Boð, sum kommunustýrið gevur við heimild í kunngerðini víkja tó fyri møguligum boðum ella góðkenningum, sum Umhvørvisstovan gevur ella hevur givið við heimild í kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd, jvb. § 1, nr. 4) í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna.
Kap. 2.
Húsarhaldsburturkast
§ 2. Kommunustýrið skal hava eina innsavningarskipan (dagrenovatión) til alt húsarhaldsburturkast. Skipanin skal umfata húsarhald, virkir, stovnar, v.m.
§ 3. Kommunustýrið kann gera av, at innsavningarskipanin eftir § 2 ikki skal umfata húsarhaldsburturkast frá virkjum, stovnum, o.l., ella ikki skal umfata ávís sløg av húsarhaldsburturkasti. Kommunustýrið skal tá í staðin vísa á ein avhendingarmøguleika.
Kap. 3
Serliga dálkandi burturkast
§ 4. Kommunustýrið skal hava eina sjálvstøðuga innsavningar- og avhendingarskipan fyri burturkast, sum er nevnd í fylgiskjali til kunngerðina (serliga dálkandi burturkast). Skipanin skal umfata húsarhald og virkir.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann gera broytingar í fylgiskjalinum.
§ 5. Einhvør, sum handfer ella burturbeinir serliga dálkandi burturkast, hevur ábyrgdina av, at hetta ikki elvir til dálking ella vanda fyri dálking av luft, jørð, vatni ella havi.
Stk. 2. Einhvør, sum er atvoldin til dálking við serliga dálkandi burturkasti ella er varugur við tílíka dálking á sínari ogn, skal beinanvegin boða kommunustýrinum frá.
§ 6. Virkir, sum handfara ella burturbeina serliga dálkandi burturkast, skulu boða kommunustýrinum frá. Fráboðanin skal upplýsa um slag, innpakking og nøgd av burturkastinum, og skal gerast á fráboðanarkortið sambært nærri ávísing frá móttøkustøðini fyri serliga dálkandi burturkast.
Kap. 4.
Annað burturkast
§ 7. Til annað burturkast skal kommunustýrið vísa á avhendingarmøguleika ella hava innsavningarskipan.
§ 8. Kommunustýrið skal hava móttøkustøð, t.d. bingjupláss, har møguleiki er hjá borgarum at sleppa av við burturkast.
§ 9. Handlar, kioskir o.l. skulu uttanfyri hava nøktandi tal av ruskíløtum til nýtslu hjá viðskiftafólkunum.
Kap. 5.
Nýtsluskylda
§ 10. Tað áliggur øllum at nýta innsavningarskipanirnar hjá kommunustýrinum ella tann avhendingarmøguleika, ið kommunustýrið vísir á. Tað er ikki loyvt at tveita ella lata burturkast, harundir ónýtilig akfør, skipsvrøk, fiskaslógv, havhestafjøður, v.m., liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni.
§ 11. Burturkast skal avhendast regluliga fyri at fyribyrgja uppsavnan á staðnum. Kommunustýrið skal um neyðugt geva boð um, hvussu reglulig avhendingin skal vera.
Kap. 6.
Brenning av burturkasti
§ 12. 1) Brenning av burturkasti er bannað uttan við loyvi frá Umhvørvisstovuni eftir kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Stk. 2. Loyvt er tó at brenna burturkast, sum ikki er dálkandi (óviðgjørdur viður, pappír o.t.) í eldstaði og smáum ovnum í heimahúsum.
Stk. 3. Loyvi til at brenna nýggjárs- og jóansøkubál o.t. kann verða heimilað í burturkastsamtykt, jvb. § 56 í løgtingslóg um umhvørvisvernd, ella sambært góðkenning frá kommununi, um tað ikki hevur við sær ampa fyri grannalagið.
Stk. 4. Um brenning umfatað av stk. 2 ella 3 veldur til ampa, skal kommunustýrið geva boð um at gevast skal við brenningini, og at burturkastið skal koyrast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Kap. 7.
Felags ásetingar
§ 13. Kommunustýrið kann áleggja virkjum, stovnum o.t., sum avhenda burturkast, at geva allar neyðugar upplýsingar um tað, eins og álagt kann verða teimum at taka sýni av burturkastssamansetingini og at kanna umhvørvisárinið av burturkastinum.
§ 14. Kommunustýrið kann seta krøv um samansetingina av burturkastinum, harundir krevja, at burturkastið skal reinsast ella skiljast eftir ávísum reglum.
§ 15. Kommunustýrið skal um neyðugt fyri at fyribyrgja og basa ampum av burturkasti, geva boð um, hvussu burturkastið skal goymast, handfarast, v.m., harundir at burturkastið skal verða burturbeint innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Um boð eftir stk. 1 ikki eru lýdd innan ásettu freistina, skal kommunustýrið beina burturkastið burtur fyri rokning hjá tí, ið hevur fingið boðini.
Stk. 3. Um tað ikki ber til at ávísa hvør hevur ábyrgdina av burturkasti, sum liggur og rekst, ella á annan hátt ikki er tikið upp og burturbeint samsvarandi reglunum í hesi kunngerð, hevur kommunustýrið ábyrgdina av upptøkuni, og at beint verður fyri burturkastinum.
§ 16. Fyri goymslu, handfaring og viðgerð av burturkasti kann kommunustýrið áseta eitt gjald eftir góðkenning frá Føroya Landsstýri.
Kap. 8.
Eftirlit
§ 17. Stovnar, virkir o.l. skulu til eina og hvørja tíð kunna skjalprógva, at burturkastið er innsavnað, goymt, handfarið og burturbeint/avhent samsvarandi hesi kunngerð ella á annan góðkendan hátt.
§ 18. 1) Kommunustýrið er, eftir at hava boðað Føroya Landsstýri frá hesum, heimilað at leggja eftirlitsuppgávur sínar eftir hesi kunngerð til kommunufelagsskap ella til Umhvørvisstovuna.
Stk. 2. 1) Um kommunustýrið ella kommunufelagsskapur ikki røkir tær eftirlitsuppgávur, sum eru álagdar kommunustýrinum eftir hesi kunngerð, kann Umhvørvisstovan geva kommunustýrinum boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag, ella Føroya Landsstýri kann geva boð um, at eftirlitið heilt ella partvíst skal verða framt av Umhvørvisstovuni.
Stk. 3. 1) Um illgruni er um álvarslig brot á hesa kunngerð, kann Umhvørvisstovan fremja beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikan á staðnum.
Stk. 4. 1) Eftirlit hjá Umhvørvisstovuni eftir stk. 1 og 2 verður útint fyri kommunustýrisins rokning.
§ 19. Eftirlitið verður útint samsvarandi kap. 7 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Kap. 9.
Kæra
§ 20. 1) Avgerðir hjá kommunustýri ella kommunufelagskapi eftir hesi kunngerð kunnu samsvarandi kap. 11 og 12 í løgtingslóg um umhvørvisvernd kærast til Umhvørvisstovuna. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Føroya Landsstýri.
Kap. 10.
Revsing og gildisreglur
§ 21. Brot á
1) § 2, § 3, § 4, stk. 1, 5, stk. 1 og 2, § 6, § 7, § 8, § 9, § 10, § 11, og § 12, stk. 1 og 4, § 15, stk. 1, 2 og 3 og § 17,
2) ella tann, sum ikki ger eftir boðum ella krøvum givin við heimild í § 11, § 12, stk. 4, § 13, § 14, § 15, stk. 1, og § 18, stk. 2,
3) ella heldur treytir í loyvum, givin við heimild í § 12, stk. 3 verður revsaður sambært § 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.
§ 22. Henda kunngerð fær gildi 1. desember 1995.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 41 frá 9. apríl 1992 um burturkast.
Stk. 3. Avgerðir tiknar eftir ta í stk. 2. nevndu kunngerð verða framhaldandi í gildi, til tað við heimild í hesi kunngerð verður tikin nýggj avgerð. Brot á slíkar avgerðir verða revsaði sambært higartil galdandi reglum.
Yvirlit yvir serliga dálkandi burturkast, jvb. § 12
A. Fitievni av djórum og plantum
Burturkast av vaski- og reingerðarevnum frá framleiðslu av vaski- og reingerðarevnum, sum t.d. kunnu innihalda alkalifosfat, -karbonat, -hydroxid og natriumhypoklorit.
B. Livrunnin evni við halogeni
Organisk loysingarevni við organisk bundnum halogeni, uttan eldfimt loysingarevni, t.d. methylenklorid, triklorethylen, triklorethan, og perklorethylen.
Organisk loysingarevni við organisk bundnum halogeni, blandað við eldfimum loysingarevnum, t.d. perklorethylen + butanol.
Organisk loysingarevni við ongum organisk bundnum halogeni, men blandað við evnum, sum hava organisk bundið halogen ella svávul.
PCB- og PCT- burturkast. Bland, sum innihalda PCB (polyklorerað biphenyl) og/ella PCT (polyklorerað terphenyl) umframt brúktar lutir og tól, sum innihalda PCB og/ella PCT.
Flótandi burturkast frá framleiðslu av organiskum evnum, sum innihalda eiturevni og organiskt bundið halogen og/- ella svavul.
Flótandi burturkast frá framleiðslu av organiskum evnum, sum innihalda organiskt bundið halogen og/-ella svávul.
Evja fra plastálegging, sum inniheldur PVC og organisk loysingarevni, t.d. bensin og terpentin.
Fastar leivdir frá endurvinning av loysingarevnum við halogeni, sum kann innihalda olju, fiti og leivdir av loysingarevnum.
Fastar leivdir frá framleiðslu av organiskum evnum, sum innihalda eiturevni og organiskt bundið halogen og/ella svávul.
Fastar leivdir frá framleiðslu av organiskum evnum, sum innihalda organiskt bundið halogen og/ella svávul.
C. Lívrunnin evni við ongum halogeni
Organisk loysingarevni, sum innihalda aromatisk loysingarevni, men ikki evni við organisk bundnum halogeni ella svávuli, t.d. toluen, xylen, cellulosutynnari, terpentin, petrolium.
Organisk loysingarevni, sum hvørki innihalda aromatisk loysingarevni ella evni við organisk bundnum halogeni ella svávuli, t.d. aceton, keton, alkohol, reinsibensin, hexan, dimethylformamid.
Burturkast av prentlitum, máling, lakki og træverju, ið innihalda leivdir av organiskum loysingarevnum. Burturkast av prentlitum, máling og lakki, ið ikki innihalda leivdir av organiskum loysingarevnum.
Tjøra og rustverjuolja, sum møguliga kunnu innihalda loysingarevni.
Bland við alkoholi og vatni, nýttar til vasking av nylonprentmót og leivdir frá endurvinning av hesum.
Leivdir fra destillatión av blandingum, sum innihalda aceton, styren og óhert polyester.
Organisk evni við metallsambindingum, tó ikki kyksilvuri, t.d. tetraethylblýggj, tetramethylblýggj og organiskar tinsambindingar, møguliga blandaðum við bensini.
Flótandi organiskar leivdir frá destillatión, sum ikki innihalda evni við organisk bundnum halogeni ella svávuli.
Formaldehydloysingar við minni enn 30% av formaldehyd.
Útmylki (emulsiónir) av vatni og phenoli og/ella formaldehydi.
Di-isocyanat, t.d. toluen-de-isocyanat (TDI) og methylen-di-isocyanat (MDI).
Frostløgur, t.d. ethylenglycol.
Evja av latexi og gummi, sum innihalda organisk loysingarevni. Innihalda harpiks, polymeriseringa- evni umframt bensin og/ella toluen og/ella onnur organisk loysingarevnir.
Evni fra smyrjioljuendurvinning, ið innihalda sterka sýru, t.d. svávulsýru, svávulsýrling og blýggj.
Límburturkast, ið inniheldur organisk loysingarevni umframt leivdir av tvíkomponentlími.
Fastar leivdir frá framleiðslu av organiskum evnum, ið ikki innihalda evni við organiskt bundnum halogeni ella svávuli.
Dust fra framleiðslu av bremsikubbum, kílareimum og flutningsbondnum, ið innihalda asbest og/ella metal, t.d. antimon, blýggj og kopar.
Rótamorl via blýggjsambindingum.
D. Ólívrunnin evni
Súr bland við vatni og evnum, ið innihalda kromsambindingar.
Súr bland við vatni, sum innihalda salpetursýru, men ikki flussýru, og sum kunnu innihalda metalsambindingar.
Súr bland við vatni, sum innihalda flussýru og/ella sølt av flussýru (flourid) , og sum kunnu innihalda metalsambindingar.
Súr bland við vatni, sum innihalda saltsýru, svávulsýru ella fosforsýru, og sum kunnu innihalda metalsambindingar.
Fotografiskur framkallari.
Fotokemikaliur, ið innihalda kromsambindingar. Bleikjari. støðgari, herðari o.t.
Fikser.
Bland við vatni og lúti uttan cyanid, t.d. avfeittari og metaláleggingarløgur, sum kunnu innihalda metalsambindingar.
Bland við vatni og lúti við cyanid, t.d. avfeittari og metaláleggingarløgur, sum kunnu innihalda metalsambindingar.
Evja vill metalhydroxidi og metaloxidi, sum inniheldur krom, kopar, nikkul, sink, blýggj, kadmium ella silvursambindingar.
Evja fra roykreinsing fra metal- og jarnstoypivirkjum, ið innihalda oxid og sulfat av blýggj, kadmium, kopar, sink, krom, nikkel, jarn, vanadium ella aluminium.
Burturkast fra litingarvirkjum. T.d. imprægneringsløgur, sum inniheldur pentaklorphenol ella sambindingar av metal og/ella loysingarevnum.
Evja við vatni frá trýstimprægnering av viði við óorganiskum søltum, ið innihalda kopar, krom, arsen ella fluorsambindingar.
Herðarasølt, við natrium- og bariumcyanid og sodasambindingum.
Kyksilvurburturkast, sum metalisk kyksilvur, organisk og óorganisk kyksilvursambindingar, t.d. sublimat.
E. Oljuburturkast
Leivdir av motorolju, gear- ella hydraulikolju, hitatransmissiónsoljum, sum t.d. transformatorolja, smyrjolju, smyrjifiti, leivdum úr olju- og bensinútskiljarum, bori- og skerioljur, oljuútmylki, motorbensin, petrolium, dieselolja, gassolja, fuelolja og aðrar leivdir, sum eru oljudálkaðar.
F. Annað burturkast
Klútar, nógv dálkaðir við organiskum loysingarevnum.
Akkumulatorar og battaríir.
Burturkast frá framleiðslu av evnafrøðiligum oyðingarevnum.
Burturkast av heilivági.
Kemikaliuburturkast frá starvsstovum og royndarstovum.
Burturkast av glas- og steinull, ið inniheldur fenol. Burturkast sum inniheldur asbest, t.d. bjálvingartilfar og bygningsplátur úr asbest.
Løgir við CFC, HCFC og líknandi evnum, t.d. frá køli- og frystiskipanum og eldsløkkingarskipanum.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”