19. oktober 2020Nr. 147
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
(Strika upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur)
§ 1
Í kunngerð nr. 139 frá 27. november 2019 um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við kunngerð nr. 58 frá 11. mai 2020, verða § 7 og yvirskriftin yvir § 7 strikaðar.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 19. oktober 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)