28. november 2022Nr. 147
Kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2023
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2023 er 1,25%.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2023.
Almannamálaráðið, 28. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)